Ísrael og hersettu palestinsku økini: avtala um at leyslata gíslar og fangar skal slóða fyri fleiri leyslatingum og varandi vápnahvíld
Ísrael og Hamas hava gjørt avtalu um at 50 gíslar – flestu ísraelskar kvinnur og børn – verða leyslatnir í býti við 150 palestinskar fangar – fleiri av teimum børn – og ein humaniteran støðg í fýra dagar. Amnesty International heitir á, at avtalan slóðar fyri, at allir gíslar í Gazageiranum og palestinskir fangar í Ísrael verða leyslatnir og at varandi vápnahvíld kemur í lag.
Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International, segði:
“Tíðindini um, at í minsta lagi 50 gíslar, tiknir av Hamas og øðrum vápnaðum bólkum, og 150 palestinskir fangar, sum eru í ísraelskum fongslum, verða leystlatnir verður ein kærkomin lætti hjá teimum raktu og famljum teirra. Men nógv meira skal gerast fyri at basa áhaldandi líðingini og órættvísinum.
Vit heita á øll, sum samráðast nú í fyrsta støðginum, ísraelskar myndugeikar
umframt Hamas og aðrar vápnaðir bólkar um at gera alt tað, tey eru ment fyri
at tryggja, at humaniteri støðgurin verður longdur til eina varandi vápnahvíld.
-AGNÉS CALLAMARD, ALTJÓÐA AÐALSKRIVARI Í AMNESTY INTERNATIONAL
Hóast ræðuliga roynslan hjá leyslatnu gíslunum er komin at enda, verða traumaini drúgv. Vit endurtaka okkara áheitan á allar vápnaðar bólkar um at beinanvegin leyslata øll sivilu, sum framvegis verða hildin sum gíslar í Gazageiranum. Leyslatingin av palestinsku fagnunum eigur ikki at vera ein fortreyt fyri at leyslata gíslarnar. Gíslatøka er eitt krígsbotsverk og tey, sum hava burturflutt og rænt frælsið frá teimum sivilu, skulu ábyrgjast.
Vit heita eisini á ísraelsku myndugleikarnar um at leyslata allar palestinar, sum av órætti eru handtiknir, herundir teir, sum fyrisitingarliga eru handtiknir uttan skuldseting og rættarmál. Av teimum, sum verða leyslatinir, eru nógv varðhaldsfongslaði børn – tann yngsti er 14 ár – sum ikki hava fingið dóm. Ísrael skal altíð liva upp til skyldurnar um at leyslata tilvildarliga handtiknar palestinar.
Tær seinastu vikurnar hava kanningar hjá Amnesty avdúkað eina ørkymlandi versnan av umstøðunum hjá palestinskum fangum, herundir at píning er nýtt sum revsing, at fangar eru eyðmýktir, og at nýtslan av fyrisitingarligum varðhaldi og “neyðatgerðum” er hækkað, sum er ein grim og ómenniskjalig viðgerð av handtiknum.Tilvildarligar handtøkur, píning og annar ágangur eru krígsbrotsverk, verða tey framt móti vardum persónum í einum hersettum øki.
Fýra daga langi humaniteri støðgurin gevur eitt stutt andarúm hjá teimum meira enn tveimum milliónum sivilu í Gazageiranum, sum hvønn dag hava verið fyri ísraelsku miskunnarleysu atsóknunum. Men at støðga álopunum í nakrar dagar er ikki nóg mikið at loysa vanlukkuligu líðingina ella lætta um ræðuliga skaðan á sivila fólkið.
Vit heita á øll, sum samráðast nú í fyrsta støðginum, ísraelskar myndugeikar umframt Hamas og aðrar vápnaðir bólkar um at gera alt tað, tey eru ment fyri at tryggja, at humaniteri støðgurin verður longdur til eina varandi vápnahvíld.
Náðileysa ísraelska bumbingin hevur viðført hópdráp og líðing hjá milliónum, og styrkin og vavið av oyðilegging og líðing er uttan fyridømi. Fleiri enn 14.000 fólk, herav 5.500 børn, eru dripin í Gazageiranum. Fleiri enn 1.200 fólk vórðu dripin í ræðuligu álopunum hjá Hamas og øðrum vápnaðum bólkum á Ísrael 7. oktobur. Herda kringsetingin av Gazageiranum hevur nú eisini kvett fyri vatni, mati, sjúkraútgerð og heilivági umframt brennievni til fólk, sum eru í ovurhondsstórari neyð. Hetta er ein grim gerð og er ein tilætlað kollektiv revsing av sivila fólkinum í Gazageiranum.
Í Amnesty International endurteka vit áheitanina um eina meiningsfulla og effektiva vápnahvíld – eina, sum fevnur um allan Gazageiran og varar nóg leingi til at kunna veita veruligan linna; eina, sum tryggjar, at sivil og hjálparfólk frítt og trygt kunnu flyta seg runt í øllum Gazageiranum; eina, sum ger tað møguligt at finna tey dripnu og at jarða og syrgja tey, at løstaði fáa veruliga røkt og viðgerð, og at sjúkrahús og klinikkir verða umvæld og fáa neyðugu útgerðina.
Eisini endurtaka vit, at óheftir eygleiðarar, herundir starvsfólk hjá hásendiharranum fyri mannarættindi undir ST, kanningarkommissjónin fyri Ísrael og hersettu palestinsku økini, serligi rapportørurin í hersettu palestinsku økjunum undir ST, Altjóða Revsidómstólurin og mannarættindafelagsskapir, so sum Amnesty International, fáa atgongd til Gzageiran fyri at kanna ólógligu álopini og onnur brot á altjóða humanitera fólkarættin framd av øllum pørtum.”
Hvat Amnesty International heldur ein vápnahvíld skal fevna um er at lesa her.