TRÝSTIÐ Á TRUMP FORSETA RIGGAR. Í GJÁR SKRIVAÐI TRUMP FORSETI UNDIR EIN SÁTTMÁLA, SUM BANNAR AT SKILJA BØRN OG FORELDUR AT, TÁ TEY SØKJA FRIÐSKJÓL Á MARKINUM MILLUM MEKS IKO OG USA. LOYSNIN HJÁ HONUM ER TÓ EIN STÓRUR TRUPULLEIKI. TÍ NÚ SKAL ØLL FAMILJAN SETAST Í VARÐHALDSSTØÐIR. HETTA ER BERT EIN NÝGGJUR HÁTTUR AT REVSA FORELDUR OG BØRN, SUM SØKJA EFTIR VERND. MIGRANT– OG FLÓTTAFÓLKAFAMILJUR SKULU VERÐA VIÐFARIN Á MENNISKJALIGAN OG VIRÐILIGAN HÁTT. TÍ BIÐJA VIT TYKKUM UM AT HALDA Á FRAM VIÐ AT SKRIVA UNDIR, SO VIT FRAMHALDANDI KUNNU ARBEIÐA FYRI, AT TEY YVIR 2000 BØRNINI, SUM LONGU ERU VORÐIN SKILD FRÁ FORELDRUM SÍNUM, KUNNU VERÐA FØRD SAMAN AFTUR SKJÓTAST GJØRLIGT. VERIÐ VIÐ AT BERJAST FYRI, AT VIÐURSKIFTINI Í AMERIKANSKUM FRIÐSKJÓLARSTØÐUM LÚKA ALTJÓÐA OG RÍKISÁSETINGAR/KRØV.
Í løtuni seta amerikanskir myndugleikar familjur í varðhald á markinum millum USA og Meksiko. Yvir 2000 børn eru vorðin skild frá foreldrum sínum. Tey skulu førast saman aftur í stundini.
Ein likin ljóðupptøka av grátandi børnum, sum júst eru skild frá foreldrunum við markið millum Meksiko og USA, hevur ført vreiði við sær kring allan heim. Á upptøkunum hoyrist ljóðið frá einum barni, sum við grátandi rødd rópar eftir pápa sínum. Síðan hoyrist ein marknavørður siga á sponskum:
“Vit hava eitt heilt kór her. Vit vanta bara ein kórleiðara.”
Børnini á ljóðupptøkunum eru bara nøkur fá av teimum umleið 2000 børnunum, sum síðan mei mánað eru vorðin skild frá foreldrum sínum á markinum millum Meksiko og USA.
Í somu løtu standa foreldur og familjulimir teirra til at verða víst burtur til londini, tey upprundaliga flýddu frá, og har lív teirra kunnu vera í vanda – uttan at vita, um tey nakrantíðs síggja børn síni aftur.
Skipaði skilnaðurin av familjum hjá Trump-stjórnini var ein liður í at hera amerikonsku innflytingarreglurnar. Tað merkir, at tey, ið fara yvir markið, skulu rættarfylgjast. Av tí at børn ikki verða rættarfylgd, verða børnini sett í varðhaldsstøðir, til tey kunnu koma á barnaheim ella verða koyrd til familju í USA.
Teir sálarløstir og skaðar, sum fylgdu við, tá amerikanskir myndugleikar skildu familjur, var einki minni enn torturur. Tað er í stríð við menniskjarættindini. Sambært Altjóða og ríksislóg er USA bundið at verja tey mennisku, sum søkja um friðskjól í landinum.
Skriva undir og hjálp við at støðga tortur af teimum menniskum, sum søkja um fríðarskjól í USA júst í løtuni. Vit mæla Trump forseta til at verða skjótur at tryggja fylgjandi:
- før tær familjur, sum eru sundurskildar, saman aftur skjótast gjørligt
- støðga áhaldandi og varandi varðhaldinum av familjum, sum koma til USA við børnum
- Syrg fyri, at umstøðurnar í teimum amerikansku friðskólarstøðunum lúka altjóða og ríkis ástingar/krøv.