Salma al-Shehab er mamma at tveimum børnum og helt feriu í heimlandinum, Saudiarabia, tá ið hon brádliga varð handtikin fyri – á Twitter – at hava fylgt aktivistum og endurtweetað um kvinnurættindi. Nú er hon dømd 34 ára fongsul. Skriva undir og krev, at Saudiarabia sleppir henni leysari beinanvegin.
34 ára gamla Salma al-Shehab er upprunaliga úr Saudiarabia, men er í holt við eina ph.d. við Leeds University í Onglandi. Sum shiamuslimur er hon partur av einum minniluta í Saudiarabia.
Hon var í desembur 2020 vend heim til Saudiarabia at halda feriu og hevði ætlað at tikið mannin og teir báðar fýra og seks ára gomlu synirnar við sær aftur til Onglands. Men fáar dagar fyri at tey skulu flúgva aftur til Onglands, kallaðu saudiarabisku myndugleikarnir hana inn til avhoyringar. Eftir hetta varð hon handtikin og rættarsøkt.
Tann 9. august í ár dømdi tann serligi revsidómstólurin í saudiarabiska høvuðsstaðnum, Riyadh, Salmu al-Shehab 34 ára fongsul og 34 ára ferðaforboð. Hon varð millum annað ákærd fyri at hava ”órógvað tann almenna friðin”, hóast hon einki hevði gjørt uttan at brúka Twitter.
Hon varð dømd eftir ógvuliga órættvísan rættargang. Amnesty International hevur kannað rættarskjølini, sum vísa, at hon varð afturhildin og avbyrgd í 285 dagar, áðrenn hon kom fyri revsidómstólin. Tað er bæði brot á altjóða krøv og lógina hjá Saudiarabia sjálvum um revsimál. Undir allari varðhaldsfongslingini og avhoyringunum fekk hon ikki atgongd at sakførara.
Saudiarabisku myndugleikarnir skulu beinanvegin sleppa Salmu al-Shehab leysari og ógilda dómin hjá henni. Skriva undir átakið nú!
Dømd fyri at hava órógvað almenna friðin
Salma al-Shehab varð handtikin tann 14. januar 2021 og dømd seks ára fongsul. Men ákæruvaldið kravdi harðari revsing, og dómarin herdi revsingina til 34 ára fongsul.
Eftir tí tiltiknu lógini ímóti yvirgangi varð hon dømd fyri at hava fylgt kvinnurættindaaktivistum á Twitter og endurtweetað teirra tweet, sum sambært saudiarabisku myndugleikunum høvdu ”órógvað almenna friðin og fingið samfelagstrygdina og støðufestið hjá statinum at ridla”.
Salma al-Shehab hevur framvegis møguleika at kæra málið.
Eingin mælskur aktivistur
Salma al-Shehab var ikki kend sum nakar mælskur atfinnari at saudiarabisku stjórnini. Hon hevði 159 fylgjarar á Instagram og 2.597 á Twitter. Hon var tannlækni, undirvísti læknalesandi og var sjálv ph.d.-lesandi við Leeds University.
Hon hevur í høvuðsheitum tweetað um Covid-19 og deilt myndir av sær og børnunum. Harumframt hevur hon endurtweetað nøkur fá tweet hjá útlagnum saudiarabiskum atfinnarum, sum streingja á myndugleikarnar um at sleppa politiskum fangum leysum. Hon hevur millum annað stuðlað tí kenda saudiarabiska atfinnaranum al-Hathloul, sum nú er leyslatin, men livir undir einum ferðaforboð.
Kortini er dómurin hjá Salmu al-Shehab longsta fongsulsrevsing, sum nakrantíð er givin í Saudiarabia. Dómurin ber boð um, at myndugleikarnir eru alt meira altráir eftir at brúka lóggávuna ímóti yvirgangi til at kriminalisera og óneyðuga avmarka rættin til talufrælsi.
Dómurin hjá Salmu al-Shehab er bara eitt av fleiri dømum um, hvussu eirindaleyst saudiarabiski kongurin kúgar aktivistar. Eins og tá ið journalisturin Jamal Khashoggi varð myrdur á sinni, brúkar kongsdømið fongsulsrevsingina hjá Salmu al-Shehab til at loypa ótta á atfinningarsamar røddir at fáa tær at tagna – bæði innan og uttan fyri landsins mørk.
Kvinnur sum Salma al-Shehab skulu viðurkennast og IKKI jagstrast fyri at siga sína hugsan. Skriva undir átakið nú.
FAKTA
Hvat avleiðingar hevur eitt ferðaforboð?
Tá ið tú kemur undir eitt ferðaforboð, kunnu útbúgvingar- og yrkismøguleikar uttanlands gleppa tær av hondum. Forboðið kann avmarka møguleikan at leita sær læknahjálp uttanlands og ávirka sinnisheilsuna. Tú kanst í nógv ár verða skildur frá tínum næstu, sum búgva uttanlands.
Støðan í Saudiarabia
Jagstranin hjá saudiarabiska kongsdøminum av aktivistum og mannarættindastríðsfólkum hevur skapt eina mentan, sum er merkt av ótta og kúgan. Av ótta fyri hevndaratgerðum aftra saudiarabiskir aktivistar, sum búgva uttanlands ella eru útlagnir, seg mangan við at venda aftur til heimlandið. Nógvir av aktivistunum, sum búgva uttanlands, bera eisini ótta fyri, at aktivisman hjá teimum kann elva til, at teirra kæru í Saudiarabia verða revsað.
Les meira um kongsdømið her >
Okkara krøv
Vit krevja, at hansara hátign, Salman bin Abdulaziz al Saud kongur:
-
beinanvegin og uttan treytir sleppir Salmu al-Shehab leysari og ógildar dómin og ferðaforboðið hjá henni,
-
letur hana verða sameinda við síni næstu og sleppa at halda fram við lestrinum í Onglandi,
-
heldur uppat at meta tað at brúka sítt talufrælsi javnt við ”yvirgang” og
-
avtekur ella broytir lógirnar um at basa yvirgangi og netbrotsverkum og samtykkir nýggja lóggávu í samsvari við altjóða rætt og krøv.
Hví skriva undir?
Dómurin hjá Salmu al-Shehab er eitt risa afturstig fyri Saudiarabia og tess sameindu.
Amnesty International veit av royndum, at saudiarabisku myndugleikunum hóvar ikki altjóða trýst, serliga tá ið ræður um myndina, sum vestanlond hava av mannarættindastøðuni í Saudiarabia.
Saman við Amnesty-skrivstovum um allan heim kunnu vit leggja stórt trýst á saudiarabisku myndugleikarnar, so at teir vónandi sleppa Salmu al-Shehab leysari. Hvør undirskrift telur!
Hvat verður av undirskriftini?
Vit handa saudiarabisku sendistovuni í Danmark undirskriftirnar á ársdegnum fyri morðið á saudiarabiska journalistin Jamal Khashoggi 2. oktobur 2022.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at saudiarabiski kongurin beinanvegin og uttan treytir sleppir Salmu al-Shehab leysari.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.