15 ára gomul varð Ciham Ali í 2012 afturhildin av eritreisku myndugleikunum, í sambandi við at hon royndi at flýggja av landinum. Síðan tá veit eingin frá henni at siga. Hjálp okkum at finna Ciham og fáa hana leyslatna beinanvegin.
Tann 8. desembur 2012 vórðu Ciham Ali Ahmed og pápabeiggin handtikin, í sambandi við at tey royndu at flýggja um markið millum Eritrea og Sudan. Abbi Ciham varð somuleiðis tilvildarliga handtikin og andaðist í fongslinum. Um hetta mundið var pápi Ciham, Ali Abdu, kunningarmálaráðharri hjá eritreiska forsetanum, Isaias Afwerki. Pápin var flýddur og farin í útlegd, stutt framman undan at Ciham sjálv royndi at flýggja.
Vanliga verða tey, sum royna at flýggja um markið, fongslað í millum fýra og seks mánaðir. Meira enn níggju ár seinni eru Ciham og pápabeiggin tó framvegis horvin. Familjan hevur einki frætt frá teimum, síðan tey vórðu handtikin við markið, og veit tí einki, hvar ið tey eru, og hvussu tey hava tað. Tí kallar Amnesty tað, at stjórnin heldur Ciham aftur, fyri eina tvingsilshvørving – sum er ein brotsgerð sambært altjóðarætti. Familjan hevur fleiri ferðir vent sær til amerikanska uttanríkisráðið, men einki svar fingið.
Ciham hevur dupultan ríkisborgaraskap. Hon er bæði eritreisk og amerikonsk, men tað er avmarkað, hvussu nógv amerikanska stjórnin hevur gjørt fyri at leggja upp í málið hjá henni. Vit halda, at USA hevur vald til at fáa Ciham leyslatna, um landið bara leggur eitt sindur størri trýst á eritreisku stjórnina.
Skriva undir átakið og tak undir við kravinum hjá okkum um at fáa Ciham leyslatna beinanvegin.
Saman kunnu vit leggja trýst á amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, at fáa hann at leggja upp á málið hjá Ciham og krevja, at hon beinanvegin og treytaleyst verður leyslatin.
USA stuðlar átakið, men kann gera meira
Tann 3. apríl fóru vit undir føðingardagsátakið #FreeCiham. Bara fáar dagar seinni skrivaði uttanríkisnevndin í amerikanska senatinum á Twitter um málið hjá Ciham:
Hetta var tann fyrsta almenna viðurkenningin frá amerikonsku stjórnini. Hetta er eitt stórt fet tann rætta vegin, og enn er átakið júst byrjað. Tað er umráðandi, at vit halda fram at leggja trýst á USA og ikki helma í, fyrr enn Ciham er leyslatin.
Krøvini hjá okkum
Vit krevja, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken:
- heitir á Isaias Afwerki, forseta, um at avdúka, hvar ið Ciham er, og beinanvegin og treytaleyst at sleppa henni leysari.
- syrgir fyri, at málið hjá Ciham verður formliga kannað, og at øll, sum hava átt lut í tvingsilshvørvingini, verða drigin fyri rættin. Ciham skal eisini hava endurgjald fyri tað, sum henni hevur verið fyri.
- heitir á Isaias Afwerki, forseta, um at veita vissu fyri trygdini hjá Ciham, til hon verður leyslatin.
- heitir á eritreisku myndugleikarnar um at virða framsagnarfrælsið og flytifrælsið.
- tryggjar, at øll, sum eru fongslað fyri at hava roynt at flýggja av landinum, verða leyslatin.
Hví skriva undir?
Undirskriftin hjá tær ger sítt til at leggja trýst á amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinker, at fáa hann at brúka støðuna hjá sær til at fáa eritreisku stjórnina at sleppa Ciham Ali leysari.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, undirskriftirnar.
Ongantíð ákærd
Ciham og pápabeiggin eru ongantíð sett fyri ein dómstól ella ákærd fyri nakra brotsgerð. Familjan hjá Ciham hevur ongantíð fingið nakra frágreiðing um, hví tey vórðu handtikin, ella hví tey áhaldandi verða afturhildin. Vit vænta, at stjórnin revsar Ciham, tí at hon heldur pápa hennara hava átt lut í kvettroyndini í 2013. Familjan sigur, at tá ið hon spyr myndugleikarnar, fær hon altíð sama svar:
Isaias Afwerki, forseti, tekur sær persónliga av málinum hjá henni.
Hvør er Ciham Ali Ahmed?
Ciham er fødd 3. apríl 1997 í Los Angeles í USA, men uppvaksin í Eritrea, haðan familjan er. Tí hevur hon dupultan ríkisborgaraskap. Pápin, Ali Ahmed Abdu, er fyrrverandi kunningarmálaráðharri í Eritrea.
Ciham tosaði raðið enskt og italskt, dámdi sera væl at mála og svimja og droymdi um at gerast mótasniðgevi.
Hvat hendi undir kvettroyndini?
Tann 21. januar 2013 var ein kvettroynd í Eritrea, har ið eingi skot vórðu latin av og eingin varð særdur. Pápi Ciham, Ali Ahmed Abdu, fór úr stjórnini og av landinum ein mánað undan kvettroyndini. Eritreiska stjórnin hevur illgruna um, at hann stuðlaði kvettroyndina.
Undir kvettroyndini kringsettu hermenninir bygningin hjá kunningarmálaráðnum og gjørdu innrás á ta einastu stjórnarstýrdu sjónvarpsstøðina at kunngera krøvini hjá sær. Hermenninir kravdu, at ein lóg um at sleppa politiskum fangum leysum varð sett í verk.
Mannarættindabrot í Eritrea
Eritreiska stjórnin noktar borgarum í landinum at ferðast frítt. Tað er revsivert at fara av landinum, og hetta er eitt álvarsligt brot á mannarættindini. Alt eftir støðuni, teir eru í, mugu eritrearar søkja stjórnina um útferðarloyvi.
Nógvir eritrearar eru tvingaðir upp í kravd hertænastuprogramm, sum eru at rokna sum tvingsilsarbeiði, so lítil er lønin. Orsakað av hesum fáa nógv, serliga ungfólk, smuglarar at hjálpa sær at flýggja av landinum.
Eritrea hevur ógvuliga kúgandi lóggávu og er stongt fyri m.a. journalistum og mannarættindafelagsskapum sum Amnesty International. Tey, sum á nakran hátt hava tilknýti til mannarættindir, verða vanliga fongslað.
Amnesty International hevur í 17 ár stríðst fyri horvnum samvitskufangum í Eritrea og átt ein virknan leiklut í at stovna ST-kanningarnevndina fyri Eritrea.
SKRIVA UNDIR HER
Eg heiti á amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, um at leggja upp í málið hjá Ciham Ali. Hann skal krevja, at eritreisku myndugleikarnir beinanvegin og treytaleyst sleppa henni leysari!
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.