Maja ber ótta fyri, at vindturbinurnar fara at forkoma reindýrahaldinum og sámiskari mentan. Nú má Støre, forsætisráðharri, taka neyðug stig.
Maja Kristine Jåma og hinir sámarnir á Fosen í Norra hava í nøkur ár ligið í stríði við norska statin, eftir at avgerð varð tikin um at byggja vindturbinur í økinum, har tey liva av reindýrahaldi.
”Vindturbinurnar stjala reindýrabeitið. Tá ið reindýrahaldið verður hótt, hóttir tað ikki bara lívsgrundarlagið, men eisini sámisku mentanina.”
Maja Kristina Jåma
Sámarnir fingu viðhald í norska hægstarætti, sum við dómi tann 11. oktobur 2021 einmælt staðfesti, at vindorkuverkini, sum framvegis eru í fullum rakstri, eru brot á mannarættindini hjá sámum.
Nú meira enn 500 dagar eru lidnir, hómast framvegis eingin loysn á Fosen.
Nú má norska stjórnin lata við seg koma!
Krev, at norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, ber so í bandi, at dómurin hjá norska hægstarætti verður lýddur og sámarnir ikki missa lívsgrundarlagið og rættin at útinna sína mentan. Skriva undir átakið!
151 vindturbinur
Mannarættindini verja rættin hjá upprunafólki at útinna sína mentan.
Norski hægstirættur hevur staðfest, at Fosen-útbyggingin er brot á mannarættindini, tí hon ger seg inn á rættin hjá sámum, sum liva av reindýrahaldi, at útinna sína mentan.
Reindýrahaldið er ein týðandi sámiskur mál- og mentanarberi, og suðursámiska málið er sambært UNESCO álvarsliga hótt.
Vindorkuverkini, sum fevna um 151 turbinur, orkulinjur, vegir og annað undirstøðukervi, leggja hald á helmingin av tí týdningarmikla vetrarbeitinum til reindýrahaldið á Fosen.
”Vilja vit veruliga tryggja sámisku mentanina, mugu vit eisini tryggja náttúrugrundarlagið. Tað merkir, at okkara landøkir mugu fáa frið, og at reindýrahaldið má sleppa at halda fram.”
Maja Kristine Jåma
Mugu lýða dómin!
Liðin eru meira enn 20 ár, síðan tær fyrstu ætlanirnar um vindorkuverk á Fosen komu undan kavi. Fyri Maju og hinar sámarnar, sum liva av reindýrahaldi, hevur talan verið um eina drúgva og krevjandi tíð.
”Tá ið vit byrjaðu at stríðast, lurtaði eingin eftir okkum. Eingin tóktist skilja, at vit stríddust ímóti vindorku, sum jú er so grøn. Men eg havi ilt við at síggja tað grøna í at oyðileggja náttúruna og kollrenna eitt fólk, sum brúkar náttúruna burðardygt.”
Maja Kristine Jåma
Tað, sum verri er, er, at norski staturin einki hevur gjørt fyri at bøta um støðuna eftir dómin hjá norska hægstarætti.
”Stjórnin hevur skjótt havt 500 dagar at fáa eitt mannarættindabrot, sum enn fer fram, í rættlag. Og einki er hent. […] Eg gerist jú stúrin, tá ið vit hava ein stat, sum ikki leggur í at lurta eftir okkum, og sum eingi stig tekur til at bøta um viðurskiftini eftir ein endaligan dóm. Vit eru øll í vanda, um okkara myndugleikar ikki lata við seg koma.”
Maja Kristine Jåma
Verj rættin hjá Maju og hinum, sum liva av reindýrahaldi, at útinna sína mentan! Skriva undir átakið!
Amnesty krevur, at norska stjórnin:
- ger sítt til, at dómurin hjá norska hægstarætti sum skjótast verður lýddur, so at mannarættindabrotið, sum enn fer fram, heldur uppat og verður fingið í rættlag og rætturin hjá sámunum á Fosen at útinna sína mentan kann verða uppafturtikin.
Undirskriftirnar verða sendar norska forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre.
FAKTA
Fosen-málið og mannarættindi:
-
- Mannarættindini verja rættin hjá upprunafólki og minnilutum at útinna sína mentan. Norski hægstirættur hevur staðfest, at útbyggingin á Fosen er eitt mannarættindabrot, tí reindýrahaldið er ein týdningarmikil sámiskur mál- og mentanarberi.
- Norski hægstirættur hevur í dómsgrundunum í Fosen-dóminum staðfest, at tað var brot á art. 27 í ST-sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi at loyva vindorkuverkunum, og at loyvini tí eru ógild. Við loyvunum til vindorkuverkini á Storheia og Roan er brot framt á rættin hjá suðursámisku familjunum at útinna sína mentan.
- Fosen-dómurin varð sagdur tann 11. oktobur 2021, og framvegis er eingin loysn í eygsjón. Mannarættindabrotið heldur fram, so leingi tað ikki ber til at útinna rættin at útinna sína mentan sambært art. 27 í ST-sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi. Tað liggur á norska statinum at tryggja hesi sáttmálabundnu rættindini, sum eisini eru lógarfest í norsku mannarættindalógini.
Sámar:
-
- Sámar eru upprunafólk, sum hevur síni siðbundnu búsetingarøkir í Norra, Svøríki, Finnlandi og Russlandi.
- Norðurlond skráseta ikki etnisitet, og tí eru eingi almenn tøl fyri, hvussu nógvir sámarnir eru í tali. Men mett verður, at 40-60.000 sámar eru í Norra. Flestu teirra búgva í tí siðbundna sámiska búsetingarøkinum í Mið- og Norðurnorra. Teir siðbundnu vinnuvegirnir hjá sámum eru sum hjá øðrum upprunafólkum tætt knýttir at náttúruni og týdningarmiklir mál- og mentanarberar. Av týdningarmiklum vinnuvegum í sámiskari mentan kunnu nevnast fiskiskapur, veiða, savning, handverk og reindýrahald.
- Tey siðbundnu sámisku málini eru 11 í tali.
Kelda: Store norske leksikon
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.