EFTIR ÁTTA ÁR Í DEYÐAKLIVA VARÐ PAKISTANSKA AASIA BIBI FRÍDØMD FYRI ÁKÆRUR UM GUDSSPOTTAN. HETTA FEKK PARTAR AV FÓLKINUM AT MÓTMÆLA HARÐLIGA, OG TÍ GJØRDI STJÓRNIN AV AT TAKA MÁLIÐ UPP AFTUR. KREV, AT STJÓRNIN LETUR FRÍDØMINGINA STANDA VIÐ, SO AT BIBI SLEPPUR ÚR LANDINUM.
54 ára gamla Bibi, sum eigur fimm børn, hevði til arbeiði at henta ber á eini ong í Pakistan. Tá ið hon ein dag í 2010 bjóðaði einum starvsfelaga ein vatnsopa, sýtti hesin fyri at drekka vatnið, av tí at tað orsakað av kristnitrúnni hjá Bibi skuldi vera “óreint”. Hendingin varð brúkt sum grundgeving fyri, at Bibi skuldi hava vanært Muhamed profet, og hon varð dømd til deyða fyri gudsspottan.
Tann 31. oktobur í ár frídømdi hægstirættur í Pakistan hana fyri allar ákærur orsakað av vantandi prógvum. Síðan tók ófriður seg upp í landinum, og stórar mannamúgvur stongdu vegir og settu eld á bilar. Endamálið var at forða fyri, at Bibi slapp úr landinum, og at fáa hægstarætt at endurskoða avgerðina. Eftir mótmælir í fleiri dagar gav pakistanska stjórnin eftir fyri kravinum hjá teimum harðligu mótmælisfólkunum og sýtti Bibi at ferðast trygt úr landinum. Hon var so nær við at vera fræls, men so varð frælsið tikið frá henni aftur.
Bibi er nú handtikin og veit einki, nær ið málið veður uppafturtikið. So leingi hon og familjan verða verandi í Pakistan, eru tey í stórum vanda. Tá ið onkur verður ákærdur fyri gudsspottan í Pakistan, fylgja harðskaps- og morðhóttanir við. Í novemvur 2010 vórðu tveir navnframir politikarar myrdir í loyndum, tí at teir høvdu mælt til at eira Bibi.
Verður fríkenningin ógildað, kemur Bibi aftur í vanda fyri at verða avrættað. Tú kanst hjálpa til at bjarga lívinum á henni. Latið okkum saman heita á pakistansku myndugleikarnar um at lata avgerðina hjá hægstarætti standa við og loyva Bibi og familjuni at ferðast trygt úr lanidnum og at leita sær friðskjól í einum tryggum landi