OKKARA TURKISKI FORMAÐUR, TANER KILIÇ, HEVUR Í FLEIRI ÁR STRÍÐST FYRI RÆTTINUM HJÁ ØÐRUM TIL FRÆLSI. NÚ ER HANSARA EGNI RÆTTUR TIL FRÆLSI TIKIN FRÁ HONUM. TEIR TURKISKU MYNDUGLEIKARNIR HAVA – PÚRA ÓGRUNDAÐ – VARÐHALDSFONGSLAÐ HANN FYRI AT VERA LIM Í FETHULLAH GÜLEN-RØRSLUNI.
Vinirnir lýsa hann sum ein eldhugaðan mannarættindastríðsmann, sum stendur fast við sínar sannføringar. Taner Kiliç er sakførari og formaður fyri Amnesty International í Turkalandi. Hann hevur í fleiri ár stríðst fyri rættinum hjá øðrum til frælsi, men kennir nú sjálvur sviðan av tí víðfevndu jagstranini, sum turkiskir myndugleikar hava sett í verk fyri at køva atfinningarsamar røddir.
Tíðliga á morgni tann 6. juni handtóku trygdarherlið Taner Kiliç í heiminum. Tey endavendu heiminum og skrivstovuni hjá honum og tóku hann við sær á støðina. Sama dag vórðu eisini 22 aðrir sakførarar handtiknir.
Ákæran móti Taner er ein háðan ímóti rættartrygdini. Hann verður ákærdur fyri at stuðla Fethullah Gülen, sum myndugleikarnir siga hava skipað fyri kvettroyndini í fjør summar. Taner hvørki stuðlar Fethullah Gülen ella er limur í rørsluni hjá honum. Tvørturímóti hevur hann funnist at leiklutinum hjá rørsluni í Turkalandi. Hann er nú í vanda fyri at verða dømdur 10 ára fongsul.
Tann ógrundaða handtøkan av Taner er eitt dømi afturat um ta spentu støðuna í Turkalandi. Rættartrygd, talufrælsi og fjølmiðlafrælsi eru undir ómetaligum trýsti, og Erdogan jagstrar eirindaleysur tey, sum finnast at myndugleikunum. Eitt nú eru meira 100.000 alment sett søgd úr starvi og skírd yvirgangsfólk. Tey fáa ikki arbeiði í landinum, og av tí at passini eru tikin frá teimum, sleppa tey heldur ikki úr landinum.
Bæði danska stjórnin og ES vóru skjót at átala handtøkuna. Á Twitter gjørdi danski uttanríkisráðharrin, Anders Samuelsen (LA), longu dagin eftir vart við sína ørkymlan og lovaði at fylgja málinum tætt.
Hjálp okkum at leggja trýst á teir turkisku myndugleikarnar at fáa teir at sleppa Taner leysum alt fyri eitt. Skriva undir!