23 ÁRA GAMLA AMAYA COPPENS VARÐ HANDTIKIN Í SAMBANDI VIÐ MÓTMÆLISTILTØKINI, SUM HAVA VERIÐ Í NIKARAGUA SÍÐAN APRÍL. ALT, HON HEVUR GJØRT, ER AT TAKA LUT Í FRIÐARLIGUM MÓTMÆLISTILTØKUM AT MÓTMÆLA TÍ HARÐLIGU FRAMFERÐINI HJÁ STJÓRNINI MÓTI MÓTMÆLISFÓLKI.
Mánakvøldið 10. septembur í ár vórðu Amaya Coppens og ein vinkona úr studentarørsluni handtiknar av monnum í dularbúna. Amaya stríddist óttaleys fremst í studentamótmælisgongunum, tá ið hundraðtals mótmælisfólk vórðu dripin á gøtuni. Nú skulu vit gera okkara part og stríðast fyri Amayu. Skriva undir og hjálp okkum at fáa hana leyslatna.
Hóast sín unga aldur er Amaya longu ein sterk mannarættindastríðskvinna. Hon er læknalesandi á fimta ári. Tá ið mótmælini tóku seg upp um miðjan apríl, gjørdist hon eitt av oddafólkunum í studentarørsluni Tann 19. apríl, sum friðarliga stríðist fyri rættvísi og fólkaræði í Nikaragua. Amaya brúkti eisini sín læknafakliga kunnleika, tá ið hon hjálpti særdum mótmælisfólkum undir mótmælunum.
Ta fyrstu vikuna sat Amay fongslað í El Chipote-fongslinum, sum er víðagitið fyri mannarættindabrot, píning og kynsligan ágang undir avhoyringum. Amaya slapp ikki at seta seg í samband við sakførara, hon kom ikki fyri ein dómara innan fyri 48 tímar, sum lógin ásetur, og hon fekk einki samband við familjuna. Tað var ikki fyrr enn eina viku seinni, at hon alment varð ákærd fyri yvirgang, eldáseting, harðskap og fyri at eiga óglóglig vápn. Hon situr nú í einum kvinnufongsli og bíðar eftir endaligum dómi.
Hjálp okkum at basa politiskari kúgan og harðskapi í Nikaragua. Skriva undir beinanvegin!
Alt fleiri verða fongslað í Nikaragua, og stjórnin brúkar áhaldandi vápnamegi móti mótmælisfólki. Tað eru ofta alvápnaðir, stjórnarstuðlandi, hálvhernaðarligir bólkar, sum fremja harðskapin. Meira enn 400 sosialir leiðarar og aktivistar er handtiknir í sambandi við mótmælistiltøkini. Hvørja viku verða aktivistar, lesandi og aðrir vanligir borgarar handtikin á gøtuni ella í heiminum.
Vit krevja, at myndugleikarnir í Nikaragua:
- beinanvegin leyslata studentaleiðarar, aktivistar ella onnur mótmælisfólk, sum bara eru fongslað fyri friðarliga at hava brúkt sítt talu- og savningarfrælsi,
- halda altjóða lóg gjøgnum alla tilgongdina frá handtøku til fongsling og tryggja fongslaðum atgongd at sakførara, dómara og familju og
- gevast at jagstra, fongsla og kriminalisera friðarlig mótmælisfólk.