Fleiri foreldur eru skild frá børnunum hjá sær, í sambandi við at Kina jagstrar muslimska uighurminnilutan í Xinjiang. Við tíni undirskrift kunnu vit leggja trýst á Kina at fáa landið at føra familjurnar saman aftur.
GG: Kvinnan á myndini er ikki kvinnan, sum verður lýst í tekstinum, men søgurnar hjá teimum minna um hvørja aðra. Kvinnan á myndini varð skild frá manninum og veit ikki, hvat ið er vorðið av honum. Maðurin varð handtikin, 25 dagar áðrenn yngsta dóttir teirra varð fødd.
Omer Faruh eigur og rekur ein bókahandil í Istanbul. Hann var staddur í Saudiarabia, tá ið kona hansara, Meryem Fauh, eina náttina í novembur 2016 ringdi og segði honum, at løgreglan á staðnum hevði álagt teimum at lata passini inn. Omer varð stúrin og bað Meryem ikki geva løgregluni passið. Hann keypti beinanvegin konuni og teimum báðum elstu døtrunum, sum longu høvdu pass, flogferðaseðlar.
Tær báðar yngstu døturnar, sum vóru ávikavist fimm og seks ára gamlar, høvdu ikki fingið ferðaskjølini, tá ið myndugleikarnir løgdu hald á passini hjá nógvum uighurum í Xinjiang-landslutinum. Meryem og Omer sóu sær ikki onnur ráð enn at lata tey bæði yngstu børnini verða eftir hjá foreldrunum hjá Meryem í Xinjiang og vóna at verða sameind við tey aftur seinni. Men enn er tað ikki hent.
Skriva undir átakið og krev, at Kina tryggjar, at øll tey børnini, sum vilja tað, skjótast gjørligt sleppa úr Kina, so at tey kunnu verða sameind við foreldur og systkin uttanlands.
Okkara krøv til kinesisku stjórnina:
- Syrgið fyri, at tey børnini, sum vilja tað, sleppa úr Kina, so at tey kunnu verða sameind við foreldrini og systkini uttanlands.
- Steðgið øllum fyriskipanum, sum gera seg inn á rættindini hjá uighurum og øðrum minnilutum, so at teir frítt kunnu ferðast úr og venda aftur til Kina.
- Gevið ST-mannarættindaserfrøðingum, óheftum granskarum og journalistum óavmarkaða atgongd at Xinjiang, so at tað verður kannað, hvat ið fer fram í landslutinum.
- Steingið enduruppalingarlegurnar og sleppið fangunum leysum beinanvegin og treytaleyst.
- Syrgið fyri, at øll úr Xinjiang fáa havt regluligt samskifti við skyldfólk og onnur uttan uppílegging.
Stutt eftir misti Omer sambandið við síni egnu foreldur. Í oktobur 2017 frætti hann frá einum vinmanni, at verforeldrini vóru førd í eina enduruppalingarlegu.
“
Eg eri ein av túsundtals uighurum við eini sundurskræddari familju. Vit hava ikki hoyrt málið í døtrum okkara í 1.590 dagar.
Omer
Omer og familjan fingu turkiskan ríkisborgaraskap í juni 2020. Síðan tá hava tey roynt at fingið turkiskar myndugleikar at hjálpa sær at fáa tær báðar yngstu døturnar úr Kina. Hóast turkiska sendistovan í Beijing kunnaði Omer um, at hon í august 2020 hevði tikið stig til viðkomandi mannagongdir og í oktobur 2020 hevði sent kinesisku stjórnini eina diplomatiska fráboðan, so hevur tað enn ikki borið til at fáa tær báðar genturnar til Turkalands.
“
Konan og eg gráta bara um náttina, tí vit royna at fjala sorgina fyri børnunum, sum vit hava hjá okkum.
Omer
Søgan hjá Omer og Meryem er syrgilig, men tíverri einki eindømi. Nógv uighurforeldur, sum eru flýdd av landinum, hava verið noydd at lata eitt ella fleiri børn verða eftir hjá skyldfólki í Xinjiang. Summi foreldur hava fingið at vita, at børnini eru send á barnaheim ella í kostskúla, av tí at skyldfólkini, sum tóku sær av teimum, eru afturhildin.
“
Eg vil ofra alt fyri døtur mínar. Eg hevði viljað ofrað lívið, um eg bara visti, at døtur mínar sluppu leysar.
Omer
Síðan 2017 eru umleið ein millión fólk – í høvuðsheitum úr muslimska uighurminnilutanum – afturhildin í enduruppalingarlegum í Xinjiang. Kina sigur hetta vera ein lið í arbeiðinum at basa yvirgangi, men talan er í veruleikanum um arbeiðslegur, har ið fólk verða pínd, politiskt indoktrinerað og noydd at leggja mentan og átrúnað av. Óttin fyri at enda í enduruppalingarlegu í Xinjiang hevur forðað uighurforeldrum í at venda heim til børnini hjá sær í Kina. Samstundis ger Kina tað næstan ógjørligt at fáa børnini úr landinum, við tað at hald verður lagt á passini hjá teimum.
“
Eg havi ein boðskap til mannaættina. Gott í tykkum, roynið og setið tykkum í okkara støðu. Ímyndið tykkum alt tað, vit hava verið ígjøgnum, og mutið so ímóti fyri okkara skyld.
Omer
Hetta er brævið, sum vit senda:
Góði Xi Jinping forseti
Tað órógvar meg at síggja skjalprógvini fyri, at uighurforeldur eru skild frá børnunum hjá sær í fleiri ár í sambandi við jagstranina av muslimska minnilutanum í Xinjiang.
Síðan 2017 eru meira enn ein millión – kanska meira – fólk tilvildarliga afturhildin í ”menning-gjøgnum-útbúgving-/vinnuútbúgvingarlegunum” í Xinjiang, har tey eru pínd og á annan hátt illa viðfarin og hava verið fyri politiskari indoktrinering og tvingaðari mentanarsamlíking. Hetta hópafturhaldsátakið hevur saman við skipaðari kúgan forðað uighurforeldrum í at venda heim aftur til Kina at taka sær av børnunum hjá sær og gjørt tað nærum ógjørligt hjá børnunum at sleppa úr Kina, so at tey kunnu verð sameind við familjuna uttanlands. Summi uighurforeldur halda børnini hjá sær vera send á statsfíggjað barnaheim ella kostskúlar, av tí at skyldfólkini, sum tóku sær av teimum, eru afturhildin.
Eg krevji tí, at tú beinanvegin tryggjar, at tey børnini, sum vilja tað, sleppa úr Kina, so at tey kunnu verða sameind við foreldrini ella systkini uttanlands.
Blíðar heilsur
Hví skriva undir?
Hvør undirskrift ger sítt til at leggja trýst á Xi Jinping at fáa hann at taka stig til at sameina atskild børn, systkin og foreldur.
Hvat verður av undirskriftini?
Undirskriftirnar verða skjótast gjørligt sendar Xi Jinping forseta saman við brævinum.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.