Saman við øðrum sokallaðum borgarajournalistum hevði Qin Chao ætlanir um at skriva um G20-toppfundin í Hangzhou í septembur í ár. Men longu tann 30. august varð Qin afturhildin av politinum. Tann almenna frágreiðingin var, at hon ”eggjaði til klandur og voldi trupulleikar”. Hon situr enn í fongsli uttan rætt til sakførara og í vanda fyri at verða pínd.
Qin Charo varð handtikin á veg til Hangzhou. Hon náddi sostatt ongantíð at skriva um mótmælistiltøkini, men varð afturhildin, áðrenn toppfundurin byrjaði. Hon hevur sitið í fongsli líka síðani.
Tað politiska umhvørvið í Kina er soleiðis vorðið, at tað er trupult hjá kinesiskum fjølmiðlum at siga frá mannarættindabrotum, sum fara fram í sambandi við eitt nú mótmælisgongur. Tí hava sokallaðir borgarajournalistar – tað eru vanligir borgarar, sum gera journalistiskt arbeiði – ein týðandi leiklut, tá ið slík mannarættindabrot skulu lýsast og almannakunngerast í netmiðlum.
Tað er ein slíkan miðil, Tianweng 64, Qin Chao skrivar fyri. Miðilin hevur verið fyri nógvum ágangi frá myndugleikunum. Tey meta sjálv, at tey eru afturhildin meira enn hundrað ferðir tey seinastu fýra árini. Borgarajournalistarnir eru fyrr handtiknir fyri millum annað at skriva um byggigølur í samband við Wenchuan-jarðskjálvtan í 2008.
Umframt Qin Chao vórðu eisini fimm aðrir borgarajournalistar hjá Tianweng 64 handtiknir í sambandi við G20-toppfundin. Hesir eru allir leyslatnir eftir trýst frá eitt nú Ammesty.
Hjálp okkum at fáa Qin Chao leyslatna! Skriva undir! Send SKRIVA og títt fulla navn til 1919.