VJETNAMESISKI HO DUY HAI SITUR Á TÍGGJUNDA ÁRI DEYÐADØMDUR Í EINUM FONGSLI Í VJETNAM. HJÁLP OKKUM AT LEGGJA TRÝST Á VJETNAMESISKU MYNDUGLEIKARNAR AT FÁA TEIR AT TAKA SAKINA HJÁ HONUM UPP TIL NÝGGJA VIÐGERÐ.
Tað var afturi í 2008, at tann tá 23 ára gamli Ho Duy Hai varð handtikin og fongslaður fyri stuldur og dupultmorð. Eftir út av lagi órættvísan rættargang varð hann dømdur til deyða fyri tey bæði morðini, og yvirrætturin í Ho Chi Minh valdi at lata dómin standa við.
Líkan síðan hevur Hai bíðað eftir lagnuni undir ómenniskjansligum umstøðum í fongslinum. Tvær ferðir hevur hann verið líka við at verða avrættaður. Aðra ferðina varð avrættingin avlýst dagin fyri tann ásetta avrættingardagin.
ÓRÆTTVÍSUR RÆTTARGANGUR
Ho Duy Hai greiðir frá, at hann í fyrsta umfari ’játtaði’ seg sekan, tí hann varð píndur. Hann hevur seinni tikið hesa játtanina aftur. Ein almenn løgfrøðilig nevnd í Vjetnam hevur eisini staðfest, at so nógv mistøk vórðu gjørd undir rættarganginum, at sakin hjá Hai eigur at verða tikin upp til nýggja viðgerð. Eitt nú viðgjørdi rætturin ongantíð prógvini fyri, at Hai ikki kundi hava verið hjástaddur, har ið brotsverkið fór fram, umframt at rætturin ikki tók støðu til onnur avgerandi prógv.
Síðan Hai varð handtikin, eru sakførararnir hjá honum ikki slopnir at hitta hann í fongslinum, og hann hevur tí ikki havt møguleika at umrøða sakina hjá sær við teir síðan 2009.
Óvissan, sum Hai livir í við ikki at vita, nær ið hann skal avrættast, er ikki bara ein ómenniskjanslig støða hjá honum sjálvum. Eisini familjan hjá honum er ólukkulig og kensluliga ávirkað av tí ótryggu støðuni, sum hann er í.
Mamma Hai, Nguyen Thi Loan, hevur fyri kortum verið í sambandi við kanningarfólk hjá Amnesty. Hon greiddi teimum frá:
”Tað eru nú 11 ár síðan sonur mín varð handtikin. Tað hevur sorað familjuna hjá okkum. Eg rúmi skjótt ikki hesi pínuni longur. Tað nívir meg at hugsa um son mín í geglinum.”
PÍNING OG EINGIN LÆKNAHJÁLP
Mamma Hai hevur stríðst fyri at sleppa at vitja Hai í fongslinum. Tað var ikki fyrr enn í 2015, at hon slapp at vitja hann, og í fyrstu atløgu slapp hon bara at vera saman við honum eitt korter um mánaðin. Nú sleppur hon at vitja hann í 30 minuttir eina ferð um mánaðin – undir eftirliti av minst tíggju fangavørðum.
Heilsustøðan hjá Ho Duy Hai er heldur ikki góð. Hann er ómetaliga nógv afturfarin og ikki kannaður av lækna, síðan hann varð handtikin.
Amnesty krevur, at deyðadómurin hjá Ho Duy Hai verður ógildaður og sakin hjá honum tikin upp aftur. Vit krevja, at Hai ikki verður píndur ella á annan hátt illa viðfarin í fongslinum, og at hann fær læknahjálpina, sum honum tørvar. Hann skal eisini sleppa at síggja familjuna og sakføraran hjá sær.
HJÁLP OKKUM AT LEGGJA TRÝST Á VJETNAMESISKU MYNDUGLEIKARNAR, IKKI MINST FORSETAN Í LANDINUM, SO AT SAKIN HJÁ HO DUY HAI KANN VERÐA TIKIN UPP AFTUR, OG HANN KANN FÁA RÆTTVÍSAN RÆTTARGANG.
BAKSÝNI
Vjetnam er kent fyri ikki at geva borgarum í landinum rættvísan rættargang. Málið um Ho Duy Hai er bara eitt dømi av mongum. Umstøðurnar í fongslunum í landinum eru eisini út av lagi vánaligar við mattroti og vantandi atgongd at heilsufakligum starvsfólki.
Deyðarevsing verður dúgliga brúkt, og í løtuni sita meira enn 600 fólk í deyðakliva í einum fongsli í landinum. Fólk verða avrættað fyri morð, rúsevnabrotsverk og fíggjarbrotsverk. Nýggjar avdúkingar vísa eisini, at avrættingarnar eru fleiri í tali, enn higartil hildið. Í februar 2017 avdúkaðu vjetnamesiskir miðlar, at landið í loyndum hevði avrættað 429 fólk tíðarskeiðið august 2013 til juni 2016.
Í miðal verða 147 fólk avrættað um árið. Tað er bara Kina, sum hevur avrættað fleiri fólk sama tíðarskeið.
LEINKIR – UM TÚ VILT VITA MEIRA:
EIN HEIMUR VIÐ ONGARI DEYÐAREVSING?
Amnesty er ímóti deyðarevsing og hevur síðan 1977 arbeitt fyri einum heimi við ongari deyðarevsing.
https://amnesty.dk/emner/tortur-og-doedsstraf/doedsstraf
VERT AT VITA UM VJETNAM
Á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty ber til at lesa meira um rættarskipanina í Vjetnam.