PÍNING, NEYÐTØKA, MISNÝTSLA OG INNIBYRGING ERU GERANDISKOSTUR HJÁ FLÝGGJANDI Í TÚSUNDATALI Í LIBYA. MEN HELDUR ENN AT VIRKA FYRI, AT ILLGERÐIRNAR HALDA UPPAT, HJÁLPIR EVROPA LIBYA AT HALDA FÓLKI FØSTUM Í ÓTOLANDI UMSTØÐUM. TÍ EIGA EVROPEISKIR LEIÐARAR, SUM BJÓÐA TÍ LIBYSKU STRANDLØGREGLUNI VENJING OG ÚTVEGA HENNI SKIP TIL AT FØRA FÓLK AFTUR TIL LANDIÐ VIÐ, LUT Í TÍ RÆÐULIGU LÍÐINGINI, SUM FER FRAM.
Meira enn 20.000 fólk, sum flyta, flýggja ella biðja um friðskjól, verða afturhildin uttan at vita, nær ella um tey verða leyslatin. Tey verða afturhildin undir fullkomiliga ómenniskjansligum umstøðum og fáa ikki nóg mikið av hvørki mati, vatni ella læknahjálp. Tey verða ógvuliga illa viðfarin – pínd, neyðtikin og enntá seld.
Tað er tí av alstórum týdningi, at vit krevja, at libyskir og evropeiskir leiðarar verja tey, sum flyta og flýggja, fyri tí ræðuliga áganginum, sum í hesi løtu fer fram í Libya.
HVÍ HEVUR TAÐ SKUND?
20.000 fólk, sum flyta ella flýggja, sita føst í Libya undir ræði hjá militsum og vápnaðum bólkum. Tey eru fyri óhugnaligum mannarættindabrotum.
SKRIVA UNDIR KRØVINI, SUM VIT SETA TEIMUM LIBYSKU OG EVROPEISKU LEIÐARUNUM:
- Øll, sum flyta og flýggja, skulu sleppast leys, og tær tilvildarligu afturhaldingarnar skulu halda uppat.
- Allar ákærur um píning og aðrar valdsgerðir skulu kannast, og tey, sum hava ábyrgdina, skulu rættarsøkjast við rættvísum rættargangi.
- Flytingarsamstarvið skal endurskoðast, so at mannarættindini hjá teimum, sum flyta og flýggja, verða vard.
- Flóttafólkastovnurin hjá ST (UNHCR) skal formliga viðurkennast, og felagsskapir skulu hava møguleika at útinna sítt arbeiði við at verja tey, sum biðja um friðskjól og flýggja í Libya.