WU GAN, SUM TELIST MILLUM KENDASTU AKTIVISTAR Í KINA, ER DØMDUR ÁTTA ÁRA FONGSUL FYRI AT HAVA ”ROYNT AT MÁA STØÐIÐ UNDAN STJÓRNARVALDINUM”. UNDIR VARÐHALDSFONGSLINGINI VARÐ HANN PÍNDUR, OG EINGIN SLAPP AT VITJA HANN. HJÁLP OKKUM AT FÁA WU GAN LEYSAN BEINANVEGIN!
Wu Gan er ein víðagitin kinesiskur mannarættindastríðsmaður. Nú roynir kinesiska stjórnin at teppa hann við harðari fongsulsrevsing. Tann órættvísi rættargangurin fór fram fyri afturlatnum hurðum, og Wu Gan slapp nóg illa at tosa við sakføraran hjá sær, áðrenn hann varð dømdur.
Hann er nú dømdur átta ára fongsul, umframt at missa síni politisku rættindir í fimm ár, fyri at hava ”roynt at máa støðið undan stjórnarvaldinum”. Tað ber í sær, at hann ikki kann fáast við mótmælisátøk, tey fyrstu fimm árini eftir at hann er leyslatin.
Wu Gan hevur greitt sakførarunum hjá sær frá, at hann er vorðin píndur, og at familjan ikki slapp at vitja hann, teir 28 mánaðirnar hann sat í fongsli. Sakførararnir hava eisini víst á, at Wu Gan hevur fingið nógv harðari revsing enn onnur mótmælisfólk. Hetta tí at hann ikki vildi at játta seg sekan undir rættarganginum.
MISTI SÍTT EGNA FRÆLSI, TÍ HANN STRÍDDIST FYRI TÍ HJÁ ØÐRUM
Tað var í mai 2015, at Wu Gan varð handtikin. Hetta var í sambandi við eitt mótmælistiltak fyri at fáa ein deyðadóm ógildaðan. Fýra menn vóru deyðadømdir fyri brotsverk, sum teir ongan lut áttu í. Meðan Wu Gan sat í varðhaldi, vórðu teir fýra menninir leyslatnir og fingu endurgjald fyri at hava verið fongslaðir av órøttum.
Tað er ómenniskjansligt og púra burturvið, at stríðið hjá Wu Gan fyri at vinna øðrum rættvísi – og fyri sjálvur at kunna tala frítt – nú hevur kostað honum hansara egna frælsi.
SKRIVA UNDIR FYRI WU GAN. SAMAN KREVJA VIT, AT TEIR KINESISKU MYNDUGLEIKARNIR SLEPPA WU GAN LEYSUM OG KANNA SKULDSETINGARNAR UM PÍNING.
FAKTA
KINA HEVUR DRÚGVA SØGU, TÁ IÐ RÆÐUR UM AT FONGSLA ATFINNINGARSAMAR RØDDIR OG AKTIVISTAR VIÐ POLITISKT STÝRDUM RÆTTARSAKUM. EITT TAÐ KENDASTA DØMIÐ ER VINNARIN AV NOBEL-FRIÐARHEIÐURSLØNINI, LIU XIAOBO, SUM Í 2009 VARÐ DØMDUR 11 ÁRA FONGSLUL FYRI AT HAVA EGGJAÐ TIL AT ”MÁA STØÐIÐ UNDAN STJÓRNARVALDINUM”. HANN ANDAÐIST Í VARÐHALDINUM, AV TÍ AT HANN IKKI FEKK VIÐGERÐ FYRI KRABBAMEIN.
Síðan 2009 hevur Wu Gan talst millum sjónligastu andstøðingar í landinum. Hann hevur m.a. fingið viðurkenning fyri at hava skipað fyri slóðbrótandi átøkum tvørtur um netmiðlar og aðrar miðlar fyri at siga frá mannarættindabrotum í heimlandinum.