Samar Badawi stríðist fyri, at børnini ikki skulu vaksa upp í einum landi, har ið menn hava fullkomið vald á kvinnum. Tí situr hon í løtuni í einum fongsli í Dhahban í Saudiarabia. Statt saman við okkum og krev, at hon verður leyslatin beinanvegin!
Í Saudiarabia liva kvinnur undir eini verjumálsskipan. Tað merkir, at eitt mannfólk – aloftast pápin ella maðurin – tekur avgerð um nærum øll viðurskifti í lívinum hjá eini kvinnu – úr vøggu í grøv.
Hesum hevur Samar Badawi í fleiri ár stríðst ímóti av øllum alvi. Myndugleikarnir hava svarað aftur við at tveita hana í fongsul, har ið hon er pínd og hevur verið fyri kynsligum harðskapi.
Flýdd undan harðligum pápa
Stríðið hjá Samar byrjaði í ungum aldri, tá ið hon flýddi undan tí harðliga pápanum. Hetta var byrjanin til eitt áralangt stríð at koma burtur úr tí fullkomna valdinum, sum pápin hevði á henni.
Í 2010 meldaði Samar pápan, tí at hann sýtti henni at giftast við tí, sum hon vildi. Mótleikurin hjá pápanum var at melda hana fyri ólýdni móti verjanum – honum sjálvum. Rætturin lurtaði eftir pápanum og fongslaði Samar. Hon varð leyslatin eftir sjey mánaðir og drúgt stríð hjá sakføraranum, Waleed Abu al-Khair, sum hon seinni gifti seg við.
Samar helt fram at stríðast ímóti verjumálsskipanini og fyri rættinum hjá kvinnum at koyra bil, atkvøða og stilla upp til val.
Myndugleikarnir liggja eftir henni
Saudiarabisku myndugleikarnir hava leingi ligið eftir Samar. Síðan 2014 er hon ikki sloppin at ferðast úr landinum, og í 2016 varð hon fleiri ferðir handtikin og avhoyrd.
Í juli 2018 varð hon so aftur handtikin fyri at brúka sítt talufrælsi. Samar er ikki dømd, men hevur kortini verið fongslað í meira enn tvey ár.
Samar er systir Raif Badawi, ein saudiarabiskan bloggara, sum varð dømdur 10 ára fongsul og 1.000 koyrilsbrestir fyri at hava gjørt eina stjórnarkritiska heimasíðu.
Gyltur møguleiki at ávirka Saudiarabia
Í 2020 stendur Saudiarabia á odda fyri G20, sum fevnir um teir størstu búskapirnar í heiminum. G20-formansskapurin er ein avgerandi møguleiki hjá saudiarabisku myndugleikunum at vísa seg fram fyri heiminum sum ein týðandi leikara á altjóða pallinum. Fyri Saudiarabia er tað at standa á odda fyri G20 ein gyltur møguleiki at bøta um myndina, sum umheimurin hevur av landinum.
Síðst í novembur er toppfundur í G20. Í tí sambandi er ætlanin at handa Salman kongi undirskriftirnar. Soleiðis kunnu vit leggja trýst á saudiarabisku myndugleikarnar, meðan teir royna at bøta um sítt umdømi, og meðan eyguni á heimsins leiðarum eru vend ímóti teimum.
Skriva undir átakið nú og stuðla kravinum hjá Amnesty:
- Saudiarabisku myndugleikarnir skulu sleppa Samar Badawi leysari beinanvegin.
- Allar ákærur móti Samar og øðrum mannarættindastríðsfólkum skulu sleppast.
BAKSÝNI
Miðvísur ágangur á kvinnuligar aktivistar
Málið hjá Samar er bara eitt dømi um, hvussu saudiarabiskir myndugleikar jagstra kvinnuligar aktivistar. Tí hóast kvinnur hava fingið nøkur fá rættindi hesi seinnu árini, er tað ikki trygt at stríðast fyri kvinnurættindum í landinum.
Samstundis sum saudiarabisku myndugleikarnir breggja sær av størri kvinnufrælsi í Saudiarabia, eru fleiri av kvinnunum, sum stríddust fyri rættindunum, framvegis fongslaðar. Eftir at tær í fleiri ár eru sera illa viðfarnar í fongslinum, er boðskapurin hjá saudiarabisku myndugleikunum greiður: Tað er lívshættisligt at krevja broytingar í Saudiarabia.
Tilsamans eru í minsta lagi 11 kvinnuligir aktivistar handtiknir síðan 15. mai 2018. Við góðari hjálp frá stjórnarstuðlandi fjølmiðlum hava saudiarabisku myndugleikarnir sett æruskemmandi herferðir í verk móti teimum fongslaðu aktivistunum og lýst teir sum svíkjarar. Teir verða millum annað lagdir undir at hava ”illgrunavert samband við útlendskar eindir”.
Í novembur 2018 almannakunngjørdi Amnesty eina frágreiðing um, at fleiri av teimum fongslaðu kvinnunum høvdu verið píndar og kynsliga misbrúktar í fongslinum. Fleiri teirra eru millum annað bardar við koyrli og stoyttar við ravmagnsstoyti.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.