MYNDAMAÐURIN OG AKTIVISTURIN SHAHIDUL ALAM HARTAÐI UNDIR EINI SAMRØÐU VIÐ ARABISKU SJÓNVARPSSTØÐINA AL-JAZEERA STJÓRNINA Í BANGLADESSJ FYRI AT VERA FARNA HARÐLIGA FRAM ÍMÓTI NØKRUM MÓTMÆLISTILTØKUM HJÁ LESANDI. HANN KANN NÚ VERÐA DØMDUR 14 ÁRA FONGSUL FYRI SÍNAR ÚTSAGNIR.
Fyrst í hesum mánaðinum tustu ung lesandi í Bangladessj út á gøturnar at mótmæla. Hetta tí at tey droymdu um tryggari vegir í landinum. Mótmælini kyknaðu í kjalarvørrinum á eini syndarligari bussvanlukku, har ið tvey lesandi lótu lív og onnur 13 vórðu særd. Tey stóðu bíðaðu eftir bussinum við eitt busssteðgistað, tá ið vanlukkan hendi. Tey lesandi kravdu, at broyting kom í.
Mitt í mannamúgvuni stóð Shahidul. Hann tók myndir og stroymdi tiltakið beinleiðis á Facebook. Men brádliga lupu sivilklødd fólk á tey lesandi við masketuknívum og jarnrørum, og løgreglan leyp eisini á tey við táragassi og gummikúlum. Meira enn 200 lesandi og fimm journalistar vórðu særd.
Í sjónvarpinum greiddi Shahidul frá sínum upplivingum, og stutt eftir komu sivilklødd løgreglufólk eftir honum í íbúðini hjá honum í Dhaka.
Amnesty ber ótta fyri trygdini hjá Shahidul. Í rættinum var hann særdur og hevði ilt við at ganga. Hann er síðan komin undir læknahond á sjúkrahúsi, men er enn varðhaldsfongslaður.
Løgreglan í Bangladessj er tiltikin fyri at fara illa við fangum, og tað frættist javnan um píning og enntá lívlát. Tað er tí umráðandi, at vit bera skjótt at og leggja trýst á myndugleikarnar at fáa teir at sleppa Shahidul leysum.
Shahidul hevur fingið stóra altjóða viðurkenning fyri sítt myndavirksemi. Umframt at starvast sum myndamaður er hann professari á universitetinum.
Latið okkum saman vísa myndugleikunum í Bangladessj, at heimurin hevur eyguni við teimum. Við tíni undirskrift kunnu vit heita á myndugleikarnar um beinanvegin og treytaleyst at sleppa Shahidul leysum.