DR. MUDAWI, SUM TELIST MILLUM KENDASTU MANNARÆTTINDAAKTIVISTAR Í SUDAN, ER Í VANDA FYRI DEYÐAREVSING FYRI SÍTT ARBEIÐI Í M.A. DARFUR. VITNIR SIGA, AT HANN ER VORÐIN PÍNDUR Í FONGSLINUM.
Dr. Mudawi Ibrahim Adam hevur fingið fleiri altjóða virðislønir fyri sítt mannarættindaarbeiði í Sudan. Hann stovnaði Sudan Social Development Organization (SUDO), sum arbeiðir við hjálparverkætlanum millum krígsraktar familjur, m.a. í Darfur. Aftur at tí er hann professari í verkfrøði við universitetið í Khartoum.
Í desembur 2016 verður familjupápin dr. Mudawi handtikin. Ta fyrstu vikuna veit familjan einki, hvar ið hann er. Sambært eini samrøðu við familjuna verður heimið fleiri ferðir endavent, og telefonirnar verða avlurtaðar. Frá leyslatnum fangum frættir familjan, at dr. Mudawi er farin í hungursverkfall at mótmæla, at hann ikki fær samband við umheimin.
Tað ganga 51 dagar, áðrenn familjan fær samband við hann. Ein slakan mánað seinni sleppur hann at tosa við sakførara, men ikki fyrr enn hann hevur sitið fastur í fimm mánaðir, verður hann alment ákærdur.
Myndugleikarnir hava ákært dr. Mudawi fyri seks brot. Hann er eitt nú ákærdur fyri at hava njósnast, fyri at hava fingist við samfelagsfíggindaligt virksemi og fyri at hava lopið ósannindir út í orð. Tvær av ákærunum kunnu geva lívstíð ella deyðarevsing, hinar fýra millum seks mánaða og tíggju ára fongsul.
Amnesty ivast ikki: Dr. Mudawi er handtikin og ákærdur orsakað av sínum mannarættindaarbeiði.
PÍNDUR Í FONGSLINUM
Vitnir siga, at dr. Mudawi er vorðin píndur í fongslinum. Stjórnarumboð bukaðu hann ógvusliga, meðan hann varð bundin á hond og fót upp at einum stólpa í fongsulsgarðinum.
Amnesty hevur fyrr skjalprógvað viðurskiftini í ríkisvarðhaldsfongslinum, har tey ákærdu vanliga eru innilæst alt samdøgrið. Í klivunum, sum eru 4×5 metrar, sita 25-30 fangar. Har er eingin útlufting, og um kvøldið er einki ljós. Fangarnir fáa tvær máltíðir um dagin og sleppa á ves tvær ferðir um dagin. Fongslið lýkur hvørki staðbundna, sudanska lóggávu ella altjóða reglur um fangaviðferð.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at dr. Mudawi er vorðin handtikin fyri sítt mannarættindaarbeiði. Í desembur 2003 varð hann afturhildin í átta mánaðir í sambandi við sítt arbeiði í Darfur. Í januar 2005 varð hann handtikin og leyslatin tveir mánaðir seinni. Og í mai 2005 varð hann aftur afturhildin í átta dagar.