13. februar 2024
Ísrael/hersettu palestinsku økini: prógv um ólóglig álop á Rafah
Nýggj kanning hjá Amnesty International vísur, at ólóglig álop á Rafah hava týnt heilar familjur. Í minsta lagi 95 sivilir palestinar, av teimum 42 børn, vórðu dripin í fýra ísraelskum álopum á Rafah, sum Amnesty International hevur eftirkannað. Í álopunum varð ikki skilt millum sivil og hernaðarlig mál, og eigur hetta tí at verða kannað sum krígsbrotsverk.
Sambært ísraelsku mynduleikunum, var sunnari partur av Gazageiranum tryggur hjá sivilum palestinum at leita sær trygd. Men nýggj kanning hjá Amnesty International vísur júst tað øvugta. Familjur, sum vóru flýddar til Rafah at finna trygd, eru dripnar í ísraelskum álopum.
Amnesty International hevur kannað fýra álop á Rafah. Trý av álopunum vórðu framd beint eftir humanitera støðgin í desembur 2023, og tað fjórða í junuar 2024. Í minsta lagi 95 sivilir palestinar, av teimum vóru 42 børn, vórðu dripnir av hesum álopunum.
Børn í familjuni Nasman. Fimm av teimum vórðu dripin í álopum á Rafah.
Hesa vikuna hevur Ísraelski herurin økt um krígsførsluna í Rafah, hóast fleiri enn ein millión sivilir palestinar eru flýddir til rafah úr øðrum pørtum í Gazageiranum. Álop á Rafah fara mest sannlíkt at hava vanlukkuligar avleiðinar fyri hesi menniskju, sum eru stúgvað saman á 63 km2, og hvaðar fólk allatíð leggjast afturat í leitanini eftir tryggleika.
“Eftir fyribils høvuðsúrskurðinum hjá Altjóða Dómstólinum um, at vandi fyri fólkadrápi er til staðar og er hóttandi, undirstrika ræðuligu staklutirnir í hesum álopinum økta tørvin av, at lond leggja trýst á fyri at fáa eina varandi vápnahvíld í lag alt fyri eitt. Tað er mest munagóði mátin at seta í verk fyribils átøkini, sum dómstólurin hevur kravt. Tey (álopini, red.) vísa eisini á týndingin av einum víðfevndum vápnastøðgi móti øllum pørtum í stríðnum” sigur Erika Guvera-Rosas, stjóri fyri kanningararbeiði hjá Amnesty International.
Í hesum fýra bumbuálopunum hevur Amnesty ikki funnið prógv fyri, at húsini, sum vórðu rakt, vóru hernaðarlig mál. Amnesty er av teirri orsøk ørkymlað um, hvørt hesi álopini vórðu beinleiðis rættað sivilum fólkum og lutum.
“eg vaknaði aftur á sjúkrahúsinum. Tað fyrsta, eg minnist, var, at eg spurdi eftir mínum børnum”
-Isam Harb, 30 ára gamal palestinskur pápi í Rafah.
Amnesty heitur á, at álopini verða kannaði sum krígsbrotsverk.
“Hóast tey leitaðu sær skjól í økjum, sum eftir boðum vóru trygg, vórðu heilar familjur týndar av ísraelskum álopum, sum vórðu framd uttan at ávara um tey framanundan. Hesi álopini vísa eitt áhaldandi mynstur, har ísraelsk hernaðarlið ikki tykjast at látast um altjóða lóg, sum er í stríð við uppáhald hjá ísraelsku myndugleikunum um, at teirra herliðini taka størri atlit fyri at avmarka skaða á sivil” sigur Erika Guevara-Roasa, stjóri fyri kanningararbeiði hjá Amnesty International.
Um ísraelsk herlið høvdu eina ætlan at leypa á lóglig hernaðarlig mál í økinum, megnaðu herliðini ikki at skilja ímillum hernaðarlig og sivil mál, sum tey hava skyldu til, er niðurstøðan hjá Amnesty International.
Kanningarnar hjá Amnesty benda eisini á, at ísraelski herurin ikki ávaraði fólkini áðrenn álopini.
Trý av fýra álopum, sum Amnesty International hevur kannað, fóru fram um náttina, meðan fólk m.a. familjur, riknar úr øðrum økjum, kundu væntast at sova.
“Millum tey dripnu í hesum ólógligu álopunum var ein smágenta, sum ikki var tríggjar vikur, ein framúrskarandi 69-ára gamal pensjóneraður lækni, ein journalistur, sum bjóðaði flýddum familjum at búgva hjá sær og ein mamma, sum deildi song við 23-ára gomlu dóttur sína. Vitnisfrágreiðingarnar, sum syrgjandi yvirlivandi søgdu frá, skulu vera ein áminning um, at hesar ræðuligu brotsgerðirnar í Gazageiranum eru ein blettur á felags samvitsku heimsins” segði Erika Guevara-Rosas.
Amnesty International kannar grov brot á mannarættindi og krígsbrotsverk. Vit hava áður prógvað krígsbrotsverk.
Soleiðis kannaði Amnesty loftálopini á Rafah
Umboð fyri Amnesty International vitjaði støðini, har álopini raktu og tók myndir og filmsupptøkur av oyðileggingunum.
Amnesty gjørdi samrøður við 18 fólk: 14, sum yvirlivdu og fýra, sum luttóku í bjargingartiltøkunum.
Crisis Evidence Lab hjá Amnesty greiðnaðu fylgisveinamyndir, myndir og filmsbrot fyri at staðseta og vátta álopini og oyðingina. Vápnaserfrøðingar hjá Amnesty kannaðu myndir av brotum av vápnaútgerð, sum varð funnin eftir álopini.
Amnesty fór eisini ígjøgnum samskifti um álopini hjá ísraelska herinum og funnu einki um hesi fýra álopini.
19. og 30. januar 2024 setti Amnesty International seg í samband við ísraelska herin við spurningum um álopini, men vit hava einki svar fingið.
“kropparnir á børnum mínum vórðu skræddir sundur”
12. desembur 2023 kl. 3 um náttina rakti eitt ísraelskt loftálp tvey hús, sum familjan Harb átti, í Al-Zuhour býlinginum. 25 sivil vórðu dripin og av teimum vóru tíggju børn, níggju menn og seks kvinnur. Eina kvinnan var í áttanda mánaði.
Í minsta lagi 17 onnur vóru særd av álopun, sum legði tey tvey húsini í oyði og voldi ringan skaða á trý onnur heim, og sum fólk doyðu av.
Isam Harb, 30 ára gamal, misti trý av sínum fýra børnum í álopunum: fimm ára gomlu tvíburðadøturnar Jude og Maria umframt seks mánaða gamla sonin, Ammar.
Hann lýsti ræðuligu løtuna fyri Amnesty, tá ið álopið rakti:
“Eg hoyrdi eina stóra spreinging. Eg minnist ikki, at hava sæð nakað sum helst. Eg hoyrdi bara eitt hart brak og misti vitið. Eg vaknaði á einum sjúkrahúsið. Tað fyrsta, eg minnist, var at spyrja eftir mínum børnum. Bara Leen, mín fýra ára gamli, yvirlivdi. Familja mín brúkti fleiri dagar at grava tað, sum var eftir av teimum deyðu úr húsaleivdunum. Líkið av beiggja mínum, Khalil (25 ár, red.) varð funnið í pettum 200 metrar frá húsinum orsaka av megini í álopinum. Smáu kropparnar hjá mínum børnum vórðu skrædd í smálutir”.
Isam segði Amnesty frá, at familjulimirnir ikki vistu, hví teirra hús varð rakt, og at tey ikki høvdu fingið nakra ávaring áðrenn álopið. Mamma, tvær systrar og tveir beiggjar hansara vórðu dripin í álopinum.
Isam greiddi frá, at familja, sum vórðu flýdd grá Gaza býi, búði hjá teimum. Hann segði, at tað var tøtt familja, sum tey kundu væl og vistu, at tey ikki vóru partar av nøkrum politiskum bólkum.
Systir Islam, Ahlam Harb, kom undan við lívinum, men hon er illa løstað og amputeraði sjálv eina fingurin. Hon segði við Amnesty, at tað var eitt undur, at hon og børn hennara eru á lívi:
“Tað er eitt undur at eg eri á lívi og tosi við teg. Eg havi pínu allatíðina, serliga í lungunum, havi enn torført við at anda.. Eg misti mammu mína. Mína systur, Najwa, mann hennara, og øll teirra børn vórðu dripin. Abir, mín tættasta systir, hon eg havi kærast, varð eisini dripin. Tað knústi meg fullkomiliga. Vit kendu beiggja mín, Mohammed Al-Hadi, aftur út frá hárinum; einki var eftir av beiggja mínum Khalil uttan hansara hond.. Míni børn vóru bjargað undan húsaleivdunum á lívi. Eg hyggi eftir teimum og kann ikki trúgva at tey enn eru á lívi.”
Vitnisfrágreiðingar og myndatilfar vísur, at húsini vórðu rakt meira enn eina ferð, tí tað eru tvey spreingihol. Ísraelskir myndugleikar hava ikki givið nakra frágreiðing um álopið.
Lesið fleiri virnisfrágreiðingar á altjóða heimasíðuni hjá Amnesty International.
LES MEIRA
Fólkadráp, altjóða rættvísi og krígsbrotsverk – hvat merkir tað?
Prógv, Amnesty hevur savnað, verða brúkt í altjóða dómstólinum
Fáið vápnahvíld í lag