EIN KINESISKUR AKTIVISTUR ER DØMDUR TRÝ ÁRA FONGSUL FYRI AT GERA VART VIÐ ÁRSDAGIN FYRI VALDSGERÐIRNAR Á HIMMALFRIÐARTORGINUM Í BEIJING. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT FÁA CHEN BING LEYSLATNAN.
Nú um dagarnar eru 30 ár liðin, síðan herurin tók seg inn á Himmalfriðartorgið í Beijing at forða kinesarum í túsundatali í at mótmæla í allari friðarligheit. Fólk í hundraðtali lógu eftirá henda dagin.
Í apríl í ár varð aktivisturin Chen Bing dømdur hálvt fjórða árs fongsul fyri saman við trimum øðrum aktivistum at hava framleitt ein likør við einum navni, sum sipaði til dagin, tá ið Himmalfriðartorgið varð ruddað.
Kinesiskir myndugleikar hava hildið Chen Bing og hinum trimum aktivistunum aftur síðan 2016, tá ið teir framman undan ársdegnum fyri valdsgerðirnar á Himmalfriðartorginum lýstu við likørinum hjá sær á internetinum.
Sambært dóminum høvdu teir fýra aktivistarnir ”eggjað til ruðuleika”. Chen Bing, sum ongantíð hevur játtað seg sekan í at hava framt nakað brotsverk, hevur sum tann einasti av teimum fýra fingið fongsulsdóm.
SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT LEGGJA TRÝST Á KINESISKAR MYNDUGLEIKAR. AMNESTY KREVUR, AT KINESISKIR MYNDUGLEIKAR VERJA TALUFRÆLSIÐ HJÁ CHEN BING OG SLEPPA HONUM LEYSUM BEINANVEGIN OG VIÐ ONGUM TREYTUM.
Fu Hailu, Chen Bing, Zhang Junyong and Luo Fuyu, were formally indicted for “inciting subversion of state power” on 24 March 2017 for discussing the production of a label for “baijiu” (a Chinese alcohol) commemorating 4 June 1989, the date of the Tiananmen Square crackdown
BAKSÝNI
Á vári 1989 stevndu universitetslesandi í túsundatali inn á Himmalfriðgartorgið í Beijing. Tey mótmæltu í allari friðarligheit og kravdu politiskar nýskipanir í Kina. Mett verður, at meira enn ein millión kinesarar vóru savnaðir á torginum, tá ið mótmælistiltakið var í hæddini.
Stjórnin lýsti undantaksstøðu og sendi herin í Beijing at steðga mótmælistiltakinum. Í fyrstu syftu eydnaðist tað ikki hermonnunum at sleppa inn á torgið, av tí at beijingbúgvar tustu út á gøturnar og forðaðu herinum í at taka seg fram.
Náttina 4. juni 1989 vunnu stríðsvognar og alvápnað herlið fram at torginum. Hermenninir fóru at skjóta frá hond og myrdu og særdu mótmælisfólk í hundraðtali. Seinni vórðu mótmælisfólk afturhildin, fongslað og pínd. Kinesiska stjórnin hevur ongantíð viðurkent sær ábyrgdina av valdsgerðunum á Himmarlfriðartorginum.
MEIRA BAKSÝNI:
Hitt tveir navnframar aktivistar:https://amnesty.dk/nyhedsliste/2019/aktivisterne-fra-den-himmelske-freds-plads