Aleksej Navalnyj varð eitraður av russisku trygdartænastuni. Nú kann hann fáa fleiri ára fongsulsrevsing fyri sítt politiska arbeiði. Skriva undir og krev, at hann verður leystlatin!
Aleksej Navalnyj er ein kendur politiskur aktivistur og andstøðingur til russisku stjórnina. Hann hevur í fleiri ár stríðst ímóti mutri í landinum. Í fjør var hann fyri eini morðroynd, og nú er hann varðhaldsfongslaður – bara fyri at hava brúkt sítt talufrælsi. Hann kann fáa millum trý og tíggju ára fongsulsrevsing fyri sítt friðarliga politiska virksemi.
Vís Navalnyj tín stuðul við at skriva undir átakið og styrkja okkara krav. Tess fleiri vit eru, tess betri.
Vit krevja, at russisku myndugleikarnir:
- beinanvegin og treytaleyst sleppa Aleksej Navalnyj leysum
- halda uppat at jagstra Aleksej Navalnyj og aðrar atfinningarsamar røddir.
Undirskriftirnar verða sendar russiska forsetanum Vladimir Putin. Vit krevja, at Putin brúkar sína støðu til at lúka krøvini.
Eitraður við nervaeitri
Í august 2020 gjørdist Navalnyj álvarsliga sjúkur undir eini flogferð til Moskva. Flogfarið neyðlendi í Omsk, har ið Navalnyj, sum lá í tungum óviti, varð innlagdur á eitt sjúkrahús. Tað eydnaðist ikki russisku læknunum at greina sjúkueyðkennini, og eftir stórt trýst innlands og uttanífrá varð hann fluttur á eitt sjúkrahús í týska høvuðsstaðnum Berlin at verða viðgjørdur. Í Týsklandi batnaði Navalnyj so líðandi, og í septembur 2020 varð hann útskrivaður til at halda fram við endurvenjingini. Óheftir serfrøðingar staðfestu, at Navalnyj var vorðin eitraður við nervaeitrinum Novichok, og at tað vóru russisk trygdarumboð, sum høvdu ábyrgdina av eitranini. Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur viðgingið, at trygdartænastan hevur ”eygleitt” Navalnyj, men avsannað, at hon skal hava staðið fyri morðroyndini. Russiskir myndugleikar hava higartil sýtt fyri at kanna morðroyndina nærri. Navalnyj slapp við lívinum, men mátti vera í fimm mánaðir í Týsklandi fyri at gerast frískur.
Fongslaður við marknaeftirlitið
Í januar 2021 skuldi flogfarið, sum skuldi flúgva Navalnyj trygt til Russlands, eftir ætlan lenda á einum flogvølli í Moskva. Í síðstu løtu varð flogfarið beint móti einum øðrum flogvølli, har ið Navalnyj stutt eftir varð handtikin við marknaeftirlitið. Uppreistrarløgreglan handtók eisini fleiri viðhaldsfólk, sum vóru komin at heilsa honum vælkomnum aftur til Russlands. Dagin eftir handtøkuna varð skipað fyri hoyring í málinum. Hoyringin fór fram á løgreglustøðini. Navalnyj fekk ikki orðið á sakføraran hjá sær fyrr enn fáar minuttir undan rættarmálinum. Eingir óheftir fjølmiðlar sluppu at vera til staðar undir hoyringini. Í staðin málaðu myndugleikastýrdir fjølmiðlar eina mynd av eini opnari og rættvísari rættartilgongd.
”Tað vísir, hvussu altráir russiskir myndugleikar eru eftir at køva røddina á Aleksej Navalnyj.”
– Natalia Zviagina, aðalskrivari hjá Amnesty International Russlandi
Frágreiðingin hjá myndugleikunum er, at Navalnyj ikki hevur hildið frágreiðingarskylduna, sum honum varð áløgd, tá ið hann í 2014 varð dømdur treytaða fongsulsrevsing. Myndugleikarnir hava hvørki lagt upp fyri, at hann hevur stríðst fyri lívinum, ella úrskurðinum hjá Evropeiska mannarættindadómstólinum í 2019, sum staðfesti, at dómurin var politiskt grundaður. Navalnyj er nú varðhaldsfongslaður í 30 dagar og bíðar eftir eini løgfrøðiligari gjøgnumgongd av málinum. 2. februar verður nýggj hoyring, har ið dómstólurin skal taka støðu til, um Navalnyj skal fríkennast fyri ákærurnar um brot á frágreiðingarskylduna ella dømast at sita ein treytaðan dóm og fáa í minsta lagi trý ára fongsulsrevsing. Tí er so umráðandi, at vit nú leggja trýst á russiskar myndugleikar.
Aleksej Navalnyj verður revsaður fyri sítt friðarliga politiska virksemi. Krev, at russiskir myndugleikar sleppa honum leysum beinanvegin!
FAKTA
Hvør er Aleksej Navalnyj?
Aleksej Navalnyj fæst við at avdúka mutur í Russlandi. Í 2011 stovnaði hann ein felagsskap, sum fæst við at kanna og kunngera avdúkingar um mutur millum teir ovastu leiðararnar, navframar politikarar og handilsfólk í Russlandi. Navalnyj og fleiri starvsfelagar í felagsskapinum hava verið fyri hevndaratgerðum fyri sítt arbeiði, eisini íspunnum ákærum um brotsgerðir, løgreglurannsóknum og harðskapi og eru innkallaðir til hertænastu. Í 2014 sat hann tíggju mánaðir í húsavarðhaldi og fleiri ferðir í ”fyrisitingarligum varðhaldi”.