Tíverri eru nógvir LGBTI+’arar dagliga fyri ágangi í orðum og gerðum. Eingin skal lata sær lynda at vera fyri mismuni orsakað av seksualiteti, kynseyðkennum ella hvussu kynið kemur til sjóndar. Tí krevja fleiri felagsskapir nú politisk átøk at basa hatursbrotsverkum í Danmark.
”Fólk hava rópt eftir mær og spilt meg út, eg eri við neyð og deyð sloppin undan kropsligum harðskapi, eg eri vanur við eygnabrá, eg eri vanur við, at fólk teska, eg eri vanur at kanna kringumstøðurnar fyri at vita, um eg kann kenna meg tryggan. Eg verði feilkyndur, og nógvir av mínum queer-vinum vita júst, hvat ið eg upplivi. Fleiri teirra hava upplivað verri.” – Mattias
Soleiðis ljóðar ein av teimum 174 søgunum, sum tann landsfevnda danska mótmælisrørslan Lev og Lad Leve higartil hevur savnað inn. Søgurnar eru innsavnaðar sum liður í einum átaki at basa hatursbrotsverkum móti LGBT+’arum í Danmark.
Hjálp okkum at stríðast fyri rættinum hjá øllum at vera í tí almenna rúminum uttan at skula óttast ágang – skriva undir átakið nú!
Í 2018 skrásetti løgreglan 74 hatursbrotsverk móti LGBTI+’arum í Danmark. Sambært aktivistum og felagsskapum, sum fáast við LGBTI+-rættindir, er tað veruliga talið munandi størri, og LGBT+ Danmark fær hvørja viku fráboðanir um mismun í tí almenna rúminum.
Sambært Institut for Menneskerettigheder vísa kanningar, at tey, sum eru fyri hatursbrotsverkum, ofta ikki halda, at tað nyttar nakað at melda. Tey frykta eisini fyri persónligum avleiðingum, um tey melda. Tað týdningarmesta vápnið í stríðnum at móti hatursbrotsverkum er tí at kunna og ráðgeva borgarum og myndugleikum, so at hatursbrotsverkini fáast í ljósmála og kunnu verða fyribyrgd og bast.
Enn finnast stereotypar fatanir og fordómar um tað at vera LGBTI+’ari í Danmark, og tað kann elva til ágang og happing. Hesum veit ein Kaya, sum eins og Mattias hevur lutað sína søgu við Lev og Lad Leve, frá at siga:
”Ein tók upp undir hjá mær og spurdi: ’Ert tú maður ella kvinna?’ Tá ið eg hevði meg undan, rendi hon meg um koll.”
Rætturin til eitt lív uttan mismun er ein heilt grundleggjandi mannarættur – m.a. rætturin at liva samsvarandi síni kynsligu orientering ella kynsliga samleika uttan at skula óttast ágang.
Sambært Institut for Menneskerettigheder stendur Danmark fyri fleiri avbjóðingum. Funnist verður eitt nú at, at kanningararbeiði ikki altíð í nóg stóran mun ger greiðu fyri, hvat ið býr undir, tá ið hatursbrotsverk verða framd. Tí verða summi hatursbrotsverk viðgjørd sum vanlig revsimál. Hetta kann hava við sær, at tað, sum veruliga býr undir, ongantíð kemur í ljósmála, og at tey, sum eru fyri órætti, ikki fáa atgongd at rættvísi.
Átakið er fyriskipað í samstarvi við LGBT+ Danmark, Copenhagen Pride og Lev og Lad Leve.
Skriva undir og ger títt til at basa hatursbrotsverkum móti LGBTI+’arum í Danmark.
Vit krevja, at Nick Hækkerup, løgmálaráðharri í Danmark:
- skoytir kynssamleika, kynseyðkennir og hetta, hvussu kyn kemur til sjóndar, upp í lógartekstin um hatursbrotsverk
Hvat er eitt hatursbrotsverk?
Sambært Mannarættindanevndini hjá ST eru hatursbrotsverk brotsverk, sum verða framd móti fólkum orsakað av teirra rasu, etnisku tilhoyring, átrúnaði, sosiobúskaparligu støðu, kynsligu orientering ella kynssamleika.
Hatursbrotsverkið kann m.a. vera av kropsligum, sálarligum ella munnligum slag, men eisini onnur lógarbrót kunnu hava støði í hatri móti einum av teimum nevndu persónbólkunum.
Trupulleikin í Danmark
- 29 prosent av donskum LGBTI+’arum hava verið fyri ágangi tað seinasta árið.
- Fimti hvør danski tvørkyndi ella millumkyndi er álopin kropsliga ella kynsliga tey síðstu fimm árini. Hetta er tvær ferðir so nógv sum millum aðrar LGBTI+’arar.
- Átta prosent av donskum LGBTI+’arum eru álopnir tey síðstu fimm árini.
Viðkomandi leinkir:
- Hevur tú verið fyri einum hatursbrotsverki? Luta tína søgu við Lev og Lad Leve og gev títt íkast at vísa donskum politikarum, at hatursbrotsverk móti LGBTI+’arum eru ein gerandistrupulleiki. levogladleve.com
- Leita tær ráðgeving. Ráðgevingin hjá LGBT+ Danmark er mannað við LGBTI+’arum, sum eru útbúnir at veita viðkomandi ráð. Les meira um tínar møguleikar fyri ráðgeving her: http://lgbt.dk/radgivning/
- Tak lut í Copenhagen Pride. Amnesty stuðlar sum altíð Copenhagen Pride og mælir øllum til at fylgja við í teimum ymsu tiltøkunum og tí talgildu skrúðgonguni. Fylg við á copenhagenpride.dk
- Les meira í frágreiðingini. Les frágreiðingina A long way to go for LGBTI equality, sum ES-stovnurin fyri grundleggjandi rættindum hevur latið úr hondum her
Hví skal eg skriva undir?
Við nóg nógvum undirskriftum fáa vit lagt trýst á løgmálaráðharran í Danmark at broyta lóggávuna. Ein lógarbroyting fer at tryggja LGBTI+’arum betri lógarvernd umframt at varpa ljós á trupulleikan, so at vit, sum frá líður, fáa skapt mentanarbroytingina, sum krevst til at basa hatursbrotsverkum í Danmark.
Hvat verður av undirskriftini?
Allar undirskriftirnar verða handaðar Nick Hækkerup, løgmálaráðharra.
SKRIVA UNDIR HER
Vit krevja, at Nick Hækkerup, løgmálaráðharri í Danmark, broytir lógina um hatursbrotsverk, so at hon eisini fer at fevna um kynssamleika, kynseyðkenni og hetta, hvussu kyn kemur til sjóndar, sum møguliga orsøk til brotsverkið.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.