ORSAKAÐ AV SÍNUM FRIÐARLIGA STRÍÐI FYRI AT VERJA GRANNALAGIÐ HEVUR TEP VANNY VERIÐ FYRI ÁGANGI OG VALDSGERÐUM OG ER VORÐIN FONGSLAÐ. Í DAG SITUR HON EIN DÓM UPP Á HÁLVT TRIÐJA ÁRA FONGSUL. HENNI TØRVAR TÍN STUÐUL FYRI AT SLEPPA LEYS.
Tep Vanny hevur í sløk tíggju ár vart býlingin hjá sær mitt í Phnom Penh, har ið familjur í túsundatali eru tvingaðar úr egnum húsum.
Tað byrjaði av álvara í 2007, tá ið vatnið Boeng Kak í Phnom Penh varð útleigað til íleggjarar, sum vildu fylla tað og byggja marglætisbústaðir og harvið floyma yvir og ríva niður heimini hjá fólkinum á staðnum. Ein tann virknasti aktivisturin í mótstøðuni á staðnum var Tep Vanny.
Saman við øðrum aktivistum, nógvar teirra kvinnur, hevur hon verið fyri ágangi og er vorðin sligin, handtikin og fongslað fyri at finnast at stjórnini og ætlanunum hjá íleggjarunum.
”Tað er heilt greitt, at myndugleikarnir brúka dómstólarnar til at læsa meg inni, teppa meg og bróta mítt áræði niður”, sigur Tep Vanny sjálv.
Hóast avbjóðingarnar hevur Tep Vanny hildið á við sínum ótroyttiliga stríði fyri rættvísi. Men henni tørvar eisini tín stuðul. Beint nú situr hon nevniliga fongslað saman við nógvum øðrum djørvum aktivistum í Kamboddja.
Skriva undir og hjálp okkum at leggja trýst á stjórnina at fáa hana at sleppa Tep Vanny leysari beinanvegin og sleppa øllum ákærum móti henni.
Undirskriftirnar, sum verða innsavnaðar um allan heimin, verða latnar forsætisráðharranum í Kamboddja, Hun Sen.