Fyri hálvum ári síðan var hernaðarkvett í Myanmar. Um 877 fólk, teirra millum 72 børn, lógu eftirá. Øll, sum ditta sær at siga herinum ímóti, verða handtikin. Skriva undir átakið nú, og latið okkum saman krevja, at ES gevst at selja herinum í Myanmar vápn.
Kvinnan á myndini syrgir eina muslimska kvinnu, Daw Dasi, sum varð myrd av trygdarliðum tann 28. februar 2021. Tann dagin skutu trygdarherlið gummikúlur og brúktu táragass og doyvingarbumbur móti fólki, sum friðarliga mótmælti hernaðarkvettinum. Í minsta lagi 30 fólk vórðu særd og 18 skotin og myrd. Hetta var bara ein dagur av mongum – harðskapurin heldur fram enn í dag, hóast miðlarnir eru givnir at siga frá stríðnum.
Borgarakríggj er í durunum, og tað kann fáa víðfevndar humaniterar og mannarættindaligar avleiðingar. Síðan kvettið tann 1. februar 2021 hava um 877 fólk ligið eftirá, teirra millum 72 børn. Um 6.279 fólk eru handtikin. Tey er í vanda fyri at verða pínd og verða fyri aðrari ringari viðferð. Fleiri eru dømd til deyða.
Skriva undir átakið nú og krev, at ES gevst at selja herinum í Myanmar vápn!
VIT KREVJA, AT ES:
- gevst at selja herinum í Myanmar vápn og onnur amboð at brúka til valdsgerðir móti vanligum fólki,
- veksur um tað diplomatiska trýstið fyri at steðga valdsgerðunum og draga tey seku til svars,
- eggjar limalondunum í Association of Southeast Asian Nations (ASEAN) til at krevja, at øll ólógliga handtikin verða leyslatin, og
- veksur um ta humaniteru neyðhjálpina til teirra, sum eru flýdd úr Myanmar.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á ES, so at ES vónandi leggur størri orku í tað diplomatiska arbeiðið í Myanmar og gevst at selja herinum vápn.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar úr øllum heiminum verða handaðar undan tí 76. ST-aðalfundinum og tí 48. setuni hjá ST-mannarættindaráðnum, sum bæði byrja i septembur 2021.
Støðan í Myanmar nógv versnað
Myanmar hevði longu frammanundan bæði politiskar, búskaparligar og sosialar avbjóðingar, og nú hevur hernaðarkvettið elvt til eina hungurs- og fátækadømiskreppu. Heilsuverkið og útbúgvingarskipanin eru á fallandi føti.
Talu- og savningarfrælsið stendur fyri skotum. Fólk, sum ditta sær at tala at kvettinum og valdsgerðunum móti vanligum fólki, verða hótt, fongslað, pínd og enntá myrd.
Herurin brúkar maskinbyrsur, hálvsjálvvirkin vápn og sniðskjúttar móti friðarligum mótmælisfólki og fólki, sum gongur framvið. Herurin heldur fram at føra kríggj móti etniskum minnilutum. Herurin hevur enntá kvett internetsambandið fyri at dylja tey harðrendu álopini. Hóast ta blóðigu framferðina hjá herinum, hevur fólki í Myanmar ikki givið skarvin yvir.
Hvussu tók herurin valdið?
Í áratíggjur hevur herurin stjórnað fólkinum í Myanmar við ræðuligum harðskapi. Í 2015 varð fólkaræðislig stjórn vald, hóast herurin varðveitti partar av valdinum. Men á yvirtøkudegnum eftir valið, tók herurin aftur ræðið og fongslaði fyrrverandi ríkisovastan, Aung San Suu Kyi. Síðan lýsti herurin undantaksstøðu í landinum, og okkurt um ein millión fólk tustu út á gøturnar at mótmæla friðarliga.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at ES gevst at senda herinum í Myanmar vápn og onnur amboð og leggur størri orku í tað diplomatiska arbeiðið í landinum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.