TAÐ VAR Í SAMBANDI VIÐ EITT SÚKKLUÁTAK Í MINSK Í OKTOBUR 2016, AT TANN HVÍTARUSSISKA LØGREGLAN HANDTÓK TANN 23 ÁRA GAMLA DZMITRY PALIYENKA. HANN VARÐ SEINNI DØMDUR TVEY ÁRA FONGSUL. NÚ AVBYRGJA FANGAVØRÐIRNIR HANN FRÁ UMHEIMINUM. SJÁLVT HINIR FANGARNIR BLÍVA REVSAÐIR, UM TEIR TOSA VIÐ HANN.
Tíggju dagar er long tíð, um tú ongan sleppur at tosa við. Men tað er ikki bara teir tíggju dagarnar um mánaðin, har ið tann 23 ára gamli Dzmitry Paliyenka situr avbyrgdur í fongslinum, at hann kennir seg einsamallan. Restina av tíðini er tað harafturat ógvuliga torført hjá honum at fáa samband við familju og vinfólk. Roynir hann at senda eitt bræv, kemur tað næstan ongantíð fram. Og tá ið vinfólk á nýggjárinum í fjør skipaðu fyri einum brævskrivingarátaki til at vísa honum samhug, fekk hann einki av brøvunum. Sjálvt hinum fangunum í fongslinum hava fangavørðirnir givið strong boð um ikki at tosa við hann, og teir, sum gera, verða revsaðir.
Dzmitry varð í oktobur 2016 dømdur tvey ára fongsul m.a. fyri at hava skrætt jakkan hjá einum løgreglumanni undir einum friðarligum súkkluátaki í tí hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk, tann 29. apríl 2016. Tey luttakandi mótmæltu fleiri avmarkingum mótvegis fólki á súkklu. Hann var tann einasti, sum varð dømdur. Undir rættarmálinum viðgekk løgreglumaðurin tó, at hann ikki við vissu dugdi at siga, um tað veruliga var Dzmitry, sum hevði oyðilagt jakkan. Og har vóru eingi onnur vitnir. Kortini varð Dzmitry dømdur sekur.
Tað er ómetaliga torført hjá Dzmitry at samskifta við umheimin. Fangavørðirnir eygleiða allar fundir við sakføraran og pápan og lesa og sensurera allan post. Hann hevur tó sagt teimum, at hann fyri tveimum mánaðum síðan fekk eitt sár á beinið, sum ikki er grøtt aftur, og sum læknarnir í fongslinum ikki vilja viðgera. Tað er óvist, hvussu hann hevur fingið sárið. Dzmitry hevur eisini astmu. Fangavørðirnir hava sett hann at arbeiða í einum umhvørvi við nógvum støvi, og tað ger astmuna verri. Vit vita ikki, um hann fær viðgerð fyri astmu, men tey næstu skyldfólkini bera ótta fyri, at hann ikki ger.
Skriva undir, so heita vit á myndugleikarnar um beinanvegin og treytaleyst at sleppa Dzmitry Paliyenka, sum bara er dømdur fyri friðarliga aktivismu, leysum.
Til Dzmitry verður leyslatin, heitir Amnesty eisini á myndugleikarnar um at geva honum viðgerð fyri astmu og sárið hjá sær og at tryggja, at hann ikki verður settur at gera arbeiði, sum skaðar heilsuna hjá honum. Og vit heita eisini á myndugleikarnar um at sleppa honum í samband við familjuna og at tosa við sakføraran í trúnaði.