TANN SUDANSKI MANNARÆTTINDAAKTIVISTURIN DR. MUDAWI IBRAHIM ADAM ER LOKSINS LEYSLATIN. EFTIR ÁTTA MÁNAÐIR Í FONGSLI ER HANN NÚ AFTUR SAMAN VIÐ FAMILJUNI.
Eftir átta mánaðir í fongsli er mannarættindaaktivisturin dr. Mudawi Ibrahim Adram nú leyslatin, og allar ákærur ímóti honum eru sleptar.
Alment varð dr. Mudawi ákærdur fyri m.a. at hava njósnast, men Amnesty hevur mett hann at vera samvitskufanga, t.e. at myndugleikarnir bara fongslaðu hann fyri at steðga hansara friðarliga arbeiði fyri mannarættindum.
275 UNDIRSKRIFTIR TIL SUDAN
Dr. Mudawi er professari í verkfrøði við universitetið í Khartoum, høvuðsstaðnum í Sudan. Hann hevur harumframt vunnið fleiri altjóða virðislønir fyri sítt mannarættindaarbeiði. Felagsskapurin hjá honum, Sudan Social Development Organization, arbeiðir m.a. við hjálparverkætlanum millum krígsraktar familjur í Darfur.
Amnesty hevur uttan íhald skipað fyri átøkum at fáa dr. Mudawi leyslatnan, og í juli sendi eisini Amnesty Føroyar myndugleikunum í Sudan undirskriftir at mótmæla, at dr. Mudawi varð afturhildin. Fleiri sendu eisini dr. Mudawi persónligar heilsur at sýna honum stuðul.
”Tað er ein stórur lætti, at hesin ræðuligi kapittulin nú nærkast endanum. Dr. Mudawi er komin heim til familjuna og er aftur ein fríur maður”, sigur Sarah Jackson, sum er stjóri á skrivstovuni hjá Amnesty í Eysturafrika.
FALSKAR ÁKÆRUR
Í desembur 2016 varð dr. Mudawi handtikin. Ta fyrstu vikuna visti familjan einki, hvar ið hann var, men familjan segði við blaðið The New York Times, at heimið varð endavent fleiri ferðir, og telefonirnar vórðu avlurtaðar. Tað gingu 51 dagar, áðrenn familjan fekk samband við Mudawi, og ein slakan mánað seinni slapp hann fyrstu ferð at tosa við sakføraran hjá sær.
Ikki fyrr enn hann hevði sitið fongslaður í næstan fimm mánaðir, varð hann alment ákærdur fyri millum annað at hava njósnast, at hava fingist við samfelagsfíggindaligt virksemi og at hava loypt ósannindir út í orð. Hann var í vanda bæði fyri at verða dømdur lívlangt fongsul og at verða dømdur til deyða.
”At dr. Mudawi skuldi sita átta mánaðir í fongsli, má kallast dómsmorð. At hann nú er leyslatin, eigur at vera tað fyrsta stigið at bera so í bandi, at mannarættindaarbeiði ikki longur verður ein brotsgerð í Sudan. Tey miðvísu álopini hjá myndugleikunum á allar atfinningarsamar røddir mugu halda uppat”, sigur Sarah Jackson.
Takk til tykkum øll, sum skrivaðu undir fyri Mudawi!