EIN DANSKUR LIMUR Í JEHOVA VITNUM Í RUSSLANDI ER DØMDUR SEKS ÁR Í REVSILEGU BARA FYRI AT ÚTINNA SÍNA TRÚGV. OKKUM TØRVAR TÍNA UNDIRSKRIFT TIL AT LEGGJA TRÝST Á RUSSLAND, SO AT DENNIS CHRISTENSEN VERÐUR LEYSLATIN BEINANVEGIN.
Ein danskur limur í Jehova vitnum í Russlandi, Dennis Christensen, varð mikudagin 6. februar í rættinum í russiska býnum Orjol dømdur sekur í at hava útint víðgongt virksemi.
Hann varð dømdur seks ár í revsilegu fyri at hava lagt virksemi til rættis fyri ein víðgongdan felagsskap. Russiska lógin móti víðgongdum virksemi hevur eina ógvuliga ullinta lýsing av hugtakinum víðgongdur, sum myndugleikarnir brúka til at køva alt slag av atfinningum.
Dómurin er eitt álvarsligt brot á mannarættindini. Dennis Christensen hevur ikki gjørt annað enn at útinna sítt átrúnaðarliga frælsi, og tað átti ikki at verið revsivert:
«Tað er ógvuliga ørkymlandi, at tú verður dømdur seks ára frælsistøku fyri at útinna títt átrúnaðarliga frælsi. Tað er einki brotsverk. Russland skal ógilda dómin og sleppa øllum ákærum móti honum. Hann skal latast leysur alt fyri eitt,» sigur Trine Christensen, aðalskrivari í Amnesty Danmark.
Trúar- og átrúnaðarfrælsi eigur at galda fyri øll menniskjur, og vit skulu ikki góðtaka, at Russland brýtur altjóðarætt. Vit meta Dennis Christensen at vera samvitskufanga. Tað merkir, at hann ikki hevur gjørt annað enn at fylgja síni sannføring.
Vit krevja, at Russland:
- sleppir Dennis Christensen leysum beinanvegin
- virðir átrúnaðar- og trúarfrælsið
- endurskoðar lóggávuna móti viðgongdum virksemi og tryggjar, at hon ikki verður brúkt til tilvildarliga at jagstra millum annað tey, sum finnast at stjórnini
SPURNINGAR & SVAR
HVØR ER DENNIS CHRISTENSEN?
Dennis Christensen er 46 ára gamal og er føddur í Keypmannahavn í eini familju, sum eisini er virkin í Jehova vitnum. Hann er útbúgvin timburmaður og byggifrøðingur. Í 1995 kom hann til Skt. Pætursborg at hjálpa til at byggja Jehova vitnum á staðnum ein sokallaðan ríkissal. Seinni giftist hann við russisku Irinu. Tey hava síðan 2006 búð í býnum Orjol sunnan fyri Moskva. Hann varð fongslaður tann 25. mai 2017, bara tí at hann er Jehova vitni.
HVÍ VERJIR AMNESTY INTERNATIONAL EIN ÁTRÚNAÐ SUM JEHOVA VITNIR?
Vit verja ikki Jehova vitnir, men rættin til friðarliga at útinna sína trúgv. Amnesty International virkar fyri, at mannarættindini hjá øllum verða vird, sama hvørja sannføring tey hava. Í málinum um Dennis Christensen stendur millum annað átrúnaðarfrælsið fyri skotum.
Í tí ítøkiliga rættarmálinum móti Dennis Christensen varð hann dømdur fyri at útinna sín átrúnað. Hann hevur hvørki framt ella eggjað til harðskap ella aðrar altjóða viðurkendar brotsgerðir. Fremur onkur harðskap móti øðrum, sálarliga ella kropsliga, hevur staturin ikki bara rætt, men skyldu til at leggja uppí. Men tað er ikki hetta, rættarmálið móti Dennis Christensen hevur snúð seg um.
Amnesty tekur støði í og finst at dóminum hjá Dennis Christensen.
Hann er dømdur seks ár í revsilegu orsakað av eini lóg, sum hevur eina ógvuliga ullinta allýsing av hugtakinum víðgongdur, og sum í verki verður brúkt til at kúga og køva ikki bara átrúnaðarligt frælsi, men eisini talufrælsi og friðarligar politiskar atfinningar í Russlandi.
BAKGRUND
UM DÓMIN
Dómurin er tann fyrsti av sínum slag móti einum limi í Jehova vitnum í Russlandi. Í 2017 lýsti hægstirættur í landinum trúarsamfelagið at vera víðgongt.
Tað er ikki forboðið í sjálvum sær at vera Jehova vitni, men tey sleppa ikki at virka og boða sína trúgv í landinum. Trúarsamfelagið sleppur heldur ikki at eiga ognir.
Russiska grundlógin staðfestir annars, at russiska fólkið hevur trúar- og átrúnaðarfrælsi. Men við lógarbroytingini ber kortini til at døma Jehova vitnir fyri víðgongt virksemi, hóast tey hvørki hava eggjað til harðskap ella hatur.
Tað vóru fólk úr russisku trygdartænastuni, FSB, sum handtóku Dennis Christensen undir friðarligum bíbliulesnaði í salinum hjá samkomuni í Orjol. Ákæruvaldið og dómarin vildu vera við, at talan var um at leggja víðgongt virksemi til rættis.
FORDØMI FYRI DÓMUM Í FRAMTÍÐINI
Fleiri rættarmál eru á veg móti limum í Jehova vitnum í Russlandi. Hildið verður, at meira enn 50 Jehova vitnir eru ákærd eftir lóggávuni móti víðgongdum virksemi higartil. Dómurin hjá Dennis Christensen kann tí fara at skapa fordømi fyri og mynda karmin um revsingina í hinum rættarmálunum.
Jehova vitnir verða mett at hava um 175.000 limir í Russlandi.