22 ára gamli Mohammad Ghobadlou er í stórum vanda fyri at verða avrættaður. Ungi iranin, sum hevur eina sálarsjúku, er dømdur tveir deyðadómar eftir sera órættvís eitisrættarmál, har ið hann er vorðin píndur til at ”játta” seg sekan í við vilja at hava rent á fleiri løgreglufólk í sambandi við eitt mótmælistiltak.
Skriva undir og krev, at deyðadómarnir hjá Mohammad verða ógildaðir beinanvegin!
Fleiri eru longu avrættað í Iran, og beint nú er 22 ára gamli Mohammad Ghobadlou í stórum vanda fyri at verða fyri somu lagnu.
Myndugleikarnir ákæra hann fyri við vilja at hava rent á fleiri løgreglufólk undir einum mótmælistiltaki í býnum Robat Karim tann 22. septembur 2022, har ið ein løgreglumaður lá eftirá.
Alt kanningartíðarskeiðið, sum vardi slakan mánað, sýttu myndugleikarnir Mohammad sakførarahjálp. Hetta sama tíðarskeiðið varð hann sambært upplýsingum hjá Amnesty aftur og aftur avbardur og slapp ikki at taka heilivágin hjá sær. Hetta skuldi fáa tann unga iranan at ”játta” seg sekan í við vilja at hava rent á fleiri løgreglufólk fyri at myrða tey.
Ein rættarlæknafrøðilig kanning dagfest 20. oktobur 2022 váttar, at Mohammad fekk blá merkir og ymsan skaða, meðan hann varð afturhildin. Sakførarin hjá honum slapp ikki at umboða hann í Kollveltingarrættinum, har ið tveir stuttir rættarfundir vórðu hildnir tann 29. oktobur og tann 15. novembur 2022. Millum fundirnar settu myndugleikarnir Mohammad í eitt avbyrgingarfongsul. Teir sýttu honum at síggja familjuna og sakføraran hjá sær, og hann slapp ikki at taka heilivágin hjá sær. Heilsustøðan versnaði alsamt, og hann gjørdist alt meira viðbrekin.
Rættarmálið fyri revsirættinum í Teheran fevndi um tveir stuttar rættarfundir tann 4. og tann 10. desembur 2022. Heldur ikki her fekk Mohammad møguleika at verja seg, tí sakførarin, sum hann hevði valt sær, slapp ikki at síggja ”próvtilfarið”
Eitt annað álvarsligt brot á rættindini hjá Mohammad er, at myndugleikarnir ikki hava givið boð um at kanna heilsustøðuna hjá honum við eini óheftari og gjølligari kanning. Tað er brot á altjóða lóg og krøv at døma fólk við breki til deyða. Amnesty er ímóti deyðarevsing í øllum førum, sama hvør ið er ákærdur og hvør ið brotsgerðin er.
Hví skriva undir?
Tess størri altjóða trýst vit leggja á Iran, tess størri verða sannlíkindini fyri, at iransku myndugleikarnir steðga avrættingini av Mohammad Ghobadlou.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda stjóranum í iransku rættarskipanini, Mohseni Ejei, TALIÐ av undirskriftunum.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.