HETTA MÁLIÐ ER PARTUR AV ÁRSINS SKRIVA FYRI LÍVI ÁTAKI, SUM ER EITT STÓRT ALTJÓÐA SKRIVIÁTAK. LES MEIRA UM SKRIVA FYRI LÍVI HER.
Sum mong onnur við henni droymir Atena Daemi um, at deyðarevsingin í Iran verður avtikin. Í uppsløgum á Facebook og Twitter hevur hon funnist at avrættingunum í landinum. Hon hevur býtt smárit út og tikið lut í einum friðarligum mótmælistiltaki at mótmæla, at ein ung kvinna varð avrættað. Einføld átøk, sum tíverri krevja stórt dirvi í Iran.
So ótrúligt tað ljóðar, hava hesi átøkini verið førd fram sum “prógv” um brotsverk, og nú er Atena dømd sjey ára fongsul. Rættargangurin, sum var ein glantrileikur, vardi bara 15 minuttir. Atena varð dømd eftir íspunnum ákærum um m.a. at hava “savnast og lagt saman ráð um at fremja brotsverk móti ríkistrygdini”.
Tann ringa viðferðin, sum Atena hevur fingið, er enn eitt beiskt dømi um, hvussu roynt verður at knúska tey, sum tala fyri einum rættvísari Iran. Fólk í stórum tali eru fongslað, og nógv onnur mugu lata sær eftirlit, avhoyringar og drúgvar rættarsóknir lynda. Alt hevur til endamáls at noyða tey at tiga.
Atena hevur longu verið fyri nógvum ágangi. Hon er vorðin bukað, hevur fingið piparspreið í eyguni og hevur sitið avbyrgd í einkliva. Men hon heldur kortini á at stríðast fyri mannarættindum. Fyrr í ár fór hon í hungursverkfall at mótmæla, at hon varð flutt í eitt illa gitið fongsul. Heilsan hjá henni versnaði illa í fongslinum. Hon má latast leys beinanvegin.