Journalisturin Raman og unnustan Sofia vórðu ólógliga handtikin av myndugleikunum í Hvítarusslandi, eftir at flogfarið hjá teimum úr Athen til Vilnius varð noytt at lenda í Minsk. Skriva undir nú og krev, at tey verða leyslatin beinanvegin.
Tann 23. mai 2021 sótu Raman Pratasevich og unnustan, Sofia Sapega, umborð á einum flogfari á veg úr Athen til Vilnius í Litava. Raman finst javnan at stjórnini í Hvítarusslandi. Myndugleikarnir vóru eftir honum orsakað av hansara arbeiði sum væl umtóktur bloggari og journalistur. Sum kendur almennur persónur hevur hann staðið á odda fyri víðfevndum mótmælum ímóti valinum í august 2020.
Íspunnin bumbufráboðan
Sum flogfarið fleyg gjøgnum hvítarussiskt loftrúm, gav loftferðslueftirlitið brádliga flogfarinum boð um at lenda. Eftirlitið segði seg hava fingið fráboðan um eina bumbu umborð á flogfarinum. Eitt hvítarussiskt herflogfar fylgdi flogfarinum á flogvøllin í Minsk. Raman hevur livað í útlegd, tí hann hevur stúrt fyri trygdini hjá sær í Hvítarusslandi, og nú varð hann brádliga tvingaður aftur til Hvítarusslands.
Altjóða áheitan
Tað elvdi til altjóða mótmælir, tá ið Raman og Sofia vórðu fongslað. Eingi prógv eru fyri, at tey hava framt nakra altjóða viðurkenda brotsgerð. Tey verða kortini afturhildin og eru fyri hevndaratgerðum orsakað av tí atfinningarsama journalistiska arbeiðinum hjá Raman.
Tak lut í okkara altjóða áheitan við at skriva undir átakið nú.
Amnesty krevur, at myndugleikarnir í Hvítarusslandi:
- beinanvegin og uttan treytir leyslata Raman Pratasevich, Sofiu Sapega og øll hini, sum eru tilvildarliga handtikin og fongslað í Hvítarusslandi eftir íspunnum, politiskt grundaðum ákærum, tí at tey brúka sítt talufrælsi og rættin at savnast friðarliga.
- í stundini taka stig til at verja Raman Pratasevich og Sofiu Sapega fyri píning og aðrari ringari viðferð og seta munadyggar kanningar í verk til at kanna tær trúverdu ákærurnar um píning og tryggja sær, at tey beinanvegin fáa samband við ein sakførara, sum tey sjálv velja sær.
Hví skal eg skriva undir?
Tess fleiri vit eru, tess størri trýst kunnu vit leggja á ákæruvaldið, so at Raman Pratasevich og Sofia Sapega vónandi verða leyslatin beinanvegin.
Hvat verður av tíni undirskrift?
Undirskriftirnar verða sendar hvítarussiska ríkisákæranum, Andrei Shved.
Fortíð við tilvildarligum handtøkum og píning
Myndugleikarnir í Hvítarusslandi hava eina fortíð við valdsgerðum móti fólki, sum friðarliga vísir sína ónøgd við stjórnina. Í august 2020 vórðu meira enn 30.000 fólk tilvildarliga handtikin í sambandi við mótmælini eftir valið. Síðan hava verið klagur í hundraðtali um píning og aðra ringa viðferð av mótmælisfólki. Nógv av teimum handtiknu verða nú dømd fleiri ára fongsul fyri síni friðarligu mótmæli.
”Játtaði” seg sekan í sjónvarpinum – sannlíkt undir tvingsli
Verður Raman Pratasevich dømdur, kann hann fáa upp í 20 ára fongsulsrevsing, og hann er í álvarsligum vanda fyri at verða píndur og á annan hátt illa viðfarin. Tann 24. mai ”játtaði” Raman seg sekan í stjórnarstýrdum sjónvarpi við hovnum andliti og tí, sum líktist einum bláum merki á pannuni. Á upptøkuni sigur hann seg ”hava játtað seg sekan í at hava skipað fyri mótmælum í Minsk”. Hann sigur eisini løgregluna fara ”rætt og lógliga” við sær. Slíkar videojáttanir, sum fara fram undir píning ella tvingsli, hava myndugleikarnir í Hvítarusslandi í fleiri umførum brúkt til at loypa ótta á andstøðingar. Amnesty International ber ótta fyri, at myndugleikarnir fara at brúka Sofiu Sapega sum ein lið í at pína Raman Pratasevich.
Skriva undir krøvini til hvítarussiska ríkisákæran, Andrei Shved, um, at Raman Pratasevich og Sofia Sapega skulu leyslatast beinanvegin!
Les brævið, vit senda myndugleikunum.
Góði Andrei Shved, ríkisákæri
Eg skrivi fyri at krevja, at Raman Pratasevich og Sofia Sapega verða leyslatin beinanvegin. Tey vórðu handtikin tann 23. mai 2021, eftir at hvítarussiskir myndugleikar við eini íspunnari grundgeving høvdu noytt flogfarið hjá teimum at lenda í Minsk. Pratasevich varð ákærdur eftir greinunum 293 (1) (”Fyriskipan av hópólýdni”), 342 (1) (”Fyriskipan ella virkin luttøka í gerðum hjá bólki, sum greitt fremur brot á almenna friðin”) og 130 (3) (”Eggjan til sosialt hatur ella fíggindaskap orsakað av rasu, etniskum uppruna, átrúnað ella øðrum”). Orsøkin til, at Sofia Sapega er handtikin, er framvegis ikki almannakunngjørd. Sum skilst, verður parið afturhildið og er fyri hevndaratgerðum orsakað av tí atfinningarsama journalistiska arbeiðinum hjá Raman Pratasevich.
Eingi prógv eru fyri, at Raman Pratasevich og Sofia Sapega hava framt nakra altjóða viðurkenda brotsgerð, og tí verða tey afturhildin tilvildarliga. Tey vórðu handtikin ólógliga og fyrilitarleyst, og alt ferðafólkið umborð á flogfarinum hjá teimum varð sett í vanda, tá ið eitt MiG-29-herflogfar varð sent í luftina at fylgja flogfarinum til Minsk.
Tann 24. mai sást Raman Pratasevich í tjóðarsjónvarpi, har ið hann fyri upptøkutólinum bar fram sjálvinkriminerandi útsagnir við týðiligum bláum merkjum í andlitinum. Eg beri ótta fyri, at henda sokallaða ”játtanin” fór fram undir tvingsli, og at Sofia Sapega verður afturhildin, tí at myndugleikarnir vilja brúka hana til at leggja trýst á Raman Pratasevich. Amnesty International hevur skjalprógvað víðfevnda píning og aðra ringa viðferð, brot á rættin til rættvísan rættargang og tilvildarliga rættarsókn av friðarligum mótmælisfólki og óheftum journalistum í Hvítarusslandi.
Blíðar heilsur
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at hvítarussiski ríkisákærin, Andrei Shved, beinanvegin sleppir Raman Pratasevich og Sofiu Sapega leysum!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.