Skriva undir og krev, at ES tekur ábyrgd fyri teimum menniskjum, sum eru strandað í vetrarkuldanum á grisku oyggjunum. Túsundatals lív eru í vanda!
Evropa kann ikki lata hesi menniskju frysta til deyðis. Onkur má gera okkurt nú!
STØÐAN:
Suðurevropa er rakt av eini ógvusligari kuldabylgju, og ein avleiðing av avtaluni um flóttafólk millum ES og Turkaland er, at børn, kvinnur og menn í hesum døgum eru í vanda fyri at frysta til deyða í kuldanum. Nógv sova í vánaligum teltum, men tey sleppa ongan veg, tí tey verða afturhildin av evropeiskum myndugleikum, sum hava svikið í samband við ringastu flóttafólkakreppuna síðani annan heimsbardaga.
Síðani “ES-Turkaland” avtalan varð var sett í gildið í mars 2016 hevur ætlanin verið, at fólkini, sum eru stødd á grisku oyggjunum og sum ætla sær at søkja friðskjól, skulu sendast aftur til Turkalands. Men henda avtalan byggir á eina fortreyt um, at rættindini hjá hesum fólkum verða vird í Turkalandi. Aftursendingar eru ikki gjøgnumførdar eftir ætlan, og vit standa nú í eini humanitærari kreppu, har hesi menniskju liva undir óvirðiligum umstøðum í útkantinum av Evropa.
Tíverri er tað politiskum vilji í evropeisku londunum at halda hesi menniskju á oyggjunum, tí um fólkini koma víðari, so kann hetta vísa seg at gerast ein trupulleiki fyri ES-Turkaland avtaluna. Ein avtala, sum londini vísa seg at halda fast í, hóast stórar menniskjasligar avleiðingar.
Vánaligu viðurskiftini sum fólkini á griksu oyggjunum liva undir er eitt prógv um tey harðrendu miðlar, sum evropeiskir politikkarar eru klárir at brúka fyri at halda fólkunum aftur at koma til Evropa. Høvuðsmálið er at hesi fólkini verða aftursend til Turkalands.
Mátin sum Evropa fer við hesum flóttafólkum er vanvirðilig. Men heimurin hyggur ein annan veg.
AMNESTY INTERNATIONAL KREVUR AV ES KOMMISIÓNINI:
- at øll neyðug stig verða tikin at tryggja, at hesi menniskju sleppa inn á fastlandið, har tey fáa nøktandi hjálp og verða skrásett.
- tryggja at grisku myndugleikarnir fáa nøktandi hjálp og stuðul til at skráseta og viðgera umsóknirnar hjá hesum menniskjum á ein nøktandi hátt.
TÚ KANST:
- Skriva undir!
- Deila innsavnanina á sosialu miðlunum og eggja øðrum at skriva undir!
Undirskriftirnar verða sendar til forsetan í ES-kommisiónini Jean-Claud Juncker.