Í Japan ber framvegis ikki til at giftast við einum av sama kyni. Tíðin er búgvin at broyta hetta. Hjálp okkum at tryggja, at allir japanarar sleppa at giftast við sínum maka.
Amor spyr ikki um tína kynsligu sannføring, áðrenn hann skjýtur pílin avstað. Sama hvørji vit eru – uttan mun til kyn, kynsamleika ella kynsliga sannføring – kunnu vit blíva forelskað. Men hjá japonskum LGBTI’arum* kann kærleikin ikki hava hjúnaband við sær, tí japonsk lóggáva viðurkennir bara hjúnaband ímillum mann og kvinnu.
Tað hevur ikki bara kensluligar avleiðingar, men eisini løgfrøðiligar. Samkynd pør kunnu t.d. ikki ættleiða saman, tekna felags heilsutrygging ella arva sínámillum. Gerst annar parturin sjúkur, sleppur hin ikki at taka avgerðir um røkt. Í summum førum sleppa tey heldur at vitja makan, av tí at sjúkrahúsið bara loyvir nær skyldum vitjandi. Tá ið náttúruvanlukkur raka, hava tey ikki rætt til kunning um, hvar makin er.
Hví nú?
Tíðn er komin at leggja trýst á teir japonsku myndugleikarnar. Í 2020 verður Japan ætlandi vertur fyri summar-OL, og tann olympiski sáttmálin áleggur vertslondunum at tryggja øllum teirra borgarum somu viðferð, eisini tá ið talan er um kyn og kynsliga sannføring.
Í 2015 samtykti Shibuya-kommunan eina serreglu, sum ger, at kommunan alment kann viðurkenna samkynd parløg. Reglan geldur bara fyri ta staðbundnu kommununa, men slíkar reglur slóða fyri og leggja trýst á landsmyndugleikarnar.
Meirilutin av tí japanska fólkinum tekur undir við at geva LGBTI’arum javnrættindir. Serliga millum tað unga fólkið er undirtøkan stór, og pride-luttøkan veksur hvørt ár. Stórar privatar fyritøkur sum Sony og Dentsu eru eisini farnar at javnseta LGBTI’arar við onnur starvsfólk.
Ein avbjóðing er tann japanska mentanin, sum er lítið tolsom mótvegis tí, sum á onkran hátt er øðrvísi. Flestu LGBTI’arar aftra seg við at spretta, bæði mótvegis skyldfólki og starvsfeløgum, men trupulleikin er serliga stórur í teimum afturhaldssinnaðu økjunum uttan fyri býirnar. Tí snýr ein partur av okkara arbeiði seg um kunning.
Ein mannarættur
Øll menniskjur – uttan mun til kyn, kynsamleika og kynsliga sannføring – hava rætt til somu viðferð uttan mismun. Hjálp okkum at leggja trýst á teir japonsku myndugleikarnar at fáa teir at geva øllum japanarum somu viðferð fyri lógini og basa mismuni.
*LGBTI stendur fyri Lesbian, Gay, Bi-sexual, Transgender and Intersexual (samkyndar kvinnur, samkyndir menn, tvíkynd, tvørkynd og hvørkikynd)