Í minsta lagi 26 fólk – teirra millum trý børn – kunnu verða avrættað fyri at hava mótmælt ímóti iransku myndugleikunum. Vit mugu steðga hesum!
Mohsen Shekari varð tann 8. desembur 2022 sum tann fyrsti avrættaður í kjalarvørrinum á mótmælunum, sum í septembur kyknaðu um alt Iran, eftir at 22 ára gamla Jina Mahsa Amini hevði latið lív í varðhaldi hjá siðalagsløgregluni.
Mánadagin 12. desembur 2022 varð Majid Reza Rahnavard hongdur alment í býnum Mashhad, og í løtuni eru í minsta lagi 26 fólk – teirra millum trý børn – í vanda fyri at fáa somu lagnu fyri at hava tikið lut í mótmælum ímóti tí kúgandi prestastýrinum í Iran.
Ein teirra er rapparin Toomaj Salehi, sum tann 31. oktobur 2022 varð afturhildin fyri í sínum tónleiki at hava funnist at prestastýrinum og í uppsløgum á sosialum miðlum at hava kravt frælsi og mannarættindi til iranska fólkið.
Píndur til at ”játta” seg sekan
Eisini læknin Hamid Ghare-Hassanlou er í vanda fyri at verða avrættaður hvørja løtu, samstundis sum kona hansara Farzaneh er dømd drúgva fongsulsrevsing. Bæði hava tey mótmælt ímóti prestastýrinum og eru vorðin pínd í fongslinum, í sambandi við at roynt hevur verið at fáa tey at játta, at tey hjálptu til, tá ið ein hálvhernaðarligur irani varð myrdur. ”Játtanin” varð sýnd í sjónvarpinum tann 6. novembur 2022, og í innslagnum vórðu hjúnini umrødd sum ”drápsfólk”.
Tað hevur skund at stríðast fyri hesum djørvu fólkunum.
Skriva undir átakið og krev, eingin verður dømdur til deyða ella avrættaður í Iran.
Vilja skapa ótta
Eingin av teimum 26, sum kunnu verða – ella longu eru – dømd til deyða, hevur fingið rættvísan rættargang. Og nógv eru – eins og hjúnini Ghare-Hassanloy – vorðin pínd í sambandi við avhoyringar og í fongslinum.
Sambært myndugleikunum eru tey øll sek í ”siðaspillu” og/ella ”fíggindskapi ímóti Gudi”. Tvær ógreiðar ákærur, sum í Iran ofta verða brúktar fyri at kunna døma deyðarevsing.
Ákærurnar snúgva seg um alt frá at seta eld á til at hjálpa til at myrða trygdarlið og skriva atfinningarsamar viðmerkingar á sosialum miðlum. Tað er týðiligt, at stýrið brúkar deyðarevsing til at skapa ótta og steðga fólkauppreistrinum.
Vit senda stjóranum í iranska rættarverkinum, Mohseni Ejei, undirskriftirnar. Vit senda IKKI iranska stýrinum tínar upplýsingar, men eitt samanlagt tal frá tí heimsfevnandi undirskriftainnsavningini.
Okkara krøv
Vit krevja, at Iran:
-
beinanvegin steðgar avrættingunum av teimum, sum er dømd deyðarevsing, og ógildar deyðadómarnar,
-
letur vera við at døma hini ákærdu – ella nakran annan – deyðarevsing,
-
sleppir øllum leysum, sum eru fongslað fyri at hava brúkt sítt talu- og savningarfrælsi,
-
tryggjar teimum, sum eru ákærd fyri altjóða viðurkend brotsverk, rættvísan rættargang uttan deyðarevsing,
-
letur fongslað fáa vitjan av familju og sakførara eftir egnum ynski,
-
verjir fongslað fyri píning og kannar ákærurnar um framda píning og
-
gevur uttanveltaðum eygleiðarum úr sendistovum í Iran atgongd at rættarmálunum ímóti teimum ákærdu.
Hví skriva undir?
Tess størri altjóða trýst vit leggja á Iran, tess størri eru sannlíkindini fyri, at stýrið steðgar avrættingunum.
Hvat verður av undirskriftini?
Vit senda stjóranum í iranska rættarverkinum, Mohseni Ejei, undirskriftirnar.
SKRIVA UNDIR HER
Undirskriftainnsavnanin er endað.
Um tú hevur fyrispurningur, kanst tú seta teg í samband við okkum á tel 235819 ella við at senda ein teldupost til elsa@amnesty.fo.