Ávaring: Sumt í hesum tekstinum kann vera skakandi lesnaður.
“Please, I can’t breathe,” ljóðaði tað frá amerikanska George Floyd, tá ið ein løgreglumaður trýsti knæið beint niður á hálsin á honum. Í heilar sjey minuttir noktaði løgreglumaðurin at flyta seg. “I’m about to die,” segði George við hondunum bundnum aftan bak.
Tá ið løgreglumaðurin umsíðir tók knæið av hálsinum á George Floyd, var kroppurin lívleysur. Hann varð fluttur á sjúkrahús, men ov seint var. Hann var deyður.
George Floyd var ein óvápnaður svartur maður. Eitt krambafólk helt George hava roynt at brúka falskar pengar og hevði sent boð eftir løgregluni. Uppringingin skuldi vísa seg at fáa vanlukkuligar avleiðingar. Uttan ta ólógligu valdnýtsluna hjá løgregluni var George framvegis á lívi.
Hendingin við George Floyd kemur í kjalarvørrinum á eini røð av harðskapstilburðum móti svørtum borgarum í USA. Ahmaud Arbery var farin at renna sær ein túr, tá ið hann varð myrdur av løgregluni. Breonna Taylor lá og svav heima hjá sær sjálvari, tá ið løgreglan breyt inn og skeyt hana. Og tey bæði eru bara tvey av nógvum dømum. Aftur og aftur fremur løgreglan í USA mannarættindabrot. Serliga móti etniskum minnilutum. Og serliga móti svørtum amerikanarum.
Bara í 2019 átti løgreglan sín leiklut í meira enn 1000 morðum í USA.
Løgreglumenninir, sum tóku lut, tá ið George Floyd varð myrdur, eru uppsagdir og skuldsettir. Hetta er eitt stig tann rætta vegin. Men vit hava fyrr sæð, at løgreglufólk eru skuldsett, men at málið seinni er slept. Vit helma ikki í, fyrr enn tey, sum hava ábyrgdina, eru dømd.
Familjan hjá George Floyd og nærsamfelagið krevja, at allir løgreglumenninir, sum áttu lut í illgerðini, sleppa at svara fyri sínum gerðum. Tey vilja hava vissu fyri, at søgan ikki endurtekur seg. Fólkabólkar í USA mótmæla í gøtunum og krevja svar, men í staðin fyri at geva teimum svar heldur løgreglan teimum niðri við harðari hond.
George Floyd, Ahmaud Arbery, Breonna Taylor og nógvir aðrir svartir borgarar í USA áttu framvegis at verið á lívi. Hesin rái, rasistiski harðskapurin hjá løgregluni skal halda uppat í stundini!