HENDA MÁNAÐIN ERU LIÐIN 11 ÁR, SÍÐAN ÍSRAEL SETTI TANN ÓLÓGLIGA STONGSILIN AV GAZA-GEIRANUM Í VERK. TÍ MINNA VIT ÍSRAELSKA FORSÆTISRÁÐHARRAN, BENJAMIN NETANYAHU, Á, AT TÍÐIN ER BÚGVIN AT TAKA STONGSILIN AV AFTUR. SKRIVA UNDIR FYRI AT VÍSA PALESTINUM, SUM LIVA AVBYRGDIR Í GAZA, SAMHUG.
Síðan 30. mars 2018 hava ísraelskir hermenn og sníkiskjúttar dripið meira enn 100 palestinar umframt sært aðrar í túsundatali. Í minsta lagi 12 av teimum dripnu vóru børn. Hetta hendi í sambandi við mótmælistiltøk fram við girðingini millum Gaza og Ísrael. Palestinarnir mótmæltu tí ólógliga land-, loft- og havstongslinum.
Millum mótmælisfólkini var fótbóltsspælarin Mohammad Khalil Obeid. Ísraelskir hermenn skutu hann í bæði beinini, tá ið hann mótmælti friðarliga nærindis tí ísraelska markinum. Skotini hava endað hansara yrkisleið sum fótbóltsspælari, og hann má nú undir skurð fyri at sleppa á føtur aftur.
Hendingin fór fram í sambandi við eitt mótmælistiltak tann 30. mars at mótmæla stongslinum av Gaza. Mohammad tók upp við bakinum vendum móti markinum, og upptøkan vísir løtuna, tá ið hann varð skotin. Eftir upptøkuni at døma stendur hann í einum avsíðis øki, langt frá girðingini, og er eingin hóttan ímóti teimum ísraelsku hermonnunum.
”Vit vildu hava boðskapin út til allar felagsskapir, tjóðir og ríkisleiðarar, so at tey síggja, hvat vit fara ígjøgnum, tí eingin hevði góðtikið tað nakra staðni í verðini,” sigur hann.
Misnøgdin kom í hæddina tann 14. mai í ár, tá ið tann amerikanska sendistovan, á 70 ára stovningardegnum hjá tí ísraelsku tjóðini, varð flutt til Jerusalem. Bara henda dagin lógu 59 palestinar eftirá. Í Amnesty síggja vit tað sum eitt dømi afturat um, at Ísrael brúkar alt ov ógvisligt vald móti mótmælisfólkum, sum ikki eru nøkur beinleiðis hóttan.
Undir tí ólógliga stongslinum av Gaza er frælsið hjá íbúgvunum at flyta seg munandi avmarkað. Farleiðin úr Gaza til Ísrael er avmarkað til tað, sum ísraelski herurin kallar heilt serlig neyðsynjarørindir. Tí eru tað mestsum bara fólk við bráðfeingis heilsutrupulleikum og týðandi palestinsk vinnulívsfólk, sum sleppa fram við stongslinum.
Stongsilin hevur stórar avleiðingar fyri fólkið í Gaza. 70 prosent av íbúgvunum eru flóttafólk, og Ísrael sýtir teimum at fara heim aftur. Aftur at tí hava tey mongu kríggini havt við sær, at undirstøðukervið er vánaligt, heilsuskipanin afturúrsigld og búskapurin uppsteðgaður. Fólk í túsundatali hava bráðtørv á at koma undir læknahond uttan fyri Gaza-geiran, har ísraelar ofta sýta teimum atgongd. Og sjúkrahúsini í Gaza hava ikki umstøður og orku til at hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp.
Sum hersetingarvald hevur Ísrael eina skyldu at tryggja, at tann grundleggjandi tørvurin hjá tí vanliga fólkinum er nøktaður. Ísraelsku myndugleikarnir skulu beinanvegin taka tann ólógliga stongsilin av og gevast at revsa alt fólkið í Gaza undir einum. Altjóðasamfelagið má gevast at látast ikki at síggja tey ræðuligu mannarættindabrotini, sum hvønn dag fara fram í Gaza.