ASIA BIBI, EIN KRISTIN KVINNA Í PAKISTAN, VARÐ Í 2010 DØMD TIL DEYÐA FYRI GUDSSPOTTAN. NÚ HEVUR HÆGSTIRÆTTUR Í LANDINUM Á ØÐRUM SINNI ÓGILDAÐ DÓMIN OG STAÐFEST, AT BIBI SKAL FRÍDØMAST.
”Endiliga fær Asia Bibi sítt frælsi. Eftir níggju ár í fongsli fyri eina brotsgerð, sum hon ongantíð framdi, er torført síggja henda dómin, sum so leingi hevur verið bíðað eftir, sum rættvísi. Men Bibi er nú fræls og kann fara aftur til familjuna og leita sær skjól í øðrum landi,” sigur Rimmel Mohydin, sum starvast fyri Amnesty í Landsynningsasia.
“Myndugleikarnir mugu eisini standa ímóti og kanna allar royndir at loypa ótta á hægstarætt. Teir hava skyldu at verja fyri harðskapshóttanum móti átrúnaðarligum minnilutum og tryggja, at dómarar og aðrir myndugleikapersónar ikki verða hóttir eftir lívinum,” sigur Rimmel Mohydin.
“Nú ið tað dró so skammiliga nógv út at tryggja rættindini hjá Bibi, er tað uppaftur meira týdningarmikið, at pakistanska stjórnin, so skjótt sum til ber, setur gudsspottanarlógirnar í landinum úr gildi, eins og aðrar lógir, sum valda mismun móti átrúnaðarligum minnilutum og seta lív teirra í vága, skulu setast úr gildi,” sigur Rimmel Mohydin.
ÁTTA ÁR Í DEYÐAKLIVA
Eftir átta ár í deyðakliva, varð pakistanska Asia Bibi í oktobur 2018 frídømd fyri ákærur um gudsspottan. Hetta elvdi til ófriðarlig mótmælir í pørtum av fólkinum, sum fingu stjórnina at taka málið upp aftur og seta Bibi í sokallað trygdarvarðhald.
Amnesty International kravdi, at stjórnin helt fast við avgerðina hjá hægstarætti og læt Bibi og familjuna ferðast trygt úr landinum. 295 føroyingar styðjaðu kravið.
54 ára gamla Asia Bibi eigur fimm børn og arbeiddi við at henta ber á eini mark í Pakistan. Í 2010 bjóðaði honum einum starvsfelaga á markini ein vatnsopa. Viðkomandi sýtti fyri at taka ímóti vatninum, av tí at tað orsakað av kristnitrúnni hjá Bibi skuldi vera óreint. Hendingin varð brúkt sum grundgeving fyri, at hon hevði vanært Muhamed profet, og hon varð deyðadømd fyri gudsspottan.
Orsakað av vantandi prógvum frídømdi hægstirættur hana fyri allar ákærurnar. Men í kjalarvørrinum á frídømingini tóku harðlig mótmælir seg upp í Pakistan, og stórar mannamúgvur stongdu vegirnar og sett eld á bilar. Endamálið var at forða fyri, at Bibi slapp úr landinum, og at fáa hægstarætt at taka avgerðina upp til nýggja viðgerð. Eftir mótmælir í fleiri dagar gav pakistanska stjórnin eftir fyri kravinum hjá tí ófriðarligu mannamúgvuni og noktaði Bibi at ferðast trygt úr landinum.