TÁ IÐ TANN 59 ÁRA GAMLI JOURNALISTURIN JAMAL KHASHOGGI Í SÍÐSTU VIKU FÓR INN Á TAÐ SAUDIARABISKA KONSULATIÐ Í TURKALANDI, KOM HANN ONGANTÍÐ ÚT AFTUR. EINGIN HEVUR SÆÐ HANN SÍÐAN.
Jamal Khashoggi rýmdi í fjør úr Saudiarabia til USA fyri ikki at verða handtikin av tí saudiarabiska stýrinum, sum revsar atfinningarsamar mannarættindaverjar og aktivistar harðliga. Í síðstu viku var Khashoggi í Istanbul í Turkalandi, har ið hann fór inn á tað saudiarabiska konsulatið at avgreiða tey síðstu pappírini fyri at kunna giftast við síni trúlovaðu. Men hann kom ongantíð út aftur.
Seinni ljóðaði frá dulnevndum turkiskum keldum, at ein bólkur av saudiarabiskum agentum hevði myrt Khashoggi inni á konsulatinum. Fimtan menn eru eyðmerktir, sum verða hildnir at vera agentar. Teir komu allir til býin og fóru avstað aftur, tá ið Khashoggi hvarv. Saudiarabia hevur boðað frá, at landið einki hevur málið at gera.
Í Saudiarabia revsa myndugleikarnir politiskar andstøðingar harðliga. Tey, sum ditta sær at tala ímóti myndugleikunum, eru fyri órættvísum rættargangi og verða dømd lívlangt fongsul ella í ringasta føri til deyða. Fyri aktivistar og politiskar andstøðingar í Saudiarabia og um allan heimin merkir málið um Khashoggi, at vónin um at finna skjól uttanlands svinnur.
Khashoggi hevur millum annað starvast sum blaðmaður hjá Washington Post, og hann hevur skrivað atfinningarsamar greinir um stýrið í Saudiarabia og krúnprinsin Mohammad Bin Salman.
Við tínum stuðli kunnu vit herða trýstið á teir saudiarabisku myndugleikarnar fyri at fáa sannleikan fram.
Skriva undir beinanvegin – so senda vit teimum saudiarabisku myndugleikunum undirskriftirnar og spyrja teir: Hvar er Jamal Khashoggi, og hvat er hent við honum?