Ein 13 ára gomul genta og mamma hennara kunnu hvørja løtu verða sendar úr Saudiarabia aftur til Kina, haðani tær eru flýddar. Tær eru í vanda fyri at verða avbyrgdar og píndar í eini sonevndari ”enduruppalingarlegu”, av tí at tær hoyra til muslimska Uighur-minnilutan. Heimsendingin skal steðgast nú!
Tann 31. mars vórðu Buheliqiemu Abula og 13 ára gamla dóttir hennara handtiknar uttan fyri Mekka í Saudiarabia.
Mamman tók upp við telefonini, tá ið hon og dóttirin, báðar í handjørnum, vórðu koyrdar av staðnum í myrkrinum í einum løgreglubili.
“Góðu hjálpið okkum – skjótt!”, sigur hon á upptøkuni.
Síðan eru tær varðhaldsfongslaðar, og tær bíða nú eftir at verða sendar aftur til Kina, haðan tær eru flýddar. Hetta kann henda hvørja løtu, og hendir tað, eru tær í vanda fyri at verða settar í eina av teimum illa gitnu enduruppalingarlegunum og at verða píndar.
Heimsendingin skal steðgast! Skriva undir beinanvegin!
Sí videoupptøkuna hjá mammuni
Her tekur mamman upp við fartelefonini, meðan hon og dóttirin, báðar í handjørnum, verða koyrdar av staðnum í myrkrinum í einum løgreglubili.
Hví eru tær í vanda fyri at verða píndar?
Mamman og dóttirin hoyra til muslimska Uighur-minnilutan úr Xinjiang-landslutinum í Kina.
Verða tær við tvingsli sendar aftur til Kina, verða tær í veruligum vanda fyri at verða atskildar og settar í hvør sína legu. Eisini er vandi fyri, at tær verða fyri píning og aðrari ringari viðferð.
Amnesty hevur skjalfest, hvussu kinesiskir myndugleikar á skipaðan hátt kúga uighurar.
Í juni 2021 góvu vit eina frágreiðing út, sum avdúkar, hvussu fólk í hundraðtúsundatali tilvildarliga verða fongslað og pínd.
Les meira her >
“Heldur doyggja enn at verða sendir aftur”
Buheliqiemu Abula hevði annars fingið longri uppihaldsloyvi í Saudiarabia og Turkalandi.
Fyrrverandi maður hennara, Nuermaimaiti Ruze, og vinmaður hansara, Aimidoula Waili, hava eisini verið varðhaldsfongslaðir í Saudiarabia síðan novembur 2020 uttan at hava fingið nakra frágreiðing. Teir eru eisini uighurar og stúra fyri at verða sendir aftur til Kina.
At byrja við hevði Abula regluligt samband við fyrrverandi mannin. Men seinast Abula fekk eina telefonuppringing frá Ruze, var tann 20. mars, tá ið hann segði seg hava sagt saudiarabisku myndugleikunum, at hann og Waili ”heldur vildu doyggja enn at verða sendir aftur til Kina”. Amnesty arbeiðir fyri, at eingin av teimum fýra uighurunum skal verða sendur aftur til Kina.
Kinesiskir myndugleikar hava gjørt nógv fyri at fjala út yvir mannarættindabrotini, sum fara fram í Xinjiang-landslutinum, og at forða uighurum uttanlands at tosa um tey.
Hetta er orsøkin til, at Kina hevur biðið um at fáa uighurar, sum búgva uttanlands, útflýggjaðar og hevur stemplað teir sum ”yvirgangsfólk” – bara orsakað av teirra friðarligu aktivismu.
Saudiarabia brýtur altjóða rætt og egnar skyldur sum undirskrivari av sáttmálanum ímóti píning, um landið við tvingsli sendir fólk til eitt land, har tey eru í vanda fyri at verða jagstrað.
FAKTA
Hvørji rættindi verða brotin?
Eingin, sum er í vanda fyri at verða jagstraður, skal tvingast aftur til heimlandið. Hetta er tann sonevnda non-refoulement-meginreglan, sum er lýst í altjóða rætti sum partur av flóttafólkasáttmálanum.
Les meira her >
Okkara krøv
Amnesty krevur, at saudiarabiskir myndugleikar
-
steðga tvingsilsheimsendingini av Buheliqiemu Abula, 13 ára gomlu dóttrini, fyrrverandi manninum, Nuermaimaiti Ruze, og einum fjórða uighura, Aimidoula Waili, sum øll fýra hava sitið varðhaldsfongslað í Saudiarabia uttan dóm síðan novembur 2020, og
-
sleppa teimum leysum beinanvegin – uttan so, at trúverd prógv eru fyri, at tey hava framt eina altjóða viðurkenda brotsgerð.
Hví skriva undir?
Hóast tað kann tykjast vónleyst, so hugsa saudiarabiskir myndugleikar um sítt umdømi.
Vónandi fer trýstið frá fólki í túsundatali um allan heim at hava við sær, at teir fýra uighurarnir verða leyslatnir og ikki sendir aftur til Kina. Vit mugu átala og stríðast fyri teirra frælsi!
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar verða sendar saudiarabiska konginum, Salman bin Abdul Aziz Al Saud, sum er hægsti myndugleiki í landinum.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at heimsendingin steðgar beinanvegin!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.