Meðan heimurin berjist við COVID-19-heimsfarsóttina, veksur vandin fyri eini ógvisligari kreppu millum flóttafólk og flytandi í griksku oyggjunum við nógvari ferð.
Gomul, fólk við varandi sjúku, børn, kvinnur við barn, nýklaktar møður og ófullfør í túsundatali eru strandað í vandamiklum umstøðum í ovfólkaðum tjøldum og bingjum í teimum griksku tjaldlegunum.
Nú hóttir COVID-19-heimsfarsóttin tey samstundis. Brýtur heimsfarsóttin út í legunum, verða avleiðingarnar vanlukkuligar.
Grikska stjórnin má umframt at verja grikska fólkið beinanvegin seta tiltøk í verk at verja flóttafólk og flytandi fyri COVID-19. Millum annað við at flyta tey í tryggar umstøður.
Lívskorini hjá flóttafólki og flytandi í oyggjunum eru ómenniskjanslig. Tann 22. mars vóru um 37.000 fólk í legunum á Lesbos, Chios, Samos, Kos og Leros, sum hava umstøður at hýsa 6.095 fólkum. Fólkið í legunum hevur ógvuliga avmarkaða atgongd at vatni, vesum og baðihentleikum. Fólk mugu standa í tímar í bíðirøð at fáa mat og búgva í avfalnum tjøldum ella bingjum við ongum varma. Samstundis tróta læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.
Aftur at tí hevur eingin teirra, sum komin eru í legurnar síðan juli í fjør, havt atgongd at almennari heilsurøkt.
Í staðin fyri at verja tey fyri COVID-19, avmarkar grikska stjórnin rørslufrælsið hjá hesum fólkunum enn meira og heldur fram at vísa fólki, sum biður um friðskjól, burtur, hóast tað er brot á altjóða sáttmálar.
Flóttafólk og flytandi í teimum griksku tjaldlegunum búleikast tí í umstøðum, sum gera tað ómøguligt at verja tey fyri tí vaksandi hóttanini frá COVID-19. Verður talan um eitt útbrot í legunum, fer eitt sóttharhald at hava eina menniskjaliga vanlukku við sær.
Griksku myndugleikarnir skulu við hjálp úr ES beinanvegin tryggja hesum fólkunum mannarættindir, heilsu og virðiliga viðferð og beinanvegin taka stig til at verja tey, sum búgva í legunum í teimum griksku oyggjunum.
Við felags hjálp náa vit framvegis at forða fyri eini menniskjaligari vanlukku, og tí skulu neyðug stig takast beinanvegin.
Latið okkum geva grikska forsætisráðharranum, Kyriakos Mitsotakis, greið boð. Skriva undir nú!
OKKARA KRØV
Vit krevja, at myndugleikarnir
- flyta fólk úr tjaldlegunum í oyggjunum og geva teimum tryggar umstøður og hóskandi innivist á meginlandinum.
- syrgja fyri, at legurnar hava nóg nógv læknafrøðilig starvsfólk, útgerð og reinførishentleikar, og at fólk hava atgongd at rennandi vatni. Felagsøkir skulu støðugt sóttreinsast, og burturkast skal ikki liggja lov leingi.
- geva flóttafólki og flytandi atgongd at heilsuveitingum í tí almennu skipanini uttan mannamun, m.a. kanningum og viðgerð fyri COVID-19 saman við fyribyrgjandi tiltøkum.