Omoyele Sowore úr Nigeria er ákærdur fyri svikaráð, tí at hann hevur stríðst fyri, at stjórnin skal kunna verða stillað til svars fyri sínar gerðir. Hann kann verða dømdur til deyða. Krev, at teir nigerisku myndugleikarnir sleppa øllum ákærum ímóti honum.
Tað var fyrst í august 2019, at vápnaðir menn handtóku nigeriska Omoyole Sowore, eftir at hann hevði eggjað fólki til at mótmæla undir hassjtagginum #RevolutionNow. Stjórnin í Nigeria metti útsagnirnar hjá Sowore at vera eina eggjan til at koppa stjórnini. Trygdarløgreglan hevur seinni latið Sowore leysan móti veðhaldi, men hann er ákærdur fyri svikaráð. Verður hann dømdur, kann hann fáa lívlangt fongsul ella deyðadóm.
Málið hevur skund! Hann skal ikki dømast til deyða fyri at krevja av stjórnini, at hon tekur ábyrgd av fólkaræði.
Sowore droymir um eitt Nigeria, har ið stjórnin kann verða stillað til svars fyri sínar gerðir móti fólkinum. Sowore er fyrrverandi forsetaevni. Í dag er hann bókaútgevari og fólkaræðisaktivistur. Saman við øðrum hevur hann gjørt tíðindasíðuna Sahara Reporters, ið fæst við at avdúka spilling og embætismisnýtslu í Nigeria. Hann og familjan búgva vanliga í USA.
Hjálp okkum at fáa myndugleikarnar at sleppa øllum ákærum móti Sowore! Skriva undir nú!
”Eg eri ógvuliga stúrin um Omoyele Sowore. Í ringasta føri verður hann dømdur til deyða fyri at hava stríðst fyri einum meira fólkaræðisligum Nigeria. Eg meti, at politiskar grundir búgva undir ákærunum móti Sowore, og at talan er um eina roynd at fáa atfinningarnar at hvørva,” sigur Elise Bangert, politiskur ráðgevi hjá Amnesty International Danmark.
OKKARA KRØV
Krev, at teir nigerisku myndugleikarnir:
- beinanvegin sleppa øllum ákærum móti Omoyele Sowore. Hetta geldur eisini fyri Olawale Bakare og Agba Jalingo, sum eru ákærdir fyri lík viðurskiftir.
- lova fólkinum at mótmæla friðarliga og journalistum at siga og skriva tað, teir hava hug til, uttan ótta og stúran.
Undirskriftirnar, sum verða sendar forsetanum í Nigeria, Muhammadu Buhari, gera sítt til at leggja trýst á myndugleikarnar í landinum og vísa, at altjóðasamfelagið fylgir væl við gongdini.
BAKSÝNI
Myndugleikarnir í Nigeria gera seg alt meira inn á mannarættindastríðsfólk, sum brúka rættin at siga sína hugsan og mótmæla friðarliga. Teir loypa ótta á journalistar, bloggarar og mannarættindastríðsfólk og gera teimum ónáðir bæði við orðum og kropsligum ágangi. Við tilvildarligum handtøkum, afturhaldingum og rættarsóknum misbrúka myndugleikarnir lógina um KT-brotsverk og yvirgangang.
- august 2019: Á eini av sínum vanligu ferðum til heimlandið verður Sowore handtikin, av tí at hann á teimum sosialu miðlunum skipar fyri einum mótmælisátaki móti stjórnini undir hasstagginum #RevolutionNow.
- august 2019: Løgreglufólk handtaka Agba Jalingo, sum er journalistur á tíðindasíðuni CrossRiverWatch. Í eini grein hevur hann kravt, at stjórnin almannakunnger ein roknskap. Løgreglan heldur Jalingo aftur í 33 samdøgur, uttan at hann sleppur fyri ein dómara, og uttan at hann fær samband við sakføraran hjá sær og familjuna. Hann verður síðan ákærdur fyri svikaráð og fyri at hava almannakunngjørt rangar upplýsingar og eggjað til yvirgang.
- septembur 2019: Sowore fær boð um at møta í rættinum saman við tí 21 ára gamla lesandi Olawale Bakare, sum varð handtikin í sambandi við eitt #RevolutionNow-tiltak í august.
- oktobur 2019: Hægstirættur í landinum gevur boð um, at rættarmálið móti Agba Jalingo skal halda fram í loyndum. Tað merkir, at almenningurin ikki sleppur at fylgja rættarmálinum, og tí er ivasamt, um rættargangurin er rættvísur.
- desembur 2019: Sowore er fyribils leyslatin, men verður við harðskapi trýstur niður í gólvið í einum rættarsali og handtikin aftur. Hendingin vekir øsing á teimum sosialu miðlunum.
- desembur 2019: Eftir næstan fimm mánaðir í fongsli verður Sowore leyslatin móti veðhaldi. Men ákærurnar ímóti honum standa við, og verður hann dømdur, kann hann fáa bæði lívlanga fongsulsrevsing og deyðadóm.
Keldur:
https://www.nytimes.com/2019/12/24/world/africa/nigeria-omoyele-sowore-released.html
https://www.amnesty.org/en/latest/news/2019/11/nigeria-sowore-bakare-and-jalingo-declared-prisoners-of-conscience/
http://saharareporters.com/2019/11/12/sowore-continues-hunger-strike-sixth-day-protest-continued-detention
https://www.hrw.org/news/2019/11/15/nigeria-despite-court-order-activist-still-held
https://www.youtube.com/watch?v=YFv5JbzyOrg
https://www.amnesty.org/en/documents/afr44/1447/2019/en/
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.