Í Dominikalýðveldinum er fosturtøka fullkomiliga bannað. Nú umrøður kongresssin í landinum, um fosturtøka skal avkriminaliserast í trimum førum – og vit hava ein søguligan møguleika at ávirka úrslitið!
Limirnir í kongressini umrøða í løtuni, um fosturtøka skal avkriminaliserast í trimum førum:
- Tá ið viðgongan setur kvinnuna í lívsvanda
- Tá ið fostrið er í lívsvanda
- Tá ið viðgongan er úrslit av neyðtøku ella blóðskemd
Amnesty arbeiðir fyri, at allar kvinnur skulu hava trygga atgongd at fosturtøku, men tað, sum nú er í umbúna í Dominikalýðveldinum, er eitt týðandi fet rætta vegin.
Vís teimum hundraðtals aktivistunum, sum í hesi løtu mótmæla uttan fyri kongressina, tín stuðul:
Skriva undir og krev, at tað fullkomna fosturtøkubannið verður slept!
Gyltur møguleiki at broyta lógina
Tann 24. mars 2021 fór kongressin undir orðaskiftið um nýskipanina, sum kann fara at bøta munandi um rættin hjá kvinnum og gentum til lív, heilsu, virðing og kynsligt og kropsligt sjálvræði. Sitandi forseti, Luis Abinader, hevur sagt seg taka undir við at avkriminalisera fosturtøku í teimum trimum førunum, og fleiri kongresslimir taka undir við avmarkaðari avkriminalisering.
Í Dominikalýðveldinum eru mannarættindaaktivistar í hundraðtali savnaðir uttan fyri kongressina at krevja, at kongresslimirnir gagnnýta tann søguliga møguleikan at avkriminalisera fosturtøku í ávísum førum.
Skriva undir átakið og krev, at Dominikalýðveldið ger tær neyðugu ábøturnar á revsilógina!
Fullkomið bann setur kvinnur og gentur í lívsvanda
Dominikalýðveldið telist millum tey seinastu londini í heiminum, har ið fosturtøka er fullkomiliga bannað. Avleiðingin er, at kvinnur og gentur doyggja – hóast sloppið kundi verið undan hesum.
Eftir verandi lóg er fosturtøka revsiverd uttan mun til umstøðurnar, bæði fyri kvinnurnar, sum fáa fosturtøku, og tey, sum fremja fosturtøkuna. Hetta fær læknar at aftra seg við at bjóða kvinnum lívbjargandi heilivág og viðgerð, eisini hóast tær eru í lívs- ella heilsuvanda av viðgonguávum ella tær hava tilslag eftir fosturtøku.
Tað er prógvað, at tað ikki minkar um fosturtøkutalið at kriminalisera fosturtøku. Heldur veksur tað um váðan fyri, at kvinnur doyggja orsakað av vandamiklari fosturtøku. Sambært Heimsheilsustovninum, WHO, veksur strong fosturtøkulóggáva um váðan fyri, at kvinnur og gentur, sum liva í fátækadømi ella búgva í avbyrgdum økjum, leita sær vandamikla fosturtøku. Fullkomið fosturtøkubann og kriminalisering fáa eisini kvinnur at aftra seg við at leita sær hjálp.
Fosturtøkulógin í Dominikalýðveldinum gjøgnum tíðina
Arbeiðið at gera ábøtur á dominiksku revsilógina, sum kriminaliserar fosturtøku í øllum førum, hevur verið í gongd í fleiri ár. Í 2014 góðkendi umboðsmannatingið í kongressini eitt endurskoðað lógaruppskot, sum avkriminaliseraði fosturtøku í teimum trimum førunum, sum nevnd eru omanfyri. Men í desembur 2015 havnaði stýrisskipanardómstólurin uppskotinum til lógarbroytingina. Stýrisskipanardómstólurin bygdi avgerðina á grundlógina frá 2010, sum ásetur, at rætturin til lív er friðhalgaður frá gitnaði til deyða. Tí er tað framvegis tann gamla revsilógin frá 1884, sum geldur.
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á kongressina, so at hon vónandi samtykkir ábøturnar á fosturtøkulógina!
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda formanninum í umboðsmannatinginum, Alfredo Pacheo, undirskriftirnar umleið tann 24. mai. 2021.
SKRIVA UNDIR HER
Eg krevji, at Dominikalýðveldið sleppir tí fullkomna fosturtøkubanninum!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.