NETAKTIVISTURIN TADJADINE MAHAMAT BABOURI ER BLIVIN PÍNDUR OG ER NÚ Í VANDA FYRI AT FÁA LÍVLANGA FONGSULSREVSING FYRI AT HAVA FUNNIST AT STJÓRNINI Í EINUM FACEBOOK-UPPSLAGI. HJÁLP OKKUM AT FÁA HANN LEYSAN. SKRIVA UNDIR NÚ.
Í septembur 2016 legði Tadjadine Mahamat Babouri, vanliga kallaður Mahadine, nøkur videobrot út á Facebook. Í videobrotunum legði hann stjórnina í Kjadd og fólk við tilknýti til stjórnina undir mutur og at misbrúka pengarnar hjá fólkinum.
Hann segði eisini sína hjartans hugsan um avleiðingarnar av fíggjarkreppuni, sum hevur herjað í tí oljubundna landinum í kjalarvørrinum á teimum fallandi oljuprísunum um allan heimin.
Fáar dagar eftir at Mahedine, sum eigur sjey børn, hevði lag sítt mótmæli út á Facebook, varð hann tikin á alfaravegi á alljósum degi. Hildið verður, at menninir, sum tóku hann, vóru úr tí kjaddisku fregnartænastuni.
Síðan tá hevur hann verið fongslaður. Hann er blivin fluttur úr einum fongsli í annað, uttan at familjan hevur frætt nakað. Í fongslinum er hann blivin avbardur og hevur fingið elektriskar stoytir. Fleiri ferðir hevur fongslið noktað honum mat og drekka. Og hann er ikki sloppin at tosa við sakføraran hjá sær.
Mahadine er nú í vanda fyri at verða dømdur lívlangt fongsul. Hann verður eitt nú ákærdur fyri at hava sett trygdina hjá tjóðini í vanda. Hann er álvarsliga sjúkur av tuberklum, sum hann hevur fingið í fongslinum.
Mahadine hevur bráðtørv á at koma undir læknahond. Hann skal ikki sita í fongsli restina av lívinum bara fyri at siga sína hjartans hugsan. Skriva undir fyri Mahadine nú! Allar undirskriftirnar verða sendar Idriss Déby forseta.
AMNESTY KREVUR:
– at teir kjaddisku myndugleikarnir alt fyri eitt og treytaleyst sleppa Tadjadine Mahamat Babouri leysum
– at teir kjaddisku myndugleikarnir tryggja, at hann verður vardur fyri píning og øðrum illgerðum, og seta eina skjóta, óhefta og munagóða kanning í verk av píningini, hann hevur verið fyri
– at teir kjaddisku myndugleikarnir tryggja, at hann, til hann verður leyslatin, fær regluligt samband við familjuna og sakføraran
FAKTA
Talu- og savningarfrælsið er ógvuliga skert í Kjadd. Tað er mangan torført hjá borgarunum í landinum at fáa atgongd til teir sosialu miðlarnar, og bæði mannarættindastríðsfólk og andstøðan í landinum vita frá hóttanum og tilvildarligum handtøkum at siga.
Les meira her