MALAWI: TÚSUNDATALS ALBINOFÓLK HAVA ÁÐUR LIVAÐ Í ÓTTA FYRI AT VERÐA BURTURFLUTT ELLA DRIPIN. TAÐ ER PÁTRÚGV Í MALAWI, AT KROPSLUTIR FRÁ ALBINOFÓLKUM GERA TEG RÍKAN. EIN NÝGGJ LÓG OG EIN RØÐ AV ÁBØTUM SKULU NÚ TRYGGJA, AT HEKSAJAGSTRANIN HELDUR UPPAT. ÁBØTURNAR ERU FRAMDAR EFTIR TRÝSTI FRÁ AMNESTY INTERNATIONAL – M.A. GJØGNUM LÍVLINJUNA.
Við einum nýggjum átaki setti Amnesty International í 2016 sjóneykuna á albinofólk í Malawi, sum livdu í støðugum ótta fyri at verða álopin ella dripin.
Sambært lokalari pátrúgv kunnu hár og bein frá albinofólkum brúkast í ritualum og hetta skuldi geva eydnu, ríkidømi og kundi grøða fólk. Albinokvinnur eru eisini í vanda fyri at verða neyðtiknar, tí at tað sigst, at samlega við eitt albinofólk kan lekja HIV.
Albinofólk eru ikki bert í vanda fyri kropsligum harðskapi. Diskriminerandi ókvæmisorð sum “napwere” (óbúgvin tomat) og “mzungudalo” (falskur hvítur persónur) vóru inntil nýliga gerandiskostur fyri albinofólk.
VAKSANDI UPPMERKSEMI GEVUR BATA
Ein nýggj frágreiðing varð útgivin og yvir ein hálv millión undirskriftir og brøv vórðu send. Tað gav globalt uppmerksemi. Fleiri miðlar sendu tíðindafólk til Malawi, har tey m.a. hittu Annie Alfred og familju hennara og onnur albinofólk. Teirra hugtakandi søga økti um uppmerksemið viðvíkjandi málinum.
Síðan átakið byrjaði, er talið av drápum og álopum fallið nógv á hendan jagstraða minniluta. Frá mai 2016 til februar 2017 vórðu tvey albinofólk dripin. Til samanberingar skjalprógvaði Amnesty sjey dráp í tíðarskeiðnum januar-apríl 2016.
Sambært felagsskapinum Association of People with Albinism in Malawi er brúkið av grovum og niðrandi ókvæmisorðum eisini lækkað nógv. Ávirkanin hjá APAM er eisini styrkt, og tað ger tað lættari at tryggja ábøtur í longdini. “Stuðulin hjá Amnesty hevur hjálpt okkum at fáa størri sjálvsálit í okkara stríði”, sigur APAM.
HARÐARI REVSING
Forsetin í Malawi hevur góðkent eina røð av broytingum í revsilógini í landinum. Dráp og álop á albinofólk henda ofta við atliti til sølu og varðveistslu av øllum kroppinum ella parti av honum. Lógarbroytingarnar herða revsingina fyri sølu og varðveitslu av menniskjavevnaði umframt uppgraving av líkum og fyri at gera skaða á albinofólk. Ein hondbók til dómarar, kanningarfólk og ákærar stuðla lógini.
Revsingin er nú lívslangt fongsul uttan møguleika fyri at sleppa avstað við at rinda eina bót. Áður var revsingin ásett eftir meting frá tí einstaka dómaranum og sektarrevsingin kundi enda heilt niðri á 10.000 Malawi Kwacha (uml. 100 kr). Løgreglan kannaði ikki nógv mál.
ONNUR FRAMSTIG
Verju- og trygdarnevndin í tinginum hevur havt fund við Association of People with Albinism in Malawi (APAM). Endamálið var at geva vitan um støðuna og fáa greiðu á, hvat kann gerast fyri at hjálpa albinofólkum.
Merkisverd minking í kropsligum álopum á albinofólk. Mai 2016-januar 2017 vórðu tveir persónar dripnir.
Ein nýggj og almenn handbók um brotsverk móti albinofólkum lýsir seinastu lógarbroytingarnar. Hon lýsir endaði rættarmál í Malawi, sum innibera álop á albinofólk. Málið er, at handbókin skal hjálpa kanningarfólki, ákærum og dómarum í málum um brotsverk móti albinofólkum.
Í oktober 2016 varð ein maður dømdur 14 ára fongsulsrevsing, eftir at hann varð funnin sekur í at selja son sín.
Forsetafrúan í Malawi, Gertrude Mutharika, er nú verji hjá APAM. Hetta kann tryggja felagsskapinum økt positivt uppmerksemi og fleiri gávur
Albinofólk hava lættari atgongd til sólkrem. Teirra ljósa húð er serliga viðkvom yvir fyri tí bakandi sólini í Malawi. Tann ríkisrættarliga eindin, sum syrgir fyri innkeypi av heilivági og tílíkum, syrgir nú fyri, at býta sólkrem út til sjúkrahús og læknamiðstøðir í Malawi. Áður var tað bert møguleiki at fáa sólkrem á tveimum sjúkrahúsum.
Framstigini vórðu ongantíð hend uttan tykkara stuðul gjøgnum Skriva fyri lívi og Lívlinjuni. Tað ger stóran mun!