Heidar kann verða avrættaður hvørja løtu, tí at hann, hóast hann var ósekur, játtaði seg sekan undir píning. Steðgið avrættingini! Skriva undir átakið beinanvegin!
Amnesty International hevur hetta seinasta árið skrásett ein ørkymlandi vøkstur í brúkinum av deyðarevsing móti mótmælisfólki, uppreistrarfólki og minnilutabólkum í Iran.
Var ongantíð vápnaður
Ein, sum herfyri er dømdur til deyða, er kurdiski, Heidar Ghorbani (47). Hann er dømdur til deyða fyri at hava verið partur av einum vápnaðum kurdiskum andstøðubólki, hóast dómurin staðfestir, at hann ongantíð hevur verið vápnaður.
Undir avhoyringini ”játtaði” Heidar Ghorbani at hava hjálpt vápnaðum uppreistrarmonnum, m.a. sum bilførari hjá teimum. Men Heidar greiðir frá, at hann við píning varð tvingaður at játta seg sekan.
Hann varð sligin og sparkaður í fongslinum, svøvnurin varð regluliga avbrotin, og hann varð tvingaður at liggja á jørðini, meðan løgreglumenn trampaðu oman á bringuni á honum, so at hann ikki fekk andað. Hann slapp ikki at hava sakførara til hjálpar undir avhoyringunum.
Latið Heidar liva! Skriva undir átakið og krev, at iranskir myndugleikar ógilda deyðadómin.
Vit krevja av iranskum myndugleikum, at teir:
- steðga avrættingini av Heidar Ghorbani,
- broyta deyðadómin hjá honum,
- geva honum rættvísan rættargang, har ið ”játtanir” undir píning ikki verða brúktar, har ið tann ákærdi fær atgongd at sakførara, og har ið deyðarevsing ikki er ein valmøguleiki,
- og seta í verk óheftar kanningar av fráboðanunum hjá Heidar um tvingsilshvørving og píning, so at myndugleikarnir kunnu verða kravdir til svars.
Deyðans bilførari
Heidar varð tvingaður at endurtaka ”játtanina” undir eini upptøku, sum varð víst í iranskum sjónvarpi, stutt áðrenn rættarmálið byrjaði. Myndugleikaumboðini, sum viðmerktu málið í sjónvarpssendingini, umrøddu hann sum deyðans bilførara.
Iranskir myndugleikar brúka ofta slíkar upptøkur til at demonisera ákærd í revsimálum og gera tey ómenniskjalig, serliga tá ið málini hava politiskan uppruna.
Tað eru skjótt fimm ár síðan Heidar varð handtikin og avbyrgdur í fongslinum. Meira enn tríggir mánaðir gingu, áðrenn hann frætti nakað frá familjuni. Hetta tíðarskeiðið vistu tey einki, hvar ið hann var, ella um hann var á lívi.
Vit skulu leggja trýst á leiðaran fyri iransku rættarskipanina at fáa hann at broyta deyðadómin. Skriva undir átakið beinanvegin!
Kann verða avrættaður hvørja løtu
Allir kærumøguleikarnir eru brúktir, og einki hevur batt.
Tann 6. august 2021 staðfesti leiðarin fyri iransku rættarskipanina deyðadómin. Rættarmálið er sostatt endað, og Heidar kann verða avrættaður hvørja løtu.
Í august 2021 sýtti hægstirættur fyri at endurskoða málið. Stutt eftir kunnaðu myndugleikarnir familjuna hjá Heidar um, at málið var sent skrivstovuni fyri fremjing av dómum. Tað var henda sama fráboðanin, sum fekk ávaringarklokkurnar at ringja, so at vit fóru undir átakið. Heidar hevur roynt at søkt um nýggja løgfrøðiliga viðgerð, men er enn í bíðistøðu.
Deyðadómurin hjá Heidar er ikki bara brot á altjóða lóg, men eisini iranska lóg, sum ásetur, at tú bara kanst dømast deyðarevsing fyri uppreistur móti statinum. Tann, sum verður dømdur, skal vera partur av einum vápnaðum bólki og sjálvur hava tikið vápn í hond.
Vit hava skund! Avrættingarhóttanin hongur yvir høvdinum á Heidar. Tað er umráðandi, at vit taka neyðug stig beinanvegin.
FAKTA:
Amnesty International er treytaleyst ímóti deyðarevsing – uttan mun til brotsgerðina, hvør ið brotsmaðurin er, ella hvussu deyðarevsingin verður framd í verki. Deyðarevsing er tað evsta brotið á rættin til lív og ein ómenniskjanslig, ónd og niðrandi revsing. Amnesty International hevur støðugt kravt av øllum heimsins londum, eisini Iran, at tey gevast at brúka deyðarevsing.
Hví skriva undir?
Iranskir myndugleikar lata seg ávirka av evropeiskum stjórnum og ES-stovnum, sum hava týðandi diplomatisk sambond við Iran.
Av royndum og frásøgnum hjá familjum hjá fyrrverandi fangum vita vit, at alment altjóða trýst á iranskar myndugleikar munar.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirkriftirnar verða sendar leiðaranum fyri iransku rættarskipanina, Mr. Mohseni Ejei, umleið tann 5. novembur 2021. Hann ræður yvir rættarskipanini í Iran og tí eisini málunum hjá fangunum.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at iranskir myndugleikar steðga avrættingini av Heidar Ghornabi alt fyri eitt.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.