HERURIN ER AFTUR FARIN Í HERNAÐ MÓTI ROHINGYA-FÓLKINUM Í MYANMAR. AMNESTY HEVUR SKJALPRÓGVAÐ ÓGVISLIGAR VALDSGERÐIR, DRÁP OG NEYÐTØKUR, OG AT BÝIR ERU BRUNNIR Í GRUND. EFTIR MINNI ENN TVEIMUM VIKUM ERU MEIRA ENN 370.000 FÓLK ÚR ROHINGYA-ÆTTBÓLKINUM FLÝDD ÚR MYANMAR Í GRANNALANDIÐ BANGLADESSJ.
Síðan 2012 fólk hava fólk úr Rohingya-ættbólkinum í túsundatali verið á flótta í Myanmar. Orsakað av áhaldandi samanbrestum millum Rohingya-bólkar og buddistar hava tey búleikast í legum fyri innanlandsburturrikin. Neyðhjálparfelagsskapir hava bara hava havt strangliga avmarkaða atgongd, og tí hava umstøðurnar í legunum verið ótolandi.
BROTSVERK MÓTI MANNAÆTTINI
Í oktobur 2016 harðnaði stríðið, eftir at vápnaðir Rohingya-bólkar høvdu framt álop og dripið politistar á tveimum politistøðum Rakhine-landslutinum har norðuri í landinum. Herurin svaraði aftur við einum víðfevndum hernaðarátaki móti øllum Rohingya-fólkinum.
Síðan tá hava vit skjalprógvað víðfevndar valdsgerðir, m.a. dráp, tilvildarligar handtøkur, neyðtøkur og aðrar kynsligar valdsgerðir móti kvinnum og gentum. Meira enn 1.200 bygningar, eisini skúlar og moskur, eru brunnir í grund. Amnesty staðfesti í fjør, at álopini til samans eru brotsverk móti mannaættini.
LANDMINUR FRAM VIÐ VIÐ LANDAMARKINUM
Hesar seinastu tvær vikurnar er stríðið harðnað aftur. Meira enn 370.000 fólk úr Rohingya-ættbólkinum eru flýdd til Bangladessj, men fólk í túsundatali eru framvegis fangað í fjøllunum ella royna at flýggja úr landinum í fiskibátum. Øll flóttafólk, sum vit hava hitt á máli, vátta, at tað er herurin, sum stendur aftur fyri tey seinastu álopini. Mett verður, at meira enn 400 fólk hava ligið eftirá, og á fylgisveinamyndum sæst, at heilar bygdir eru brunnar í grund.
Um dagarnar frættist, at illgerðirnar standa við og versna: Herurin í Myanmar hevur lagt landminur fram við norðurmarkinum móti Bangladessj. Í minsta lagi trý fólk, tvey teirra børn, eru longu illa løstað av minunum.
Vit kunnu ikki sita hendur í favn, meðan herurin í Myanmar fremur hesar eirindaleysu illgerðirnar
Hjálp okkum at steðga illgerðunum móti Rohingya-fólkinum!
Krev, at herovastin Min Aung Hlaing alt fyri eitt:
– steðgar áganginum og valdsgerðunum móti Rohingya-fólkinum.
– tryggjar fría, ótarnaða og trygga atgongd at Rhakine-landslutinum, so at hjálparfólk, ST, óheft tíðindafólk og mannarættindaeygleiðarar fáa frítt at fara.