36 ÁRA GAMLI SCOTT WARREN KANN FÁA UPP Í 20 ÁRA FONGSUL FYRI AT HAVA HJÁLPT TVEIMUM FLÝGGJANDI FÓLKUM Í ARIZONA-OYÐIMØRKINI. SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT FÁA TANN AMERIKANSKA GEOGRAFILÆRARAN LEYSLATNAN OG FRÍKENDAN.
Tann 17. januar 2018 varð amerikanarin Scott Warren handtikin í býnum Ajo í Arizona nærindis meksikanska markinum. Hann er ákærdur fyri at hava bjóðað tveimum fólkum vatn, rein klæðir og eina song at sova í.
Warren kann fáa upp í 20 ára fongsul fyri at hava hjálpt tveimum flýggjandi fólkum. Rættarmálið, sum fyrr er vorðið útsett, er sett at byrja 2. juli.
Tann 36 ára gamli geografilærarin arbeiðir sjálvboðin fyri neyðhjálparfelagsskapin No More Deaths, sum gevur fólki, sum flýggjar gjøgnum oyðimarkarøkið við markið millum USA og Meksiko, vatn, mat og aðra neyðhjálp.
Hitin í oyðimørkini kann tátta í 50 stig, og nógv, sum fara undir ferðina, bera ikki boð í bý.
Amnesty hevur leingi virkað fyri at avkriminalisera alt neyðhjálpararbeiði – ikki minst við tí spentu støðuni við amerikanska markið í huga. Tað skal ikki vera revsivert at hjálpa fólki í neyð, sama hvat ríkisborgaraskap tey hava. Og tað skal ongantíð verið forboðið at bjarga mannalívum, heldur Amnesty.
AMNESTY HEITIR Á AMERIKANSKAR MYNDUGLEIKAR UM AT SLEPPA ØLLUM ÁKÆRUM MÓTI SCOTT WARREN. VIT HALDA TAÐ VERA EITT ÁLVARSLIGT MANNARÆTTINDABROT AT GERA NEYÐHJÁLPARARBEIÐI ÓLÓGLIGT OG REVSIVERT. TAÐ EIGUR ONGANTÍÐ AT VERA REVSIVERT AT HJÁLPA FÓLKI Í NEYÐ, SAMA HVØNN RÍKISBORGARASKAP TEY HAVA.
SKRIVA UNDIR OG HJÁLP OKKUM AT LEGGJA TRÝST Á AMERIKANSKAR MYNDUGLEIKAR.
BAKSÝNI:
Orsakað av teimum alt meira ágangandi tiltøkunum hjá amerikanskum myndugleikum at forða fólki, sum biður um friðskjól, at sleppa inn í USA, eru flýggjandi noydd at leggja leiðina gjøgnum oyðimarkarøkið millum USA og Meksiko. Tað um 600 kilometrar langa markið millum statin Arizona og Meksiko er tann parturin av markinum, har ið flest flýggjandi eru skrásett at vera deyð tey síðstu 20 árini.
Felagsskapurin No More Deaths, sum hevur verið til síðan 2004, er bara ein av fleiri neyðhjálparfelagsskapum, sum bjóða fólki vatn og aðra neyðhjálp í oyðimørkini.
Tann harða náttúran í oyðimørkini og hitin, sum táttar í 50 stig, eru ein partur orsøkini til, at so nógv fólk ikki bera boð í bý. Ein onnur orsøk er sambært Amnesty, at amerikanska stjórnin leingi hevur hótt og verið eftir teimum, sum hava halgað lívið til at verja fólk, sum flýggja. Teirra arbeiði fyri menniskjansleika er tí, ikki minst orsakað av politiskari mótstøðu, vorðið eitt tógvið stríð.