Flóttafólk í hundraðtali eru strandað við markið millum Pólland og Hvítarussland, eftir at pólskir myndugleikar hava roynt at rikið tey aftur til Hvítarusslands. Tey hava í fleiri vikur verið strandað í ongamannalandi uttan innivist og nóg mikið av mati og drekka. Fleiri hava latið lív. Pólland skal beinanvegin sleppa teimum at biðja um vernd.
Evropeiski mannarættindadómstólurin hevur álagt Póllandi at tryggja flóttafólki við markið atgongd at mati, drekka, klæðum og læknahjálp, men higartil hava pólskir myndugleikar ikki latið við seg koma. Í staðin hava teir við harðskapi rikið fólkið yvir um aftur markið.
Amnesty International er stúrið um støðuna hjá hesum fólkunum, sum telja kvinnur, menn, børn og gomul úr millum annað Afganistan, Sýria og Irak. Í fleiri vikur hava tey verið strandað í ongamannalandi við markið millum Pólland og Hvítarussland. Pólska marknaeftirlitið hevur sýtt teimum atgongd til Póllands og við harðari hond rikið tey aftur (sokallað push-backs) til Hvítarusslands uttan fyrilit fyri støðuni og verndartørvinum hjá tí einstaka. Hetta er brot á altjóða og evropeiska lóg.
Støðan hjá flóttafólkunum versnar dag frá degi. Skriva undir átakið og krev, at Pólland beinanvegin sleppir teimum at biðja um vernd, so at tey kunnu fáa innivist, mat og vatn og koma undir læknahond.
Afturrekingar (push-backs)
Við afturrekingum (push-backs) meinast nakrar statsligar fyriskipanir, har ið flóttafólk verða tvingað yvir um aftur markið – vanliga beint eftir at tey eru komin um markið – uttan fyrilit fyri viðurkiftunum hjá tí einstaka og uttan møguleika at biðja um friðskjól ella at mótmæla fyriskipanunum.
Kelda: ECCHR
Øll hava rætt til at biðja um friðskjól
Rætturin at biðja um friðskjól er staðfestur í altjóða og evropeiskari lóg, sum Pólland er fevnt av. Flóttafólk, skulu ikki rekast aftur til eitt annað land uttan at hava fingið møguleika at biðja um friðskjól, so at støða kann takast til málið og verndartørvin hjá hvørjum einstøkum. Tað er ólógligt at sýta teimum atgongd at vernd ella at revsa tey fyri at flýggja til landið.
Amnesty krevur, at Pólland beinanvegin tryggjar rættin at biðja um friðskjól.
Atgongd sýtt kanningarfólki hjá Amnesty
Fyrr eru sakførarar, hjálparfelagsskapir og aktivistar slopnir fram at teimum burturriknu fólkunum í tí skógvaksna ongamannalandinum við pólska markið. Men síðan 21. august 2021 hevur marknaeftirlitið forðað felagsskapum og sakførarum í at hjálpa teimum.
Tann 24. august vitjaði ein sendinevnd hjá Amnesty økið og royndi at sleppa fram at einum bólki av afganum, sum bóðu um friðskjól. Hetta vóru fýra kvinnur, 27 menn og eina fimtan ára gomul genta. Men pólska marknaeftirlitið vildi ikki loyva tí. Amnesty savnaði í staðin upplýsingar frá øðrum trúverdum keldum um valdsnýtslu og hóttanir og um, hvussu pólska marknaeftirlitið við harðskapi skúgvaði bólkin aftur til Hvítarusslands.
Skriva undir átakið og krev, at pólskir myndugleikar geva felagsskapum og sakførarum ótarnaða atgongd at teimum burturriknu fólkunum í marknaøkinum.
Krøvini
Vit krevja, at pólskir myndugleikar:
- sleppa flóttafólki at biðja um friðskjól í Póllandi,
- lata flóttafólk fáa innivist, mat, vatn og klæðir, sleppa teimum undir læknahond og lata tey fáa samband við sakførarar og felagsskapir, og
- lata vera við at broyta lógina, so at hon framhaldandi verður í samsvari við altjóða og evropeiska lóg.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á pólskar myndugleikar, so at teir vónandi fara at sleppa flóttafólki at biðja um friðskjól í landinum.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda pólska forsætisráðharranum, Prezes Rady Ministrów, undirskriftirnar umleið tann 28. oktobur 2021.
Avmarka rættin til friðskjól við lógarbroyting
Síðan hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, boðaði frá, at hann ikki fór at forða fólki í at fara um markið til Póllands, hava pólskir myndugleikar í skundi samtykt fyriskipanir, sum avmarka rættin at biðja um friðskjól.
Pólski herurin er farin at seta girðing fram við markinum til Hvítarusslands, og pólski innanríkisráðharrin hevur givið boð at steingja markið fyri teimum, sum royna at koma inn í landið ”óregluliga”. Í august boðaði pólska stjórnin frá broytingum í tveimum lógum: útlendingalógini og lógini um altjóða vernd til útlendingar. Lógarbroytingarnar fara at gera tað ómøguligt hjá teimum, sum fara um markið óregluliga, at biðja um altjóða vernd í Póllandi.
Amnesty krevur, at pólskir myndugleikar lata vera við at gera slíkar lógarbroytingar, sum eru brot á altjóða og evropeiska lóg. Ver við í kravinum! Skriva undir átakið beinanvegin!
Ætla at lýsa undantaksstøðu
Pólska stjórnin hevur heitt á forsetan um at seta økini við markið til Hvítarusslands í 30 daga undantaksstøðu orsakað av vandum, sum stóðust av ”3.000 royndum at fara um markið í august”. Verður undantaksstøða lýst, verður tað forboðið at savnast, at mótmæla og at skipa fyri stórum tiltøkum o.ø.
Amnesty International ber ótta fyri, at undantaksstøðan kann fáa stórar avleiðingar fyri mannarættindini í Póllandi yvirhøvur. Hon kann forða felagsskapum og fjølmiðlum í at skjalfesta mannarættindabrot við markið og at útinna hjálpararbeiði millum flóttafólkið.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at pólskir myndugleikar beinanvegin sleppa flóttafólki at biðja um friðskjól í landinum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.