25. juni 2020
Ivett er ein av nógvum tvørkyndum í Ungarn, sum eru í vanda fyri meira sjikanu og fleiri valdsgerðum, nú myndugleikarnir hava sett eina nýggja lóg í gildi. Krev, at lógin verður avtikin nú!
Júst nú er stórur vandi fyri, at álopini á tvørkynd í Ungarn fara at taka dik á seg.
Myndugleikarnir settu herfyri eina lóg í gildi, sum forbjóðar tvør- og millumkyndum at skifta løgfrøðiligt kyn í passinum, koyrikortinum og øðrum samleikaprógvum.
Tá ið tey almennu skjølini hjá einum persóni ikki endurspegla kynsamleikan hjá viðkomandi, veksur tað um vandan fyri sjikanu og valdsgerðum.
Øll skulu hava rætt at vera tey, tey eru – uttan at vera fyri mismuni. Hjálp okkum at krevja, at lógin verður avtkin. Skriva undir átakið nú!
“Ímynda tær ein heim, har stjórnin hjá tær stendur fyri eini æruskemmandi herferð móti fólkum sum tær og ger av at seta orð á tín persónliga samleika … Hevði tú kent teg trygga/-n í tí verðini?”
Ivett, tvørkynd í Ungarn
Um tvør- og millumkynd
Tvørkynd hava ein kynsamleika, sum ikki samsvarar við kynið, sum er uppgivið í sambandi við føðing.
Millumkynd hava kynseyðkennir, m.a. kynsgøgn, kynskertlar og kynskromosom, sum ikki rúmast í tí vanliga uppbýtinum í kall- og kvennkyn.
Nú hava vit møguleikan at fáa lógina avtikna
Lógin varð samtykt í ungarska lóggávutinginum tann 19. mai í ár.
Lógin ger seg inn á rættindini hjá tvør- og millumkyndum og er brot á mannarættindastandardar, sum Ungarn hevur bundið seg til at halda, bæði altjóða stigi og á økisstigi. Hon er eisini brot á ungarsku grundlógina.
Ungarski mannarættindakommisserurin skal syrgja fyri at fáa lógina avtikna sum skjótast.
Mismunur við vælsignilsi frá statinum
Tað er skjalfast, at ósamsvar millum løgfrøðiligt kyn og kynsamnleika ikki bara hevur stórar praktiskar avbjóðingar við sær, men eisini kann vera gróðrarbotnur undir sjikanu og hatursbrotsverkum.
Tann nýggja lógini krevur, at øll samleikaprógv og almenn skjøl vísa kynið, sum varð uppgivið í sambandi við føðing. Lógin noyðir sostatt fólk at upplýsa, at tey eru tvørkynd ella millumkynd, í nógvum gerandisstøðum, eitt nú í bankanum, á apotekinum, ella tá ið tey skulu leiga bústað ella skráseta seg í sambandi við útbúgving.
Hetta er skipaður mismunur, sum staðfestir og styrkir fordómarnar, sum longu frammanundan gera, at tvør- og millumkyndir borgarar eru fyri mismuni.
Staturin hevur skyldu til at tryggja øllum rætt til eitt samleikaprógv, sum vísir eitt løgfrøðiligt kyn, sum hóskar saman við kynsamleikanum. Við tí nýggju lógini gera ungarskir myndugleikar ímóti sínum skyldum. Lógin ger ein bólk, sum longu frammanundan hevur tað trupult, uppaftur meira viðbreknan fyri mismuni og harðskapi.
Amnesty krevur:
at ungarski grundlógardómstólurin sleppur at viðgera og avtaka lógina, sum er í greiðum ósamsvari við ungarsku grundlógina.
Hvar fara undirskriftirnar?
Undirskriftirnar verða sendar ungarska mannarættindakommisserinum Dr. Akos Kozma. Hvør einstøk undirskrift ger sítt til at leggja trýst á ungarskar myndugleikar og vísir, at vit eru nógv, sum mótmæla, at rættindini hjá tvør- og millumkyndum í Ungarn verða skerd.