Í MINSTA LAGI TVEY FÓLK ERU VORÐIN PÍND TIL DEYÐA, OG FLEIRI ERU FONGSLAÐ Í EINI NÝGGJARI BYLGJU AV JAGSTRAN AV SAMKYNDUM Í KEKENIA. HJÁLP OKKUM AT STEÐGA VALDSGERÐUNUM!
Um 40 fólk eru fongslað í einum stjórnarbygningi í kekenska býnum Argun, har tey verða pínd og illa viðfarin. Tvey fólk, møguliga fleiri, eru deyð orsakað av píningini.
Tað eru myndugleikarnir í tí russiska lýðveldinum, sum skipa fyri valdsgerðunum. Frá summum eru passini tikin og oyðiløgd, so at tey ikki sleppa úr landinum.
VALDSGERÐIR Í 2017 SETTU DJÚP SPOR
Nógv samkynd, tvíkynd, tvørkynd og millumkynd (LGBTI) í Kekenia liva enn í ótta, eftir at myndguleikarnir í 2017 rændu og píndu meira enn 100 samkynd (https://amnesty.dk/reag%C3%A9r/lifeline/lifeline-sager-2017/skriv-under-for-tjetjeniens-homoseksuelle). Tað er skakandi og ræðandi, at myndugleikarnir í Kekenia enn eina ferð eru farnir undir skipaða jagstran av LGBTI-fólki.
“Tað skelkar okkum at frætta, at í minsta lagi tvey fólk eru deyð orsakað av píning. Tá ið lív eru í vanda, hevur ein altjóða reaktión eyka stóran skund, so vit kunnu verja samkynd í Kekenia,” sigur Marie Struthers, leiðari fyri Amnesty International í Eysturevropa og Miðasia.
EINGIN VERÐUR DRIGIN TIL SVARS
Enn hava russiskir myndugleikar ikki viljað sett í verk eina gjølliga kanning av teimum víðfevndu og væl skjalfestu valdsgerðunum í 2017 (https://www.amnesty.org/en/latest/news/2018/04/russia-one-year-after-gay-purge-in-chechnya-still-no-justice-for-victims/). Teir hava ikki drigið ein tann einasta persón til svars fyri valdsgerðirnar. Tí liva LGBTI-fólk í Kekenia í stórum ótryggleika og kunnu ikki líta á, at russiskir myndugleikar vilja verja tey.
Og nú kekenskir myndugleikar tikið jagstranina upp aftur.
Hjálp okkum at krevja av russiskum myndugleikum, at teir leggja upp í málið og fáa valdsgerðirnar at halda uppat beinanvegin. Skriva undir og luta átakið við onnur.
Amnesty krevur, at:
• russiskir myndugleikar fáa kekenskar myndugleikar at gevast við at jagstra, fongsla og pína samkynd
• russiskir myndugleikar syrgja fyri, at tey, sum hava ábyrgdina av valdsgerðunum, verða kannað og lógsøkt í samsvari við altjóðarætt
Vit senda russiska forsetanum, Vladimir Putin, undirskriftirnar saman við einum brævi. Les brævið her: https://www.amnesty.org/download/Documents/EUR4696862019ENGLISH.pdf
BAKGRUND
TÓKU VALDSGERÐIRNAR UPP AFTUR EFTIR ES-FRÁGREIÐING
Tann 20. desembur 2018 almannkunngjørdi Felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Evropa (OSCE) eina frágreiðing (https://www.osce.org/odihr/407402?download=true) um víðfevnd mannarættindabrot, m.a. valdsgerðir móti LBGTI-fólki í Kekenia. Átta dagar eftir at frágreiðingin var almannakunngjørd, fóru myndugleikarnir í Kekenia undir aftur at jagstra LGBTI-fólk í landinum.
MYNDUGLEIKARNIR SKIPA FYRI
Russiski felagsskapurin The Russian LGBT Network váttar ta vandamiklu støðuna, sum LGBTI-fólki í Kekenia eru í. Felagsskapurin hevur fyrr latið úr hondum eina frágreiðing (https://lgbtnet.org/sites/default/files/final_chechnya_publish_0.pdf), sum avdúkar, hvussu kekenskir myndugleikar hava átt virknan lut í burturflytingini og píningini, sum byrjaði fyri skjótt tveimum árum síðan:
“Tey søgdu, at eg ikki var eitt menniskja. At eg einki var. At eg heldur skuldi verið yvirgangsmaður enn bøssi,” greiddi ein teirra frá.
”SAMKYND ERU IKKI MENNISKJUR”
Forsetin í Kekenia, Ramzen Kadyrov, hevur fyrr sýtt fyri, at tað finnast samkynd í Kekenia. Í eini samrøðu við HBO í juli 2017 varð Kadyrov spurdur um burturflytingarnar. Hann avsannaði alt sum møsn og segði, at samkynd ikki eru menniskjur.
MYRD AV EGNARI FAMILJU
Tey jagstraðu hætta sær hvørki at leita sær skjól hjá myndugleikunum ella hjá familjuni. Sonevnd ærumorð móti samkyndum verða við sama lag framd í Norðurkavkasus og serliga í Kekenia. Menn, sum verða hildnir at hava skalað æruna hjá familjuni, tí teir eru samkyndir ella verða fataðir sum samkyndir, eru í veruligum vanda fyri at verða myrdir av síni egnu familju.
Tað finnast fleiri dømir um, at myndugleikarnir hava lagt trýst á familjuna hjá LGBTI-fólki at fáa tey at sleppa sær av við trupulleikan. Tey, sum hava ábyrgdina av ærumorðum, sleppa í veruleikanum heilt undan revsing.
ANNAÐ
KEKENIA
Kekenia er eitt russiskt lýðveldi í Norðurkavkasus. Russiskir myndugleikar har evstu ábyrgd av lóg og landaskili í lýðveldinum. Tí seta vit russiskum myndugleikum okkara krøv.
https://www.amnesty.org/en/latest/news/2019/01/chechnya-crackdown-renewed/
ALTJÓÐARÆTTUR
Jagstranin og píningin hjá kekenskum myndugleikum av samkyndum eru brot á rættindini, sum verða lýst í ST-heimsyvirlýsingini um mannarættindir (sí serliga art. 2, 5 og 9).
https://www.amnesty.fo/wp-content/uploads/2016/05/Heimsyvirlýsingin_stutt.pdf
AMNESTY SKIPAÐI EISINI FYRI ÁTØKUM Í 2017
Í 2017 heittu vit eisini á russiskar myndugleikar um at verja samkynd í Kekenia, og Amnesty Danmark heitti eisini á danskar myndugleikar um at bjóða kekenskum samkyndum í vanda skjól.
https://amnesty.dk/nyhedsliste/2017/650000-amnesty-aktivister-kraever-beskyttelse-af-homoseksuelle-i-tjetjenien