Narges er mamma at tveimum børnum. Hon er dømd hálvt triðja ára fongsul og 80 koyrilsbrestir, tí at hon klagaði um píning. Hetta hendi, meðan hon var fongslað, hóast hon onga brotsgerð hevði framt. Skriva undir og krev, at iranskir myndugleikar sleppa henni leysari beinanvegin.
Tann 16. novembur 2021 vóru mannarættindastríðskvinnan Narges Mohammadi og maðurin til eitt minningarhald fyri Ebrahim Ketabar, sum varð myrdur av iranskum trygdarliðum í sambandi við tey landsfevndu mótmælini í Iran í novembur 2019. Brádliga vóru menn úr iransku fregnartænastuni á staðnum. Teir vóru komnir at handtaka Narges. Sambært manni hennara varð hon fyrst illa sligin og síðan drigin yvir í ein bil, sum koyrdi av staðnum.
Dagin eftir ringdi Narges Mohammadi til familjuna at kunna tey um, at hon var stødd í tí tiltikna Evin-fongslinum í Teheran. Hon segði teimum, at hon skuldi sita inni í hálvt triðja ár.
Nú situr Narges avbyrgd og fær einki samband við hvørki familjuna ella sakføraran hjá sær. Hon hevur ikki sæð tvíburabørnini Kianu og Ali í sjey ár.
”Eg eri handtikin tríggjar ferðir, síðan eg átti Kianu og Ali. Fyrstu ferð vóru tvíburarnir trý ár og átta mánaðir. Kiana hevði júst verið í gjøgnum eina stóra skurðviðgerð, og eg varð handtikin fyri eygunum á børnunum av tíggju monnum á miðjari nátt. Hendurnar á Kianu vóru læstar um hálsin á mær. Eg varð tikin frá sjúku og fepurraktu dóttur míni og varð fongslað og avbyrgd. Handtøkan kendist mær sum deyðin. Eg merkti Kianu í klivanum.”
Narges Mohammed í samrøðu við Amnesty Danmark í juni 2021
Narges Mohammadi er í stórum vanda fyri aftur at verða pínd og illa viðfarin. Skriva undir og krev, at Iran sleppir henni leysari beinanvegin og treytaleyst.
Dømd meira enn tvey ára fongsul og 80 koyrilsbrestir
Longu tann 24. mai 2021 varð Narges Mohammadi fyri revsidómstólinum í Teheran dømd hálvt triðja ára fongsul, 80 koyrilsbrestir og tvær sektir. Hon varð millum annað ákærd fyri at ”breiða út propaganda ímóti skipanini”. Seinni skilti Narges, at koyrilsrevsingin var ”ta’azari”, sum merkir, at tað ikki bar til at rinda eina sekt í staðin fyri at verða bard við koyrlinum, sum annars ber til í summum førum í Iran.
Ein av grundunum til dómin er, at hon saman við øðrum fangum á kvinnudeildini í Evin-fongslinum tók lut í einum friðarligum sitimótmæli, seinast hon varð órættvíst fongslað. Kvinnurnar mótmæltu, at mótmælisfólk vórðu myrd í sambandi við tey landsfevndu mótmælini í novembur 2019.
Aftur at tí er hon dømd fyri alment at finnast at deyðarevsing, og hvussu embætismenn hava pínt seg.
FAKTA: Koyrilsbrestir
Koyrilin verður brúktur sum revsing í Iran. Sambært altjóðarætti eru koyrilsbrestir ein píningarháttur. Revsing við koyrilsbrestum er forboðin sambært art. 7 í altjóða sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindir (ICCPR), sum Iran hevur tikið undir við.
Avbard og hótt eftir lívinum
Í desembur 2019 klagaði Narges Mohammadi til leiðaran í Evin-fongslinum. Í klaguni lýsti hon, hvussu leiðarin og aðrir fangavørðir høvdu bart hana av og hótt hana eftir lívinum, tá ið hon varð flutt úr Zanjan-fongslinum í Evin-fongslið.
Blá merkir um kroppin og skaðar í hondini, sum var sligin í eina glashurð, vitnaðu um valdsgerðirnar.
Enn hevur eingin kannað klaguna hjá Narges um píning nærri.
Drúgv avbyrging
Til fyri kortum sat Narges Mohammadi avbyrgd, meðan myndugleikarnir gjørdu kanningararbeiði í málinum. Amnesty ber ótta fyri, at myndugleikarnir píndu hana undir avhoyringunum fyri at noyða hana at játta seg seka.
Nú er hon tíbetur flutt úr avbyrgingarfongslinum á eina almenna deild í Shahr-e Rey-fongslinum.
Maður Narges er tó framvegis stúrin um heilsustøðuna hjá konuni, sum hevur eina lungnasjúku, sum ger hana tronga fyri bróstinum. Henni tørvar eitt innandingartól og regluligan heilivág til at forða fyri blóðproppum í lungunum.
Inn og út úr fongslinum
Alt ov leingi hava iranskir myndugleikar tilvildarliga handtikið og verið eftir Narges Mohammadi.
Hon varð handtikin í 2015 fyri friðarligt mannarættindavirksemi og dømd 16 ára fongsul.
Í oktobur 2020 fegnaðust vit um, at Narges varð leyslatin eftir at hava verið fongslað í fleiri ár. Men gleðin gjørdist tíverri stokkut.
Nú taka vit enn eitt tak fyri Narges. Saman leggja vit trýst á iranskar myndugleikar, so at hon verður leyslatin og sleppir undan at verða pínd við 80 koyrilsbrestum.
Krøvini hjá okkum
Amnesty International krevur, at iranskir myndugleikar:
-
beinanvegin og treytaleyst sleppa Narges Mohammadi leysari, tí at hon er samvitskufangi og fongslað fyri friðarligt mannarættindavirksemi,
-
ógilda tann órættvísa dómin hjá henni og sleppa øllum revsimálum ímóti henni,
-
tryggja, at hon verður vard fyri píning og aðrari ringari viðgerð, millum annað koyrilsbrestum,
-
og seta í verk eina skjóta og óhefta kanning av klagunum hjá henni um píning og aðra ringa viðferð.
Baksýni: Amnesty-átøk fyri Narges
Í 2016 var stríðið fyri at fáa hana leyslatna partur av átakinum ”Skriva fyri lívi”, har ið 39.476 danir og føroyingar skrivaðu undir kravið um leyslating.
Í tí staðbundna Amnesty-bólkinum í Furesø hava sjálvboðin í fleiri ár stríðst fyri at fáa hana leyslatna við at skriva iranskum myndugleikum klagubrøv, savna undirskriftir og skipa fyri mótmælum uttan fyri iransku sendistovuna í Keypmannahavn.
Á landsfundinum hjá Amnesty Danmark í 2019 heiðraðu vit Narges Mohammadi, sum tá sat í fongsli, við at halda páskaliljum í hondunum (Narges merkir páskalilja á persiskum), og maður Narges helt røðu fyri fundarfólkinum.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á Iran. Vit hava fyrr sæð mál, sum fá altjóða ans, verða umgjørd.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda leiðaranum í iransku rættarskipanini, Gholamhossein Mohseni Ejei, undirskriftirnar.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at iranskir myndugleikar beinanvegin og treytaleyst sleppa Narges Mohammadi leysari.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.