19 ÁRA GAMLA NOURA HUSSEIN HAMAD DAOUD ÚR SUDAN VARÐ HERFYRI DØMD AT VERÐA HONGD FYRI AT HAVA BEINT FYRI SÍNUM NEYÐTØKUMANNI.
Søgan byrjaði, tá ið Noura bara 16 ára gomul varð tvingað at gifta seg. Hon royndi at flýggja og helt í trý ár til hjá eini skyldkonu, til pápin lumpaði hana til at koma heim aftur.
Fyrstu ferð maður Nouru neyðtók hana, fekk hann tveir beiggjar hjá sær og eitt systkinabarn at halda henni ímeðan. Hon hevði ongan hug at vera kynsliga saman við einum manni, sum hon ongantíð hevði viljað giftst við – so hann neyðtók hana. Aðru ferð hann neyðtók Nouru, royndi hon at verja seg við einum knívi. Maðurin doyði av løstunum.
Tá ið Noura fór til familjuna hjá sær at siga teimum, hvat ið var hent, fór pápin beina leið til løgregluna við henni, og øll familjan vendi henni bakið.
Rætturin hevur dømt Nouru seka í tilætlaðum morði, hóast talan var um sjálvverju í einum noyðsluhjúnabandi, tá ið hon bara var tannáringur. Dómarin dømdi hana eftir eini avoldaðari lóg, sum ikki roknar neyðtøku í hjúnabandinum fyri brotsverk.
Sorgarsøgan hjá Nouru er bara eitt av nógvum dømum um ágangin hjá tí sudansku stjórnini á rættindini hjá kvinnum og gentum. Krev, at teir sudansku myndugleikarnir:
- beinanvegin ógilda deyðadómin hjá Nouru Hussein Hamad Daoud
- geva teimum linnandi umstøðunum í málinum gætur og føra eitt rættarmál, sum lýkur altjóða krøv uttan at brúka deyðarevsing
- seta tilmælini í barnasáttmálanum í verk og broyta hjúnabandslógina, so at lógaldurin fyri hjúnaband verður hækkaður úr 10 upp í 18 ár