FYRI TVEIMUM DØGUM SÍÐAN BENDI LÍTIÐ Á, AT TAÐ FÓR AT HENDA. DÓMARIN HEVÐI GIVIÐ BOÐ UM AT SLEPPA KHALIL LEYSUM, MEN POLITIIÐ HELT HONUM AFTUR OG HELT FRAM AT PÍNA HANN. MEN EFTIR 465 DAGAR Í FONGSLI ER HANN NÚ LOKSINS LEYSLATIN.
Sambært rættarúrskurði tann 21. august skuldi Khalil latast leysur ímóti 50.000 EGP (uml. 37.000 krónum) í veðhaldi. Hann varð fluttur á Raml-politistøðina í strandarbýnum Alexandria, meðan bíðað varð eftir, at veðhaldið fekk virknað. Men heldur enn at sleppa honum leysum helt politiið fram at berja hann av, til hann at enda fall í óvit. Tá ið hann raknaði við aftur, skuldsetti politiið hann fyri nýggj viðurskifti, millum annað harðskap ímóti einum tænastumanni.
”Islam Khalil átti ongantíð at verið fongslaður. Men heldur enn at sleppa honum leysum alt fyri eitt finnur ríkistrygdarpolitiið upp á nýggjar skuldsetingar og fremur enn meira harðskap ímóti honum. Málið um Islam Khalil vísir okkum, hvussu átrokandi tað er, at teir egyptisku myndugleikarnir nú seta tiltøk í verk fyri at basa tvingsilshvørvingum, píning og øðrum harðskapi.”
– Magdalena Mughrabi, varastjóri hjá Amnesty International í Miðeystri og Norðurafrika
Eftir 465 dagar í fongsli er Islam loksins heima hjá sær sjálvum. Vit senda honum góðar tankar og halda fram at arbeiða fyri rættvísi í sakini hjá honum.